Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 20 Geytin 2019: Í sambandi við at Geytin verður handaður í Norðurlandahúsinum leygardagin, hava vit gjørt prát við teir átta leikstjórarnar, hvørs filmar eru í uppskoti til føroysku filmsvirðislønina Hvat snýr filmurin seg um? Góðastova er eitt kamarspæl, kanska eitt psykologiskt drama. Eftir deyða mammu teirra møtast tríggjar systrar í barndómsheimi sínum fyri fyrstu ferð í tretivu ár. Arvurin er deildur millum teirra, men einasti luturin, tær ikki kunnu einast um, er eitt kuffert. Eingin veit, hvat er í. Tær gera av at spæla sjavs um vinningin, og ímeðan byrja tær at minnast og skilja sína fortíð. Filmurin viðger familjuviðurskifti, sjónarmið, loynidómar, manipulatión og fyrigeving. Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi? Sum tannáringar fór eg í student, men eg visti ikki, hvat eg vildi. Ikki fyrrenn eg ein dagin endaði á einum filmsetti, og har føldi eg meg heima. Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur? Alfred Hitchcock fyri hansara filmslistarligu snildir. Quentin Tarantino fyri skrivimáta og humor. Yorgos Lanthimos fyri skeivleika og sjónleikarateknikk. Ulrich Seidl fyri myndakompositión og máta at viðgera evni. Hvat snýr filmurin seg um? Ikki illa meint er ein tragiskur skemtifilmur um tveir útisetar, sum hittast í Føtex. Her útviklar ein vanlig samrøða seg til eina uppgerð um teirra vinarlag orsakað av einari konflikt, sum er uppstaðin á netinum. Tað eru tvær veruligar hendingar, sum góvu mær íblástur til filmin. Tær havi eg samansjóðað til eina søgu. Hvussu fanst tú útav, at tú vildi arbeiða við filmi? Áhugin fyri filmum hevur altíð verið har. Í 2005 gjørdi Agurk eina filmskapping, har eg og nøkur vinfólk gjørdu ein film um ein drong, sum vildi skjóta skúlaflokkin hjá sær. Aftaná tann filmin helt eg bara áfram at gera film. Hvørjar eru tínar størstu inspiratiónskeldur? Lars von Trier hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri meg, serliga filmurin Dogville. Eisini svenski leikstjórin Ruben Östlund er vorðin ein inspiratión hjá mær. The Square var ein av teimum bestu filmsupplivingunum, eg kann minnast. Hvat snýr filmurin seg um? Tað er ein filmur um ein 12 ára gamlan drong og tey tingini, hann gleðir seg til, tá hann verður vaksin. Hugskotið til filmin kom, tá vit høvdu meldað okkum til filmskapping hjá Klippfisk, har evnið var “Meðan vit bíða”. Vit meldaðu okkum til, tí okkum báðum dámdi film. Hvussu funnu tit útav, at tit vildu arbeiða við filmi? Hanna: Eg havi altíð gjørt filmar heima til stuttleika, og eisini meðan eg arbeiddi hjá Røddini. Mikkjal: Tá eg byrjaði at hyggja eft­ir einum You­ Tube’ara, sum eitur Niga­higa, fekk eg hug sjálvur at gera filmar. Hvørjar eru tykkara størstu inspiratiónskeldur? Hanna: Har eru nógvar røðir og filmar, men um eg skal draga okkurt fram, er tað norska sjónvarpsrøðin Skam, har mær serliga dámar stílin og frásagnarháttin. Mikkjal: Eg hyggi mest eftir gaming-filmum á YouTube. Annars dámar mær eisini væl Trølla-Pætur filmarnar. Góðastova Ikki illa meint 12 Leikstjóri: Andrias Høgenni Føddur: 1988. Filmsútbúgving: Leikstjóri, filmsskúlin Super16 SPURNINGAR TIL LEIKSTJÓRARNAR Lagt til rættis: Óluva Nattestad, oluva@sosialurin.fo Leikstjórar: Hanna og Mikkjal Davidsen Fødd: 2000 og 2006. Filmsútbúgving: Hanna tekur miðlakunnleika í 3.g og Mikkjal gongur í 6. flokki Leikstjóri: Maria Guldbrandsø Tórgarð Fødd: 1997. Filmsútbúgving: KBHw Film og Fotoskole Overbygning 2017