hósdagur 21. februar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
21
Hvat snýr filmurin
seg um?
Tyggigummi er tveyarin til
filmin Myndamálarin og
snýr seg um orginalin Dávur.
Hann er arbeiðsleysur og býr
heima hjá mammu síni í Havn.
Hann er skrøggari, drankari,
horubukkur og ófriðakroppur
- við øðrum orðum ein tapari.
Men tað býr tó meira í honum,
enn man heldur. Søgurnar um
Dáva eru bygdar á anekdotur,
sum eru at hoyra til veistlur,
á
arbeiðsplássinum,
í
taxabilinum, o.s.fr.
Hvussu fanst tú útav, at
tú vildi arbeiða við filmi?
Filmur er reyði tráðurin í lívi
mínum. Eg fór at elska film
sum 3 ára gamal og gjørdi
mín fyrsta, tá eg var 14 ár.
Filmur er nú bæði mín frítíð
og útbúgving.
Hvørjar eru tínar størstu
inspiratiónskeldur?
Eg havi frá barnsbeini havt
áhuga í filmum frá øllum
heimsins herðashornum,
innan allar sjangrur og stílsløg.
Tað kunnu vera filmar hjá
stummfilmsleikstjórum so
sum Murnau, til leikstjórar
sum
John
Ford,
Akira
Kurosawa, Sergio Leone,
Kubrick, Tarkovski, Spielberg,
Coppola, Scorsese, Zhang
Yimou,
Paul
Thomas
Anderson o.s.fr. Ein sena á
eini løgreglustøð í einum
koreanskum filmi kann geva
mær íblástur til eina føroyska
søgu. Og so taki eg tað, sum eg
havi lært, og geri tað til mítt
egna.
Hvat snýr filmurin
seg um?
Et
visit
snýr
seg
um
psykiataran Evu. Ein morgun
fær hon ein nýggjan sjúkling.
Tað, sum í byrjanini sær út
sum ein rutinuuppgáva, vísir
seg at vera ein stór avbjóðing
hjá Evu. Filmurin er eitt drama
við einum glimti í eyganum,
sum viðger tann mátan,
vit reagera uppá, tá okkara
lívsmynd verður bjóðað av.
Hvussu fanst tú útav,
at tú vildi gera filmar?
Eg havi altíð fortalt søgur.
Sum barn gjørdi eg lítlar
teknifilmar við Paint og
Moviemaker. Men tað var
ikki, fyrrenn eg møtti Mariu
Winther Olsen, sum eisini er
leikstjóri, at eg veruliga fór í
holt við at gera stuttfilmar.
Fyrsta filmin gjørdu vit í 3.g,
og síðan havi eg ikki slept tí
aftur.
Hvørjar eru tínar størstu
inspiratiónskeldur?
Eg fái íblástur nógva staðni frá.
Ofta eru tað einstakar senur
í einum, sum vekja hugskot
og tankar. Eg elski at nørdast
við, hvat tað er, sum fær eina
senu til at rigga. Better Call
Saul er ein sjónvarpsrøð, eg
havi fingið nógvan íblástur
av í seinastuni.
Hvat snýr filmurin
seg um?
Í
stuttum
er
tað
ein
tragikomiskur filmur um
eina alkoholiseraða ommu
og hennara tveir ommusynir.
Filmurin gongur fyri seg í
føroysku fjøllunum, og so
fari eg ikki at avdúka meira.
Filmurin viðger alkoholismu
og familjuviðurskifti.
Hvussu fanst tú útav, at
tú vildi arbeiða við filmi?
Tað var um 2006, tá eg gekk
á filmsháskúla í Ebeltoft.
Ein sera góður skúli, sum eg
mestsum av tilvild var farin
á. Áðrenn hetta vildi eg vera
sjónleikari. Eg eri uppvaksin
í einum heimi, har vit hava
fingist nógv við sjónleik og
fortalt nógvar søgur.
Hvørjar eru tínar størstu
inspiratiónskeldur?
Leikstjórarnir
Anders
Thomas
Jensen,
Paolo
Sorrentino,
The
Coen
Brothers, og Jared Hess.
Teir eru rættiliga ymiskir
viðvíkjandi stíli, men teir
hava tað til felags, at teir
brúka humor í filmunum
hjá sær. Álvarslig evni gerast
minni tung, tá tey viðgerast
við humor, og tað er eisini
tað, eg sjálv royni við mínum
filmum.
Hvat snýr filmurin
seg um?
Julians
Stigi
er
ein
science
fiction/fantasy
animatiónsstuttfilmur um
tveir foreldraleysar dreingir,
ið royna at rýma úr einum
býi, sum sær út til at fara í
sor. Filmurin er um dystopi,
einræði,
foreldraloysi,
ideologiskar bardagar og
flóttafólk. Men fyrst og
fremst snýr filmurin seg um
ein drong, sum roynir at finna
foreldur síni.
Hugskotið kom, meðan eg
teknaði eina skitsu av einum
ekspressionistiskum býi, har
ein risa fílur hekk uppiyvir
frá einari leinkju. Knappliga
hevði eg eina heila søgu, og eg
skundaði mær at skriva hana
niður.
Hvussu fanst tú útav, at tú
vildi gera filmar?
Eg
byrjaði
at
gera
sjónbandaløg, tí eg var
áhugaður í, hvussu filmar
verða til. Mín fyrsti filmur
var ein stop motion filmur,
og so við og við lærdi eg at
tekna og animera. Síðan helt
eg ongantíð uppat aftur at
gera film.
Hvørjar eru tínar størstu
inspiratiónskeldur?
A Clockwork Orange hjá
Stanley Kubrick. Eg haldi, at
tað eitt estetiskt meistaraverk
og ein tann besti filmurin
nakrantíð. Strukturelt er
tað ein løgin filmur, og hann
burdi ikki fungerað, men
eg siti sum negldur hvørja
ferð, eg síggi hann. Haraftrat
kann eg nevna The Thing
hjá John Carpenter, Spirited
Away hjá Hayao Miyazaki og
Werckmeister Harmonies hjá
Bela Tarr.
Hvat snýr filmurin
seg um?
Tað er ein heimildarmynd,
sum viðger støðuna hjá
tvørkyndum í Føroyum. Vit
fylgja Anniku Samuelsen og
hennara familju. Annika er
tvørkynd og í hált við at rætta
kropsliga kynið til tað, sum tað
átti at verið. Tað er ein lang og
krevjandi prosess, sum hevði
verið lættari, um hon kundi
fingið sítt kyn viðurkent
løgfrøðiliga ímeðan. Í Føroyum
sigur lógin, at tú ikki sleppur at
skifta kyn løgfrøðiliga, fyrrenn
tú hevur skift kyn kropsliga.
Hvussu fanst tú útav, at
tú vildi arbeiða við filmi?
Eg havi altíð teknað og
gjørt tónleik. Sum
tannáringur fann eg
útav, at man kundi
blanda myndir og ljóð
og fortelja søgur við filmi.
Klippfisk hjálpti mær nógv á
veg, tá eg var ungur.
Hvørjar eru tínar størstu
inspiratiónskeldur?
Kubrick og Hitchcock, sum
eru av gamla skúlanum, hava
lært meg nógv um filmsmál,
og hvussu man skapar kenslur
bara við myndum og ljóði.
Sofia Coppola, Spike Jones
og Michel Gondry duga væl
at fortelja søgur um einsemi.
Teirra máti at fortelja søgur
uppá hava givið mær sera
nógvan íblástur.
Tyggigummi
Et visit
Omman
Julians
Stigi
Annika
Leikstjóri: Julia
í Kálvalíð
Fødd: 1982
Filmsútbúgving:
Prógv frá
European Film
College og
bachelor frá
Baltic Film and
Media School
Leikstjóri: Atli
Brix Kamban
Føddur: 1984
Filmsútbúgving:
Digital Design og
Kommunikation
og skeið á Kort
og Dokumentar
filmskolen
Leikstjóri:
Heiðrikur á
Heygum
Føddur: 1983
Filmsútbúgving:
Leikstjóra
útbúgving frá
Super 16
Leikstjóri: Gudmund
Helmsdal Nielsen
Føddur: 1972
Filmsútbúgving:
Master í Filmsvísind,
Københavns
Universitet
Leikstjóri:
Sára Wang
Fødd: 1993.
Filmsútbúgving:
Filmsoverbygning
på KBH film
og Fotoskole.