hósdagur 21. februar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
22
EYÐFINN MAGNUSSEN,
LEKTARI Í LÍVFRØÐI Á FRÓÐSKAPARSETRI FØROYA
R
ottan, sum í dag livir í
Føroyum, er brúna rott
an (Rattus norvegicus).
Brúna rottan er lutfals
liga nýggj í Føroyum. Hon kom
higar í 1768. Áðrenn tað, hevði
svarta rottan (Rattus rattus) verið
her, men brúna rottan tók yvir, og
svarta rottan hvarv.
Søgan um brúnu rottuna í Før
oyum byrjar við einum skipsvraki,
sum rak á land í Hvalba. Hetta var
í mai í 1768. Talan var um norska
skipið „Kongen af Preussen“, sum,
ávegis frá Tróndheimi til Dublin
í Írlandi, rendi á land á skotsku
oynni Lewis. Vrakið, sum var fult
av rottum, rak til Føroyar og kom
á land í Hvalba. Við hesum vrak
inum komu fyrstu brúnu rott
urnar til Føroya. Rottan spjadd
ist skjótt kring landið. Longu
eftir einum ári, vóru tær um
alla Suðuroynna. Í 1769 vóru tær
sæddar í Havn, og eftir einans
tíggju árum, vóru tær komnar til
norðurendan á Streymoynni, til
bygdirnar Víkar og Saksunar. Í
1776 komu tær til Eiðis, og høvdu
longu trý ár seinni spjatt seg um
alla Eysturoynna. Í 1779 komu tær
til Sørvágs, og árið eftir vóru tær
eisini í Miðvági.
Útbreiðslan í Norðoyggjum
Til Norðoyggjar kom Brúna rottan
ikki fyrr enn eini 120 ár eftir, at
hon var var komin til Suðuroynna,
haðani hon spjaddi seg til hinar
stóru oyggjarnar. Rottan kom til
Norðoyggjar umleið ár 1900. Hag
ar kom hon við norðmonnum,
sum høvdu hvalastøð í Norðdepli
á Borðoynni. Hendan hvalastøðin
var á Kópagørðum, sum er einar
200 m norðanfyri, har byrgingina í
dag er um Hvannasund. Frá hvala
støðini fór rottan yvir um sundið,
og kom til Viðareiðis einaferð
millum 1904 og 1910. Nú var rottan
sostatt komin til seks av teimum
18 føroysku oyggjunum.
Síðani gingu tað eini 15 ár, til
brúna rottan kom til Kunoynna.
Tað var í 1914. Tað sigst, at fólk
hava slept rottuni í Kunoynna við
vilja. Eg havi fingið hesa søguna
fortalda frá fimm ymiskum fólk
um, sum øll hava tilknýtið til Kun
oynna, men øll ynskja tey tó at
vera ónevnd.
Søgan sigur, at tað var ein
maður, Anthenes á Strond var
navnið, sum ætlaði at byggja sær
hús í Haraldssundi. Men Haralds
sundsmenn vildu ikki hava hann
til bygdina, og noktaðu honum tí
grundstykki. Anthenes á Strond
var sera misnøgdur við hesa av
gerð, og skuldi tí í hevnisøku siga:
“Tit skulu fáa verri gest enn meg”.
Tað var rottuna, sum hann sipaði
til. Stutt eftir hetta var rottan at
síggja í Kunoynni, tí at Anthenes
á Strond skuldi hav slept einum
pari út í oynna.
Tó at eingin av teimum fimm
fólkunum, sum eg havi tosað við,
vilja vera navngivin sum kelda
til hesa søguna, so er søgan tó
umtalað í bókini “The Atlantic
Islands - A Study of the Faroe Life
and Scene”, sum bretski hermað
TÁ ROTTAN
VARÐ SLEPT
Í KUNOYNNA
Tað var í 1914,
og tað var
Anthenes á
Strond, sum
slepti rottuni
í oynna. Hesa
søguna eru
tað fleiri, sum
hava fortalt
mær, men øll
leggja tey eina
við, at eg ikki
má siga, at tað
eru tey, sum
hava fortalt
mær søguna.
Og tað geri eg
heldur ikki.
0 5 10 km
Spjaðing av rottuni í Føroyum
Hvalba 1768
*
*
*
*
Sumba 1771
Saksun 1779
Haldórsvík 1776
Norðdepil
uml. 1900
Sørvágur 1779
Miðvágur 1780
Viðareiði
1904-1910
*
Eiði 1776
*
Haraldsund
1914
FUGLOY
SVÍNOY
VIÐOY
BORÐOY
KUNOY
KALSOY
EYSTUROY
STREYMOY
VÁGAR
MYKINES
KOLTUR
HESTUR
NÓLSOY
SANDOY
SKÚVOY
STÓRA DÍMUN
SUÐUROY
LÍTLA DÍMUN
Tórshavn 1769
7˚W
62˚N
*
*
*
*
*
Spjaðingarmynstrið hjá rottuni í Føroyum. Fyrstu rotturnar
komu til Hvalba. Hetta var í 1768. Haðani spjaddu tær seg: fyrst
til Havnar og hiðani norður eftir Streymoynni. Síðani til Eiðis
og reystina av Eysturoynni. Seinni komu tær til Vágarnar. Um
aldaskiftið, ár 1900, komu tær eisini til tríggjar av Norðoyggjunum.
Hvalastøðin við Kópagarðar norðanfyri byg
spjaddu rotturnar seg runt á Borðoynni og V