Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 23 ur­in Kenneth Williamson skrivaði um Føroyar eftir kríggið. Kenneth William­son var giftur føroyskari kvinnu, Esther Louise Rein úr Havn, sum hann átti dóttrina Her­vør og sonin Robin saman við. Bók­in kom út í 1948. Týningartiltak móti rottuni í Kunoy í 1952 Eins og aðrastaðni í Føroyum, har rottan kom, gjørdi hon eisini stóran skaða í Kunoy, og tí vildu kunoyingar sleppa av aftur við rottuna. Í november mánað í 1952 varð skipað fyri einum stórum týn­ing­ artiltaki í Kunoy, fyri at sleppa av aftur við rottuna. Tað var apot­ek­ ar­in, Dávur Magnussen í Havn, sum skipaði fyri tiltakinum. Tað var hann, sum fekk eitrið til vega og Landsstýrið stuðlaði til­tak­ in­um fíggjarliga. At hjálpa sær, hevði Dávur Sjúrða Paturson úr Kirkjubø. Við stuttum millumbilum varð eitur lagt um alla oynna; í bø og haga og í lundaurðum, bæði í Haraldssundi og Kunoyarbygd. Bygdafólkið tók væl undir við hesum tiltakinum og løgdu giftina út. Ein kunoyingur, føddur í 1940-árunum, greiður soleiðis frá: “Í 1952 var skipað fyri einum tiltaki at týna rottuna í Kunoynni. Tveir menn, Mús (Jóanes Rasmussen) og ein maður úr Kirkjubø, skipaðu fyri. Menn samlaðust í einum neysti í bygdini at baka breyð, har rottugift varð koyrd í breyðið. Næsta dag fóru menn um alla oydna at leggja hesi breyðini út”, greiðir hesin maðurin frá. Hesin sami maðurin segði mær, at ein táttur varð yrktur um hetta tiltakið. Tað er tíanverri ikki eydnast mær at at fáa fatur í hes­um tátti, men maðurin, sum fortaldi mær søguna, mintist eitt av ørind­unum, sum er soljóðandi: “Her komi eg við langari nøs, hvat skal eg hava í mínari pøs” Hesin “eg-persónurin”, sum sipað verður til í táttinum, er ein langur klænur kunoyingur. Í samrøðu við Norðlýsið 8. nov­ember 1952, greiðir kunoy­ing­ ur­in Steffan Kunoy soleiðis frá hes­um tiltakinum: “Bæði vit og Haraldssundsmenn fóru til hetta arbeiði við tí vón at sleppa av við rotturnar, og eg skal siga, at vónin er ikki svikin, tí síðan rottueitrið varð lagt út fyrstu ferð fyri jól, hava rotturnar ongan skaða gjørt, og nú innheystað er í ár, hevur ikki rotta sæst í nakrari veltu, men sjálvandi kann eg ikki taka fyri, at púra eingin rotta er eftir, men tað er í hvussu so er eingin skaði av teimum. Nú vit hava gingið á fjalli, funnu vit ein deyðseyð, men eingin rotta hevði sett á hann. Vit løgdu eisini eitur har sum lundi eigur, og vóna, at har er eisini gott úrslit”, endar Steffan Kunoy frásøgnina við blaðið. Týningin miseydnaðist Rotta nørist sera skjótt. Hon gerst longu kynsbúgvin eftir trimum mánaðum. Hon gongur kviðin í 22 dagar og leggur so 6-12 ungar, sum hvør vigar eini 5 g. Rottan leggur 3- 5 ferðir um árið. Soleiðis kann ein einstøk rotta eftir einum ári gerast til einar 860 rottur, og tí er tað ikki løgið, at hon spjaddi seg sera skjótt, tá hon kom til Føroyar. At tína rottuna í einar heilari oyggj, er tí ikki bara sum at siga tað. Fyri at tiltakið skal eydnast til fulnar, skal tann seinast rottan eisini avlívast. Er bara eitt par, ella bara ein einstøk kviðin rotta eftir, kann hendan nørast víðari, og stutt eftir kann aftur vera nógv til av rottu í oynni. Oyðingartiltakið av rottuni í Kunoynni í 1952 eydnaðist tíðan verri heldur ikki til fulnar. Ein kunoyingur, sum eg havi tosað við, sigur, at eini 4-6 á eftir skipaðu útleggingina av rottugift, var aftur smekkfult av rottu í Kunoyar bygd. “Ein dagin fangaðu vit sjey livandi rottur, sum børnini í bygdini stuttleikaðu sær við. Ein í senn vórðu rotturnar sleptar leysar á einum bøstykki, tætt við skúlan í bygdini. Síðani royndu tey at fanga rottuna. Onkrar rott­ ur sluppu tó undan, og runnu í Myllánna”, greiðir kunoyingurin við spenningin frá. Rotturnar munnu hava fylgt nógv í bygdarlívinum í Kunoy í fimmtiárunum, tí ein eldri kona í bygdini, sum eg havi tosað við, minnist týðuliga rotturnar í bygd­ ini. Við eldhuga greiðir hon frá: “Tá eg var smágenta og gekk í skúla í Kunoy, plagdu dreingirnir ofta at fanga rottur, sum teir so sleptu leysum uttanfyri skúlan”. Síðani miseydnaðu royndina hjá kunoyingum at sleppa av við rottuna í 1952, er einki gjørt fyri at týna rottuna í oynni. Rottan er tí enn í Kunoynni, har hon, eins og aðrastaðni í landinum, framvegis ger stóran skaða. Heldur ikki aðrastaðni í Før­ oy­um er tað eydnast at sleppa av aft­ur við rottuna. Tí finst rottan fram­vegis á sjey av teimum 18 oyggj­unum í Føroyum: Viðoy, Borð­oy, Kunoy, Eysturoy, Streym­ oy, Vágum og Suðuroy. Ong­ar rottur eru enn komnar til Sand­ oynna, Nólsoyar ella Kals­oynna, men tað er helst bara ein spurn­ ing­ur um tíð, til hon eis­ini er kom­in hagar, tí í dag er ferða­sam­ bandið so gott til hesar oyggj­ar­ nar, og bilfergur sigla fleiri ferðir um dagin hagar, bæði við fólki og farmi. Fyrstu rotturnar komu til Føroyar í 1668. Tað var í Hvalba. Haðani spjaddi hon seg til hinar stóru oyggjarnar. Um hetta mundið, gjørdi Jens Christian Svabo sína kendu Føroyarferð, sum hann seinni skrivar um í bókini”Indberetninger fra en Reise i Færø 1781 og 1782”. Í hesum stórverki, greiðir hann frá ymiskum, sum hann hevur savnað saman um Føroyar og føroysk viðurskifti. Á blaðsíðu 54 til 59 er ein partur um “Om firefødde dyr”. Her greiðir Svabo millum annað frá, nær brúna rottan er komin til tær ymisku bygdirnar í Føroyum. Takkað verið Svabo, vita vit tí neyvt hvussu rottan hevur spjatt seg kring landið, og nær rottan kom til tær ymisku føroysku bygdirnar. Hesar upplýsingar eru millum annað grundarlagið undir spjaðingarmynstrinum av rottu í Føroyum, sum er víst á kortinum á mynd 1. gdina Norðdepil, har norðmenn høvdu hvalastøð um aldaskiftið. Frá hesi hvalastøðini Viðoynni. Seinni kom hon eisini til Kunoynna. (Mynd: Føroya Fornminnissavn). 8. november 1952 hevur Norðlýsið forvitnisliga grein, har greitt verður frá átakinum, um at týna rottuna í Kunoynni. Heimmildir Kyrjarheyg, M. (2014). Stóri týn­arin: Rottan. Síða 210-212 í bókinií “Jústa-ættin - og aðrar Við­ar­eiðis­søgur”. Ritstjørnað: Líggjas í Bø. Magnussen, E., Jensen, J.K. (2016). Nýggja rottukanningin - Sjáld­samar loppur á føroyskum rottum. Frøði nr. 1, p. 30-33. Skarði, S. (1956) Føroyski leyp­urin. Fróðskaparrit 5:108-152. Svabo, J.C. (1959). Om firfødde dyr. Indberetninger fra en Reise i Færøe 1781 og 1782. København. Sel­skabet til Udgivelse af Færøske Kildeskrifter og Studier, 1959, p. 54-59. Williamson.K. (1948) The Atlantic Islands - A Study of the Faroe Life and Scene. Routledge & K. Paul, 385 síður.