hósdagur 21. februar 2019síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
24
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
2. partur
P
ápi kundi vera upp
farandi onkuntíð og
siga okkurt, sum hann
angraði aftaná. Men
hann var so mikið lítillátin, at
hann kundi biðja sína børn um
fyrigeving. Hetta vísir ein stór
an mann. Hann var ein ógvu
liga kærleiksfullur pápi. Vict
oria greiðir frá, tá ið hon ung
arbeiddi í Klaksvík og fekk brøv
frá pápanum, sum kundu byrja
soleiðis: ”Góða Victoria, mítt
elskaða barn”, og hann helt so á
víðari í brævinum at skriva bara
tað góða og uppmuntraði hana í
tí, hon fekst við. Hinar døturnar
siga frá tí sama.
Mamma var ein stillfør kvinna,
tosaði ikki nógv, og skuldi okkurt
verið á vási, so merktist einki á
henni. Hon var altíð líka rólig.
Mamma fór so spakuliga avstað
við øllum. Mia, helt eina ferð, at
mamma var tann gjørda sjúkra
systirin.
Tað skiltist á foreldrunum, at
tey høvdu tað hart fíggjarliga í
1930-árunum. Pápi hevði ongan
tíð nakra fasta inntøku. Eingin
felagsskapur stóð aftan fyri
hann. Tey livdu í trúgv á, at tann
Harri, sum hevði sent tey, eisini
var mentur at syrgja fyri teimum.
Tey fingu pening frá brøðra
samkomum kring landið og frá
fólki, sum høvdu fingið hetta lagt
á hjartað. Eisini fingu tey mat, so
sum kjøt, frá fólki.
Tað var nokk meira av stuðli
undir krígnum enn framman
undan. Tá vóru eisini fleiri pengar
millum fólk.
Bíbliutýðingin
Bíbliutýðingin var eitt stórt og
umfatandi arbeiði. Fyrst var
tað sjálv umsetingin. Og so allir
rættlestrarnir, sum vóru fimm í
tali. Tað vóru eisini onnur, sum
lósu rættlestur. Tað vóru menn
i Havn og eisini nakrar av eldru
systrunum.
Elsti beiggin, Dánjal, maskin
skrivaði 16 ára gamal alt handritið
á eini skrivimaskinu av tí gamla
slagnum. Hetta var, áðrenn hann
17 ára gamal fór í læru sum blikk
smiður hjá Kjølbro í Klaksvík.
Hetta má sigast at vera eitt
framúr avrik av einum so ungum
drongi. Hann skrivaði ikki færri
enn 3.000 ørk í hesum arbeiði.
Hann var so umhugsin, at tað var
so mikið pláss millum reglurnar,
at tað kundu gerast rættingar við
penni. Hetta lætti nógv um, tá ið
týðingin varð endurskoðað nøkur
ár seinni.
Mamma segði, at hann sat um
alt húsið við hesum arbeiði, við
hvørt á ovasta lofti og onkuntíð
niðri í kjallaranum. Sjálvsagt
kundi ein so ungur drongur ikki
støðast á sama staði alla tíðina
við so stórum arbeiði, sum hetta
var.
Dánjal var ógvuliga stillur,
dugnaligur og friðarligur. Hann
líktist nógv mammu í verumáta.
Hann sigldi nógv við Sendi
boðnum, ofta saman við pápa,
í sínum ferium, har hann ikki
duldi sína andaligu sannføring.
Ein ótrúliga fittur og skikkiligur
drongur.
Mamma átti sín lut
í bíbliutýðingini
Tá ið mamma rundaði tey 100
árini, hildu vit systkin føðingar
dag fyri henni. Tá segði Dánjal í
síni talu, at mamma sikkurt hevði
verið meira við í bíbliutýðingini
enn nakar ánaði. Hann mintist, at
pápi ein dagin kom so skundigur
inn í køkin og spurdi mammu,
hvussu storknað feitt æt á før
oyskum. Hon svaraði, at tað æt
fløt. “Ja, men hví segði tú tað ikki
beinanvegin”, og so streyk hann
inn aftur í skrivstovuna. Tað
skuldi alt ganga við teirri rúkandi
ferð.
Alla tíðina, pápi týddi Bíbliuna,
ferðaðist hann eisini út á bygd.
Tá hevði hann handritið við sær,
so hann fekk ótrúliga nógv av
skafti.
Mamma helt, tá ið pápi var
farin, at hann helst hevði lagt ov
mikið fyri, meðan bíbliuarbeiðið
stóð uppá. Hann var jú ikki
kropsliga sterkur og hevði ringar
svøvngávur.
Pápi yrkti og týddi eisini nógv
ar sálmar. Hann hevði fingið
grammofon og plátur, ið keyptar
vóru í Onglandi undir krígnum.
Hann týddi nógvar av hesum
sálmum til føroyskt, og eru teir
komnir í sálmabókina.
Nógvir gestir
Tað komu nógvir gestir á gátt
millum ár og dag. Hetta kundi
vera handilsmenn, skiparar, trú
boðarar og mong onnur við. Øll
vóru viðfarin líka. Munur varð
ikki gjørdur á høgum og lágum.
Tey tóku sær eisini av veikum og
gomlum menniskjum. Til dømis
læt pápi inni í okkara garði byggja
hús, sum vit kallaðu “gamla mans
hús”, hetta er hjallur í dag.
Her búði ein íslendingur eina
tíð. Hann var vist ein Harrans
tænari. Eisini vóru onnur, sum
fingu hendan møguleikan.
Betty, elsta systir pápa, var
ógift. Hon búði nøkur av sínum
seinastu árum hjá okkum, men í
1966 flutti hon til Miu, systur og
var har, til hon doyði í 1968. Mia
var serliga góð við Betty. Hon var
jú fødd inni hjá teimum úti í Søld
arfirði.
Pápi var ein mentaður maður,
visti alt og dugdi alt møguligt.
Hans Christian, beiggi, segði, at
tá ið hann fór á skiparaskúla
í Havn, at pápi lærdi hann at
rokna. Hann segði, at líka mikið,
hvat man spurdi pápa um, so visti
hann tað.
Pápi var eisini hegnigur. Í Elim,
salinum í Søldarfirði, hanga nøk
ur vøkur skriftstøð, sum hann
málaði, tá ið hann búði har. Tey
eru so vøkur, og hvørja ferð sal
urin er bygdur størri, eru máln
ingarnar fluttir við.
Eitt teirra ljóðaði so á donskum:
“I Herrens Frygt har en et stærkt
Værn, og for hans Børn skal der
være Tilflugt”, Orðatøkini 14,26.
Maria helt, at hetta minti so
nógv um foreldrini. Hvønn týdn
ing tað hevur at eiga foreldur,
sum biðja fyri børnum sínum
og læra tey at óttast Harran, tað
kemur ævinleikin at opinbera.
Pápi gjørdi eisini nokk so nógv
av øðrum handaligum arbeiði.
Hann smíðaði millum annað allar
sengurnar, vit svóvu í sum børn.
Mamma var røsk
og lítillátin
Mamma var ein røsk kona, tó at
hon leið nógv av høvuðpínu. Hon
var sjálvlærd seymikvinna. Alt
var snøgt og vakurt, sum hon
gjørdi. Hon dugdi væl at gera mat,
serliga føroyskan mat. Hon kom
jú eisini úr einum bóndahúsi, hjá
Mariu og Hans bónda.
Tað er hugtakandi at hoyra, hvussu børnini hjá Rikku og
Victor, Mia, Harriet og Victoria greiða frá sínum heimi.
Foreldrini vóru ógvuliga ymisk, men tey riggaðu væl saman
SIÐSØGA
Børnini hjá Victor:
RIKKA VAR
GÓÐUR RÁÐGEVI Í
BÍBLIUTÝÐINGINI
Gatumøti uttanfyri Siloa, fyrsti salurin hjá samkomuni
í Fuglafirði, har Victor búði við familju fyrstu árini í
Fuglafirði. Hetta er málningur hjá Frits Johannesen.