hósdagur 21. februar 2019síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
25
Komandi partur
Í komandi parti verður millum annað greitt
frá, tá ið Harriet fór til Rom saman við pápa
sínum.
Borðið, sum mamma kundi
dekka, sá so innbjóðandi út, at
elsti ommusonurin, Victor á Lakj
uni, segði eina ferð um borðdekn
ingin, at “tað var eitt upplivilsi at
seta seg til”. Tað var ikki tí, at tað
var oyðslað við nøkrum, men tí
hon dugdi so væl at gera tað so
vakurt, hugnaligt og leskiligt.
Mamma var eitt ósjálvsøkið
menniskja, kravdi einki fyri seg
sjálva, var stillfør og gudsóttandi.
Pápi segði mangan, at hann hevði
ikki avrikað tað, sum hann gjørdi,
um hann ikki hevði havt hana
undir liðini á sær.
Skúlin: Fyrstu flokkarnir
vóru heima
Vit fimm yngstu systkini gingu
ikki í 1. og 2. flokki í skúlanum,
men fóru beinleiðis í 3. flokk. .
Hetta kundu øll gera, bert skuldu
børnini vera á sama støði sum
hini, tá ið tey komu í skúla.
Vit komu heldur ikki til tímar
nar í katekismus. Hetta var ein
rættur, sum børn uttan fyri
fólkakirkjuna høvdu. Vit vóru
heldur ikki til bíbliusøgu, tí pápi
helt, at lærarin blandaði katekis
mus hjá Luther inn í hesa læru
grein. Her vildi pápi heldur geva
okkum frálæru í síni sannføring
um hesi viðurskifti.
Tað kundi annars henda, at
“baptistabørn” vórðu happað,
men hetta merktu vit einki til,
hóast orðaskifti kundi vera hvast
millum trúarbólkar. Men hetta
forðaði ikki fyri, at vit kundu vera
boðin til jólaveitslu í missións
húsinum.
Syndalistin hjá Miu
Sum sagt, so skikkaðu vit okkum
væl. Men sum onnur børn kundu
vit gera okkum dælt, tá ið onkur
av eldru systkjunum skuldi hava
ábyrgdina av okkum. Eina ferð
var mamma farin til Suðuroyar
við pápa. Mia skuldi hava ábyrgd
av okkum øllum og skuldi passa
húsið, men sjálvandi skuldu tær
yngru systrarnar hjálpa til. Tá
hevði Mia hongt ein lista á spísi
kamarshurðina. Her skuldu skriv
ast “syndirnar”, vit høvdu gjørt,
meðan foreldrini vóru burtur.
Men tað varð kortini einki gjørt
við hendan syndalistan, tá ið tey
komu aftur. Hetta var kortini ikki
so álvarsamt. Listin varð koyrdur
burtur, og alt var fyrigivið.
Men hetta hevði Mia sjálvandi
skrivað í máttloysi og fyri at seta
seg í respekt, hon var jú so ung.
Mia var ógvuliga røsk. Hon
segði onkuntíð, at hon slapp ong
antíð at vera barn, tí hon so tíðliga
varð noydd til at hjálpa til.
Hon var bara 16 ár, tá ið Rich
ard, tann yngsti av okkum, varð
føddur, og hon var sum eina eyka
mamma fyri hann.
Mia hevði hann hjá sær um
náttina, so mamma kundi fáa frið
at sova. Hon var so útkoyrd eftir
tíggju títtar barnsburðir.
Mia var ein fantastiska góð
og álítandi systir. Hon var eisini
røsk alt lívið. Tí var hon eisini
væl egnað sum sjómanskona, har
maðurin var burtur stóran part
av árinum.
Hon var heldur ikki bangin
fyri alment at tala at tí, sum var
skeivt í samfelagnum. Hon røkk
nærum tey 85 árini.
Virkaði eisini í Vestmanna
Pápi fekk eisini kall at fara til
Vestmanna at tala orðið har.
Hann leigaði eini stór hús í trim
um hæddum á Mørk. Har vóru
tríggjar stovur. Tvær stórar, har
dupult hurð var ímillum, vórðu
brúktar til møtisal,. Tann minsta
var so stova hjá okkum. Har var
eisini rúmligur køkur, stórt spísi
kamar, stór gongd og loft við fleiri
kømrum. Har komu eisini aðrir
menn og fólk at halda møtir, og
vit búðu eisini har nøkur skifti.
Men í 1946 varð hann uppsagdur
í hesum húsum. Tá varð bygdur
ein salur, Gideon, við sali í erva
og íbúð í neðra.
Tað var ikki lætt at hava tvey
húsarhald í krígstíð, tí nógvar
av teimum vørum, sum vórðu
brúktar í einum húsarhaldi, vóru
skamtaðar. Hetta kundi vera
kaffi, te og sukur.
Men keypmaðurin, Otto Jacob
sen, sum var góður vinur við
pápa, var ógvuliga beinasamur, so
vit fingu tað, sum okkum tørvaðu.
Annars royndu vit ikki at gera
mun á keypmonnunum í bygdini
og keyptu frá øllum.
Tað var nú ikki bara stuttligt
hjá okkum. Eina ferð Victoria var
einsamøll í Vestmanna saman
við pápa, sendi hann hana runt
í bygdini at sláa upp plakatir at
boða frá møti. Hon var so lítil,
átta ára gomul, og hon rakk ikki
væl upp á pelarnar. Eisini var hon
smæðin. Í meðan stóð onkur aft
an fyri hana, sum skræddu alt
niður aftur. Tí kundi tað vera ein
veruligur krossur at fara við slík
um plakatum. Men tað var um
ráðandi at fáa boðskapin út, tí
mátti hetta gerast. Hildin vórðu
eisini útimøti runt í bygdini, og
vit vóru altíð við pápa, tá ið vit
vóru við í Vestmanna.
Har stóð hann, sang, bað og
talaði, viðhvørt einsamallur, aðr
ar tíðir við okkum børnum aftur
at sær.
Vit gingu so ørindi fyri hann.
Eitt tað besta var at verða send til
Palla, bakaran, at keypa tesnittur,
tí tær smakkaðu so væl.
Pápi fór eisini til Slættanesar
at halda útimøti, tá ið líkindi
vóru. Hann leigaði ein maskinbát
at fara hagar. Móttøkan var góð.
Hóast vit vóru væl móttikin í
Vestmanna, so hildu vestmenn
ingar sum heild fast við kirkjuna.
Pápi talaði uttanfyri,
meðan Victoria var fødd
Victoria var fødd í gamla Siloa,
har vit búðu tá. Men meðan
Victoria kom til verðina, stóð
pápi á trappuni og prædikaði á
gøtumøti. Tá vildu jarðarmøður
kortini ikki hava páparnar at
vera inni.
Hetta Siloa er ikki til longur.
Nú er ein talandi standmynd av
pápa, har Siloa var.
Okkara foreldur samdust
ógvuliga væl í øllum týdning
armiklum málum, eisini um
barnauppaling. Tey vóru eisini
samd um at fara út í virkið sum
trúboðari. Mamma kom til trúgv
17 ára gomul við at lesa eina bók,
sum abbi, D.J. Danielsen, hevði
givið henni. Hann gjørdist seinni
verfaðir hennara.
Tað vóru ongantíð ljót orð ella
banniorð at hoyra í okkara heimi,
og ósømiligt skemt kom ikki upp
á tal.
Pápi var sera barngóður mað
ur. Hann plagdi at leggja hondina
á høvdið á børnum, sum komu
inn til okkara og lýsa signing yv
ir tey. Tað gjørdi hann eisini yvir
okkum.
Okkara nærmastu grannar
vóru tey hjá Onnu og Jacob Har
aldsen, reiðari og keypmaður.
Tað var altíð væl millum hús
ini, vit læntu ymiskt frá hvørjum
øðrum, sum til dømis breyð.
Jacob bleiv ógvuliga sjúkur,
hann lammaðist í aðrari liðini.
Honum dámdi betri mammusa
breyð. Anna var so fitt við hann,
at hon sendi arbeiðsgentuna inn
til okkara at skifta um breyð,
so vit fingu teirra og tey fingu
okkara.
Rikka, kona Victor, var ein ómetaligur stuðul,
eisini í arbeiðinum at týða Bíbliuna.
Dánjal, sonur Victor, skrivaði alt
bíbliuhandritið á skrivimaskinu
av tí gamla slagnum.
Handritið taldi 3.000 ørk. Her sæst hvussu nógv tað fylti
á Landsbókassavninum. Stakkurin er triðingsmetur
høgur. Eitt ótrúligt avrik hjá 16 ára gomlum drongi.
Hetta er kuffertið, sum Victor nýtti, tá ið hann ferðaðist og hevði
bíbliuhandritið við sær. Harriet hevur tað heima hjá sær.