Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 30 SJÚRÐUR HILDARSON HOYDAL Bárður Johannesen – Kyndil kvinnur Kyndilskvinnur eru væl fyri undan finaluni, har eru nakrir lítlir snuddir hjá onkrum leikar­ um, men hetta fer ikki at forða nøkr­um at spæla finalu, greiðir Bárður Johannesen, venjari hjá Kyndli, frá. Bárður Johannesen tók við sum venjari undan hesum kapp­ ingar­árinum, so hann var ikki sjálvur við tá ið Kyndil misti bæði FM- og steypafinaluna móti VÍF. Leygardagin verður enn ein finala á skránni móti VÍF, og venjarin ásannar at onkur hevndarhugur helst ligg­ ur í leikarunum. -Tær, ið vóru við í fjør eru sera spentar at vita um tær ikki kunnu fáa eitt betri úrslit hesa­ferð, sigur venjarin, men ásannar at tað er ein trupul upp­gáva. -Vit hava spælt móti VÍF tríggjar ferðir í landskappingini í ár, og tapt hvørja ferð, so hetta verður stórur biti, heldur venj­ arin. Tað var tó um at eydnast Kyndli at koppa VÍF seinast liðini hittust, men í seinastu løtu mistu kyndilskvinnur bæði stigini. Tann dysturin nívir kanska nakað enn, viðgongur venj­arin, men slær fast at nú fara tær at royna aftur. Hesin seinasti dysturin móti VÍF var eisini avgjørdur av smá­ lutum, og fólk flest væntað ein javnan dyst. Bárður Johannesen heldur kort­ini at VÍF má átaka sær favorittleiklutin í finaluni. Hann vísir á, at í einari finalu hava roynd­ir sera nógv at siga, og hesar hava vestmannakvinnur. Kyndils­liðið er nakað yngri, og onkun­tíð kann tað eisini geva úrs­lit, men tað er ikki til at siga hvussu leikararnir bera seg at undir teimum umstøðunum, ið steypa­finalan er karmur um. Steypafinalan verður sum altíð leikt í Havn, men hetta merkir ikki at Kyndil hevur nakran serligan fyrimun, tó at tað ikki ger støðuna verri, sum venjarin tekur til. Hann vísir á, at helst vera eins nógvir vest­ menningar sum kyndilsfólk, og VÍF hevur fyrr prógvað at tær kunnu vinna undir slíkum um­ støð­um. Karmarnir um steypa­finalu­ na eru heilt serligir, og venj­arin gleðir seg saman við sín­um leikarum at spæla undir so­vorð­ num umstøðum. -Hetta er tað størsta upplivilsi í føroyskum hondbólti, ger venj­ arin greitt. Karmarnir geva eitt ávíst trýst, og venjarin viðgongur at trýstið kann seta seg á ungu leikar­ar­nar, men heldur fyri, at har helst eisini vera nervar á mót­støðu­liðinum. Bárður Johannesen væntar ein spennandi dyst, og vísir á at umframt at vestmannakvinnur eru royndari, so hava tær eisini størri skothóttan. -Vit spæla øðrvísi enn tær, men tað verður nógv sum verður av­gerandi. Um veingirnir skora og hvussu nógv málverjarnir bjarga, sigur venjarin, og vísir á at tað kanska eru tveir teir sterkastu málverjarnir í landinum, ið koma at standa í hvør sínum enda. Hvussu alt hetta fer at spæla av, so vónar Bárður Johannesen ein góðan, tættan og spennandi dyst, og at tað fer at koppa til fyri­mun fyri Kyndil. Ingi Olsen – VÍF kvinnur -Alt gongur sum tað skal, vit hava ongar skaðar og vit hava onga orsøk til at lagið ikki er gott, sigur Ingi Olsen, venjari hjá VÍF, undan steypafinaluni leygar­dagin. Tað hevur gingið hampiligt hjá VÍF sambært venjaranum. -Spæl­ið kundi verið betur, men vit hava so vunnið, sigur Ingi Olsen. Í steypafinaluni skulu ráð­ andi steypavinnararnir royna at basa Kyndli, ið er eitt lið, ið VÍF hevur góðar royndir av hetta kappingarárið. Gaman í var tað hesin serligi dysturin, har Kyndil helst átti at vunnið, ið stendur sterkast í minninum. -Summi siga at vit stjólu sig­ urin, men eg haldi heldur at tað var Kyndil, ið gav okkum sigurin, tekur Ingi Olsen til. Kanska vóru tað royndirnar, ið spældu inn har, og Ingi Olsen er eisini fegin um hesar dygdir­ nar á liði sínum. -Vit hava eina góða saman­ seting av bæði yngri og royndari ÍTRÓTTUR: Hondbóltur VFF-Cup: Leygardagin eru ársins steypafinalur hjá bæði kvinnum og monnum, og felags fyri báðar dystirnar er, at tað er trupult at spáa um úrslitini. Sosialurin hevur prátað við venjararnar hjá teimum fýra steypafinalistunum, og teir eru eisini á einum málið um at alt er púra opið og at smæstu smálutirnir verða avgerandi Ingi Olsen skal royna at endurvinna steypakappingina saman við VÍF Skal tað eydnast Bárði Johannesen og Kyndli at endiliga koppa VÍF? SMÁLUTIRNIR FARA AT AVGERA STEYPA­ FINALURNAR