hósdagur 21. februar 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
31
leikarum og hetta er oftast gott
tá ið dystirnir gerast javnir, held
ur venjarin, ið eisini greiðir frá
at liðið hevur góðar royndir av
at vinna teprar dystir móti júst
Kyndli.
-Vit vóna at minnini frá
steypafinaluni í fjør kunnu
leggja eitt trýst á Kyndil, men eg
veit eisini at tær eru uppsettar
til at hevna alt sum hendi í fjør,
sigur Ingi Olsen, og leggur aftur
at at tað hevði hann eisini verið
um støðan var umvend.
-Vit leggja tó dentin á okkum
sjálvi, sigur VÍF-venjarin, og
greiðir frá at liðið hevur nakrar
avbjóðingar.
-Vit hava nokkso nógv ting,
sum ikki hava koyrt líka væl í
ár, og tað skulu vit royna at fáa
at eydnast leygardagin, sigur
venjarin og greiðir frá at liðið
hevur ikki funnið somu góðu
rútmuna sum tað hevði undan
farna kappingarár. Kanska er
VÍF kortini um at finna rætta
stevið, tí hálvfinalurnar móti
H71 vóru góðar.
-Vit hava havt nógvar trupul
leikar við H71 í ár, og tað at vit so
vinna tær nokkso sannførandi
bendir á, at vit eru á rættari leið,
sigur Ingi Olsen.
Kyndil er kanska eitt enn betri
lið enn H71, og VÍF-venjarin vísir
eisini á at har eru nógvir góðir
leikarar á fleiri plássum. Hann
nevnir millum annað Súnu
Krossteig Hansen sum ein sera
góðan gjøgnumbrotsspælara og
Mariannu Geirsdóttir Eystberg,
sum spælir væl betri í ár og
gevur eina hóttan uttanifrá sum
er væl størri enn í fjør, sambært
Inga Olsen. Harafturat nevnir
hann at Kyndil er sera sterkt á
vinstra vongi og í málinum.
-Tað ger at vit skulu vera nær
lagdar og vilja tað minst líka
nógv sum hinar sigur Ingi Olsen
avgjørdur.
Styrkirnar hjá Kyndli eru
heldur ikki ólíkar teimum hjá
VÍF, ið eisini er sera kent fyri
gjøgnumbrot á miðjuni og
hóttan uttanifrá á vinstra bakki.
Hann staðfestir eisini at tað er
torført at taka dagar ímillum
hvør hevur betri leikararnar.
Tað snýr seg um hvør kemur
at spæla betri leygardagin. Ein
munur er tó at VÍF hevur ein
láman skjútta á høgra bakki,
og hetta kann gera mun, heldur
Ingi Olsen
-Tað er hips sum haps á
næstan øllum plássum, sigur
venjarin.
Tá í styrkin á liðunum er so
jøvn, so kann tað sálarliga fáa
fyrimun, og Ingi Olsen vísir á,
at tað ræður um at raka rætta
spenningsstøðið til finaluna.
Summir leikarar kunnu gerast
yvirtendraðar, meðan aðrar
stórtrívast í slíkum umstøðum,
og sovorðnar leikarar hava bæði
VÍF og Kyndil, so lagt er upp til
eina sera góða finalu.
Martin Lellek –
Kyndil menn
-Eg gleði meg ótrúliga nógv.
Fyrstu ferð eg var í Føroyum
var til steypafinalurnar í fjør,
meðan eg samráddist við Kyndil.
Tá eg sá umstøðurnar í finaluni
var eg seldur, og hugsaði at
hetta kundi eg væl hugsað mær
at roynt, sigur Martin Lellek,
kyndilsvenjari. Kyndil spældi
seg í finaluna eftir at teir vunnu
á H71, eftir eitt framúr avrik í
fyrru hálvfinaluni.
-Eg hevði ikki væntað at vit
vunnu á H71 eftir tveir dystir.
Eg helt at tað var tað torførasta
mótstøðuliðið vit kundu hitta,
og at vit vunnu á teimum vísir
hvussu sterkir okkara spælarar
eru, og hvussu góðir teir eru tá
ið teir raka toppstøðið, heldur
venjarin fyri.
Onkursvegna gjørdist ven
jarin bilsin um hvussu væl liðið
hjá honum kom frá byrjan móti
H71, men hann hevði eisini eina
góða kenslu áðrenn dystin.
-Eg helt at vit høvdu ein sera
góða taktiska venjing dagin fyri
fyrru hálvfinaluna, har eg kendi
á mær at leikararnir vóru sera
fokuseraðir, so eg hevði eina
góða kenslu undan dystinum,
sigur Martin Lellek, ið tó ikki
hevði væntað eina so góða
byrjan sum talan gjørdist um.
-Eg hevði verið glaður um vit
vunnu við einum ella tveimum
málum, men at vit so vístu okk
um at spæla so væl, tað kundi eg
bert ynskja mær.
H71 hótti við at minka rætti
liga nógv um munin í fyrra
dystinum, eins og tað eina løtu
var líkt til at hoyvíkingar fóru
at taka savnaðu leiðsluna aftur,
men í báðum førum megnaði
Kyndil at taka tamarhaldið
aftur á dystinum. Tað var fyrst
og fremst leikarunum at takka,
sigur venjarin. Teir vístu stóra
sálarliga styrki og stríðsvilja,
og teir stóðu saman tá ið tað sá
trupult út, greiðir venjarin frá.
Nú stendur Kyndil so í
steypafinaluni eftir eitt skift
andi kappingarár, har liðið nú
loksins sær út til tryggja sær
fjórða plássi í landskappingini.
Men seinastu tíðina hevur liðið
tykist alsamt sterkari, og Martin
Lellek heldur eisini at liðið í dag
er eitt heilt annað lið enn tað, ið
byrjaði kappingarárið.
-At byrja við høvdu vit eina
verju sum helst vildi standa
niðri á seks metrum og taka
ímóti, men í dag hava vit fingið
nógv meira hædd á verjuna, og
tað krevur eisini dirvi. Hetta
eydnaðist eisini sera væl móti
H71 við trimum verjuleikarum
høgt á vøllinum, greiðir Martin
Lellek frá og staðfestir: -Eg haldi
vit spæla sera góðan hondbólt í
løtuni.
Gaman í tapti Kyndil fyri
Neistanum í bólkaspælinum,
men hetta skulu fólk ikki leggja
so nógv í, sigur kyndilsvenjarin.
Hann vísir á at dysturin hevði
ikki so nógv at siga, og at tað
verður eitt heilt annað trýst at
spæla undir í finaluni.
Og trýstið kann gerast av
gerandi. Nakrir leikarar trívast
væl undir trýsti, meðan nakrir
lata seg órógva ov nógv, heldur
Martin Lellek, ið tó væntar at
leikararnir hjá sær fara at trívast.
-Eg haldi teir vístu í Hoyvík at
teir duga at spæla undir stórum
trýsti, sigur venjarin og sipar til
hvussu høllin larmaði tá ið H71
var um at taka leiðsluna í seinnu
hálvfinaluni.
Tað ber ikki til at siga hvønn
veg finalan fer at koppa heldur
venjarin.
-Tað liðið, ið rakar dagin, ger
fæst villur og avgreiðir sínar
møguleikar best fer at vinna,
og tað vóni eg at vit gera, sigur
Martin Lellek at enda.
Jeppe Borch – Neistin menn
Neistin rakk FM-finalunum
seinasta kappingarár, har tað
gjørdist til silvurheiðursmerki.
Nú stendur Neistin aftur í eini
finalu, og liðið er svangt eftir at
smakka gull.
Jeppe Borch, neistavenjari,
kennir eisini at liðið hjá sær er
í sera góðum hýri, allir leikarar
eru til reiðar og gleða seg at
spæla finaluna.
Eins og venjarin hjá mót
støðuliðinum, so hevur neista
venjarin trupult við at síggja
nakað lið hava fyrimun, og hann
vísir á, at higartil hava liðini
vunnið ein tættan dyst í part
umframt at tey hava spælt ein
javnleik.
Neistamenn eru ósigraðir í
steypakappingini í ár, og í sein
nu hálvfinaluni settu teir veru
liga KÍF upp á pláss.
-Tað er eingin ivi um, at vit
vóru sera nøgdir við seinasta
dyst, og vit fara sjálvsagt at
royna at raka eitt eins høgt støði
aftur. Nú fara vit at vita um
vit ikki fáa lagt nøkur prosent
afturat undan finaluni, sigur
Jeppe Borch.
Seinast Neistin vann steypa
kappingini, var tað móti júst
Kyndli í finaluni, og neista
venjarin heldur eisini at ein
grannauppgerð við Kyndli gevur
finaluni eyka spenning.
-At spæla móti Kyndli ger
tað enn stuttligari, bæði fyri
leikararnar og áskoðararnar. Eg
kenni at tað er ein góður kapp
ingarandi millum feløgini, og tað
vænti eg eisini kemur til sjóndar
leygardagin. Hvørgan liðið fer at
leggja seg niður av fríum vilja,
ger Jeppe Borch greitt, og leggur
afturat at Neistin kortini ikki
hugsar so nógv um hetta í fyri
reikingunum.
-Vit fyrireika okkum til
dystin eins og altíð: Við virðing
fyri mótstøðuni og við trúgv á
okkara egnu evnir, sigur neista
venjarin.
Hann væntar eisini ein sera
tættan dyst.
-Liðini kenna hvønn annan so
væl, so eg vænti at teir heilt smáu
smálutirnir gerast avgerandi.
Tað vera teir lítlu tvídystirnir í
dystinum, sum til dømis dyst
urin millum málverjarnar, sum
fara at koppa dystin annan veg
in. Tá ið saman um kemur, so
vænti eg at tað liðið, ið megnar
at halda høvdið kaldast tá ið
tingini skulu avgerast, fer at
vinna dystin, sigur Jeppe Borch
at enda.
SJURDUR@SOSIALURIN.FO
V
enjararnir gera allir
nógv burtur úr se
rligu kørmunum
í steypafinaluni,
og hetta sleppa nógvir ungir
leikarar eisini at uppliva í
vikuskiftinum. Aftur í ár
spæla tær yngru deildirnar
sínar steypafinalur undir
somu umstøðum sum tey
vaksnu. Tær verða leiktar
soleiðis:
Ársins
hæddarpunkt
fyri tey yngru
LEYGARDAGIN 23. FEBRUAR
Kl. 18.00
G18:
Neistin – Kyndil
Kl. 19.30
D18:
Neistin – StÍF
SUNNUDAGIN 24. FEBRUAR
Kl. 12.50
G10:
VÍF – H71
Kl. 13.30
D10:
Neistin – H71
Kl. 14.10
G12:
VÍF – Kyndil
Kl. 15.00
D12:
H71 – Kyndil
Kl. 15.50
G14:
H71 – Neistin
Kl. 16.50
D14:
VÍF – H71
Kl. 17.50
G16:
H71 – Neistin
Kl. 19.25
D16:
H71 – StÍF
-Steypafinalan í fjør sannførdi meg um at eg skuldi
koma til Føroya, sigur Martin Lellek
Jeppe Borch hevur fingið góð úrslit við Neistanum,
men enn vanta fyrstu gullheiðursmerkini
FINALURNAR Í FAXE KONDI-KAPPINGINI
LEYGARDAGIN 23. FEBRUAR
Klokkan 13.30: VÍF – Kyndil (kvinnur)
Klokkan 16.00: Neistin – Kyndil (menn)