mánadagur 25. februar 2019síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN SÍÐA 7
Sum
fótur í
hosu til
Honnu
SÍÐA 7
Café
Grugg í
Sjónleikar
húsinum
– Ja, sjálvandi hava vit ávirkan
á, um Norðoya Sparikassi slepp
ur at vera SIFI banki ella ikki. Og
sjálvandi fara danskir myndugleik
ar at lurta eftir niðurstøðuni, sum
vit fara at koma til.
Soleiðis segði Kristina Háfoss,
fíggjarmálaráðfrú, við sjónvarpið í
síðstu viku.
Men tað sum sjónvarpið ikki gá
aði um hetta kvøldið var, at pápi
Kristinu Háfoss, John Danielsen, er
nevndarformaður í Norðoya Spar
ikassa, og tí átti hon at fingið nát
úrliga spurningin, um hon hevur
gegnið at taka støðu til slík.
Tað hevur stóran týdning fyri
ein peningastovn at sleppa undan
at vera SIFI banki, sum er ein banki,
sum hevur so stóran týdning, at
hann má ikki fara á húsagang. Tað
merkir, at bankin skal seta fleiri
pengar til viks at standa ímóti við.
Fyri Norðoya Sparikassa merkir
hetta, at sparikassin sleppur undan
at taka lán upp á 100 milliónir krón
ur, sum so hevði tyngt raksturin og
gjørt tað truplari sum peninga
stovnur.
Men tað skurrar álvarsliga, tá
fíggjarmálaráðfrúan heldur uppá,
at hóast pápin er nevndarformaður,
so er hon ikki ógegni. Tá sjónvarpið
spurdi hana dagin eftir segði hon,
at hon metti seg ikki ógegniga.
Altso, landsstýriskvinnan held
ur tað ikki hava týdning, at hon
kann hava tað ávirkan, at Norðoya
Sparikassi sleppur undan at læna
100 milliónir?
Og pápi hennara er nevndarfor
maður í bankanum?
Hetta fær fólk at hugsa og
spyrja, jvar fóru nú klokkukláru
mannagongdinar og greiðu linjur
nar hjá Tjóðveldinum?
Tá vit tosa um gegni, so snýr tað
seg um álit. Og tú fært ikki gjørt so
nógv við tað, um fólk ikki hava álit
á tær – uttan at arbeiða álitisfult.
Her
átti
landsstýriskvinnan
heldur at tikið í egnan barm enn at
bera tað saman við, at hon hevur
systrar sum eru pedagogar, og so
má hon eisini vera ógegnig, tá hon
ger sáttmála við pedagogarn.
Her er eyðsæð, at landsstýris
kvinnan ikki hevur mett rætt. Tað
er heldur ikki ein spurningur, um
tað hevur týdning fyri endaliga
úrslitið ella ikki Men tað er ein
spurningur um álit, at fólk kann
hava álit á landsstýrisfólkum.
Úrslitið verður uttan iva, at løg
maður fær onkran annan at senda
endaligu boðini til danska Vinn
umálaráðið, men tað hevði sæð
penari út, um Kristina sjálv gjørdi
bar seg undan og lat ivan koma til
koma málinum tilgóðar.
EIN SPURNINGUR UM ÁLIT
Barbara er ungdómsvalevnið
hjá Javnaðarflokkinum
Tað hevði sæð penari út, um
landsstýriskvnnan bar seg undan
Í Tjóðveldinum eru
tey ikki heilt samd um,
hvussu almenni mynd
ugleikin skal viðgera
miðlarnar
Vit kunnu kanska heldur
siga, at tey eru ósamd um,
hvussu
nógv
miðlarnir
skulu sleppa at síggja av
skjølum hjá tí almenna.
Høgni Hoydal, sum er
fyrrverandi tíðindamaður
í sjónvarpinum, ætlar at
gera broytingar í lógini um
sjófeingi, so meira kann
haldast dult fyri miðlunum.
Tað hevur fingið ein
annan
tjóðveldismann,
Øssur Winthereig, at tala at
á Facebook, har hann skriv
ar soleiðis:
»Høgni Hoydal vil taka
lógina um alment innlit
burtur úr egnari lóg um
sjófeingi.
Páll á Reynatúgvu hevur
tikið almenna innlitið burt
ur fyri tær 30.000 kr, sum
hvør løgtingslimur fær til
førleikamenning.
Sirið Stenberg vildi ikki
fylgja umboðsmanninum
og geva innlit í heilivágs
brúkið hjá alivinnuni.
Kristina Háfoss ætlar at
gera tilráðing um Norðoya
Sparikassa, har pápi henn
ara er formaður...«.
Umframt Høgna Hoydal,
so eru fyrrverandi sjón
varpsfólkini Bjørt Samuel
sen og Ingolf Olsen eisini í
tingbólkinum hjá Tjóðveldi
– og har er eisini Magni
Arge valdur, sum eisini hev
ur havt sína gongd í KvF.
Og Øssur Winthereig
stillaði sjálvur upp fyri
Tjóðveldi á næstsíðsta løg
tingsvali. Hann gjørdist
nummar 20 á listanum við
75 atkvøðum.
– Sum onkur segði, hvat
skulu miðlarnir við fígg
indum, tá teir hava slíkar
vinir?
Tjóðveldi: Ósamd um
leiklut hjá miðlum
Kringvarpsfólkini í Tjóðveldinum eru ikki samd um,
hvussu nógv í politikki skal dyljast fyri fjølmiðlum
Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
tel. 341800, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Fyritaksstjóri
Jonhard Hammer
jonhard@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Barbara Gaard
lykke Apol stillar
upp til fólka
tingsval
Hesum boðar Javnaðarflokk
urin frá í tíðindaskrivi í morg
un.
– Vit eru ógvuliga fegin
um at kunngera, at Barbara
Gaardlykke Apol verður val
evni
fyri
Javnaðarflokkin
til komandi fólkatingsval,
skrivar flokkurin.
Barbara er 23 ára gomul,
men hevur longu nógv ár á
baki í Javnaðarflokkinum og
ungmannafelagnum SU. Hon
hevur tikið stór stig innan
altjóða og norðurlendskan
politikk, og í fjør gjørdist hon
forseti
fyri
Ungdommens
Nordiske
Råd,
sum
er
eitt tað størsta bragdið í
føroyskum
ungdómspol
itikki. Harvið hevur hon
sæti í formansskapi Norð
urlandasráðsins saman við
øðrum navnframum politik
arum úr norðurlendsku parl
amentunum.
– Tað kennist bara natúr
ligt fyri meg at taka eitt stig
víðari. Eg brenni veruliga fyri
altjóða samstarvi, og eg eri vís
í, at tað er her, at vit kunnu
loysa tær stóru avbjóðing
arnar, ið fara tvørturum
landamørk, greiðir Barbara
frá sambært tíðindaskrivi
num. Hon leggur afturat:
– Veruleikin er jú, at før
oysku
fólkatingsumboðini
umboða Føroyar í alheims
samstarvinum, og eg síggi
fleiri møguleikar at fáa al
tjóða ávirkan gjøgnum fólk
atingssessin.
Harafturat leggur Barbara
dent á, at so leingi vit hava
felagsmálsøkir við Danmark,
er tað týdningarmikið at hava
eina føroyska rødd á Fólka
tingi. Uppgávan hjá føroysku
fólkatingslimunum er nevni
liga eisini at vera eitt slag av
vakthundi, og at vera til reið
ar at ávirka danskar mynd
ugleikar í mun til føroysk
áhugamál.
– Soleiðis sum vit kenna
Barbaru, hevur hon bein
í
nøsini,
og
leggur
ikki
fingrarnar ímillum, tá hon
hevur nakað at finnast at,
skrivar Javnaðarflokkurin:
– Tað er ikki fyrr enn sein
astu árini, at umboðini eru
farin at røkja sessin fulla tíð.
Harafturat tykist tað sum
um, at meginparturin av val
evnunum bara nýta fólka
tingsvalið sum ein møguleika
at gera vart við seg áðrenn
eitt løgtingsval. Fólkatings
sessurin er ov týdningarmikil
til hetta, og tí stilli eg einans
upp til Fólkatingsvalið.
Barbara lesur í løtuni bú
skaparfrøði á Setrinum, og
gongur alt eftir ætlan, verður
hon liðug í summar. Í frítíðini
dámar henni væl at binda,
at vera saman við vinum og
familju og at lesa. Umframt
at hava verið virkin í Javnað
arflokkinum, SU og forseti í
Ungdomens Nordiske Råd, er
Barbara forkvinna í Megin
felag Føroyskra Studenta og
limur í føroysku tjóðarnevnd
ini til UNESCO.
Barbara Gaardlykke Apol