mánadagur 25. februar 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
f
FYRI 17. FERÐ VILJA TJÓÐ
VELDISFÓLK Á DANATING
Fólkatingsval:
Hóast tað er
vorðin vani, so
skal Tjóðveldi
taka støðu und
an hvørjum
fólkatingsvali,
um flokkurin
stillar upp
Eirikur Lindenskov
Tað er 17. ferð, at Tjóðveldi
ger av at stilla upp til fólka
tingsval. Hóskvøldið hevði
Tjóðveldi eyka floksting, har
støða skuldi takast til, um
flokkurin skuldi stilla upp
til fólkatingsvalið komandi,
og um so var, hvussu stillast
skuldi upp og eisini hvørji
høvuðsmálini í valskránni
skulu verða.
Tjóðveldi
tekur
støðu
frá vali til val, um stillast
skal upp til fólkatingsval –
og sum vera man var eisini
orðaskifti um tað hesaferð.
Undirtøkan fyri at stilla upp
var um 80 prosent millum
teirr, sum høvdu atkvøðu
rætt á fundinum.
– Eftir lívligt og gott kjak
samtykti eykaflokstingið at
Tjóðveldi skal stilla upp til
komandi fólkatingsval. Sam
stundis varð heimild givin
aðalstjórnini hjá Tjóðveldi at
gera av, hvussu stillast skal
upp, í samráð við økisfeløgini
at gera av hvørji og hvussu
nógv valevnini skulu vera,
at gera valskránna lidna og
at annars skipa øll praktisk
viðurskifti, sum eru í sam
band við uppstilling fólka
tingsvalið.
Tjóðveldisfólk
stillaði
fyrstu ferð upp til fólkatings
valið í 1960. Men tað var ikki
flokkurin, sum stillaði upp,
men Karsten Hoydal, sum
stillaði upp uttanflokka sum
mótmæli ímóti NATO støðini
í Mjørkadali.
Hann var tó ikki valdur.
Á komandi fólkatingsval
unum í 1964, 1966, 1968 og 1971
stillaði flokkurin heldur ikki
upp. Men tað hevur hann
gjørt síðani.
Í 1973 og 1975 var Erlendur
Patursson,
floksformaður,
valdur á Fólkating. Men
hann fall fyri Paula Ellefsen
úr Sambandsflokkinum í
1977. Síðani gingu 24 ár til
Høgni Hoydal fyrstu ferð
varð valdur í 2001, 2005 og
2007. Hann fall á valinum í
2011, men varð afturvaldur á
seinasta fólkatingsvali í 2015.
Høgni Hoydal hevur sagt
seg frá sum fólkatingsmann,
og tí eigur næsti maður á
listanum, Magni Arge, sess
in. Hetta varð gjørt fyri at
Magni Arge skuldi kunna fáa
farloyvi í Fólkatinginum fyri
at røkja løgtingssessin, sum
hann er valdur í.
Hesi fólkatingsval hevur
Tjóðveldi stillað upp:
1973 Erlendur Patursson
1975 Erlendur Patursson
1977 einki umboð
1979 einki umboð
1981 einki umboð
1984 einki umboð
1987 einki umboð
1988 einki umboð
1990 einki umboð
1994 einki umboð
1998 einki umboð
2001 Høgni Hoydal
2005 Høgni Hoydal
2007 Høgni Hoydal
2011 einki umboð
2015 Høgni Hoydal
2019 –
Tjóðveldi
var
størsti
flokkur á seinasta fólka
tingsvali við 24,5 prosentum
av atkvøðunum.
Flokstingið hjá Tjóð
veldi ger av undan hvørj
um fólkatingsvali, um
flokkurin skal stilla upp
Løgtingsval:
Fyrrverandi
valevni hjá
Miðflokkinum
er nýggja sam
bandsvónin á
Toftum
Eirikur Lindenskov
Jaspur
Langgaard
er
nýggja valevni hjá sam
bandsfólki á Toftum.
Hann hevur áður still
að upp fyri Miðflokkin og
gjørdist hann nummar 8
hjá flokkinum á løgtings
valinum í 2008. Tá fekk
hann 55 atkvøður.
Nú skal 48 ára gamli
leirvíkingurin lyfta arvin,
sum Alfred Olsen setti frá
sær á seinasta løgtings
vali, tá hann ikki var aft
urvaldur.
Sambandsfólk á Toft
um høvdu fund í síðstu
viku, og tá varð tað sam
tykt at stilla Jaspur Lang
gaard upp. Hann verður
harvið millum tey, sum
valfelagið hjá flokkinum
í Eysturoy, Samhald, fer
at stilla upp á sambands
listan.
Jaspur Langgaard er
ættaður úr Leirvík og
býr á Nesi. Hann er teld
umaður og stjóri í Krea.
Í 2016 tók hann lærara
prógv.
Alfred Olsen, sum fall
á valinum seinast, hevði
røkt
tingsessin
síðani
1998. Á tí valinum avloysti
hann bróðurin Jógvan
Ingvard Olsen, sum varð
valdur á øllum valunum
frá 1970 og fram til 1998.
Burtursæð frá tíðar
skeiðinum 20. november
1963 og fram til 8. novem
ber 1970 og síðani fyrsta
september 2015 hevur
Sambandsflokkurin
øll
árini, síðani heimastýrið
sá dagsins ljós í 1948, átt
toftamann á tingi. Jens
Christian
Olsen
varð
valdur 1940 – 1945 og aftur
1948 og fram til hann
doyði 20. november 1963.
Jaspur nýggjur
sambandsmaður
á Toftum
Handilsmaður vil
vera tingmaður
Úr okkara størsta
pengakassa í Løgtingið
Løgtingsval:
Hann hevur
verið fólka
floksmaður
síðani hann
var 16 og
handilsmaður
í 53 ár. Nú vil
hann á ting
Eirikur Lindenskov
Hans Joensen hevur verið
handilsmaður í 53 ár. Nú
ætlar hann sær upp í
politikk.
Hans Joensen tók við
handlinum hjá pápanum
Rudolf Joensen og abba
num, sum hann er upp
kallaður eftir, Hans Joen
sen, sum hevði ein stóran
handil í Niels Finsensgøtu
í Havn í mannaminni.
Hans Joensen sigur, at
hann hevur verið fólka
floksmaður síðani hann
var 16 ára gamal. Hann
er formaður í Havnar
Framburðsfelag, sum er
valfelag Fólkafloksins í
Havn.
– Nú er tíðin komin,
og tí havi eg valt at stilla
upp til løgtingsvalið fyri
Fólkaflokkin, sigur Hans
Joensen.
Jaspur Langgaard
Hans Joensen
FÓLKATINGSVAL
Tungu dreingirnir hjá Tjóðveldi eru Høgni Hoydal og Magni Arge. Seinast hevði Høgni Hoydal
»bara« 395 atkvøður fleiri enn Magni Arge, sum fekk 1.082. Landsstýriskvinnurnar lógu á 3. og
4. plássi við ávikavist 563 og 561 atkvøðum
Løgtinsval:
Fyrrverandi for
maðurin í Betri-
samtakinum vil
nú at ting fyri
Fólkaflokkin
Eirikur Lindenskov
Birgir Nielsen verður nýggj
ur maður á listanum hjá
Fólkaflokkinum í Havn til
løgtingsvalið.
Birgir Nielsen er 52 ára
gamal, útbúgvin búskapar
frøðingur, og hann eigur og
rekur ráðgevingarfyritøkuna
Nira. Birgir Nielsen hevur áð
ur starvast bæði í føroysku
fíggjarvinnuni og øðrum
vinnufyritøkum, har hann
hevur starvast sum ráðgevi,
leiðari og stjóri, umframt
at hann hevur sitið í fleiri
nevndum
síðstu
mongu
árini.
– Eg havi fingið nógvar
áheitanir síðstu tíðina, og tí
havi eg tikið av at stilla upp
fyri Fólkaflokkin. Eg vóni
sjálvandi at fáa eitt gott val
persónliga, men tað hevur
sanniliga eisini týdning fyri
meg at vera við til at reka eitt
valstríð fyri Fólkaflokkin, so
vit fáa borið Fólkaflokkin
úr andstøðu og inn í eina
nýggja
samgongu,
sigur
Birgir Nielsen í tíðindaskrivi,
sum Fólkaflokkurin hevur
sent til miðlunum.
Alment gjørdist Birgir
Nielsen kendur, tá hann tók
við sum formaður í P/F Betri
21. apríl í 2017. Tað vardi tó
ikki so leingi, tí ein húsasøla
í Hoyvík gjørdi, at hann
mátti leggja starvið frá sær
í august í fjør. Har var eitt
stríð um ein leigusáttmála
við Tórshavnar kommunu
um læknamiðstøð í einum
bygningi í Kirkjustræti í
Hoyvík. Ein sáttmála, sum
P/F Betri helt seg hava fingið
í gamla bygningin hjá Bruna
trygging á Hálsi í Havn.
Birgir Nielsen sigur í áð
urnevdna tíðindaskrivi frá
Fólkaflokkinum, at vilji og
dirvi til broytingar eigur
at eyðkenna eina nýggja
samgongu við Fólkaflokk
inum sum stjórnarberandi
flokki.
– Eitt nú kunnu nevnast
broytingar í fiskivinnupoli
tikkinum, pensjónspolitikk
inum, og skatta- og avgjalds
politikkinum, sigur hann.
Birgir Nielsen