Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23 TÍÐINDI Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo - Veðurlagið í Føroyum verður annahvørt heitari ella kaldari. Tað verður í øllum førum ikki verandi, sum tað er nú. Soleiðis sigur ein av okkara allar fremstu granskarum í nýggj­ari tíð, Bogi Hansen. Hann er virdur havfrøðingur í Før­oyum og uttanlands og er í dag knýttur at Havstovuni, har annars hevur verið í føst­ um starvi í nógv ár. Í 2010 gav hann eina lærubók um veður­ lags­broytingar út, og hann sær veðurlagsbroytingarnar sum eina stóra avbjóðing, sum fara at ávirka lívið bæði á sjógvi og landi í Føroyum. Føroyar liggja við Arktis Ein máti at spáa um veðurlagið í framtíðini er at brúka gjøgn­ umførd telduforrit - veður­ lags­modellir, sum kunnu rokna út, hvussu veðurlagið á jørðini fer at broyta seg við tíðini. Á sama hátt ber til at rokna gongdina út á stórum økjum. Men tess minni økið er, tess meira torført verður tað at rokna út, akkurát hvussu veð­ urlagið broytist har. Her eru Føroyar í einari serstøðu. - Føroyska økið liggur á mark­inum millum Arktis og restina av heiminum, og tað økið er sera bundið at vindi og streymi í hav­inum. So leingi sum vindur og streymur ikki broyt­ast, so skulu vit rokna við, at tað verður nøk­ur stig heitari hjá okkum, sigur Bogi Hansen og vísir á, at avleið­ing­ arnar eru alt treytaðar av, í hvønn mun vit klára at av­ marka útlátið av Co2 og øðrum skaði­ligum evnum. Alt kann henda Tað er ringt at siga við vissu, um vindur og streymur um okk­ara leiðir fara at broytast ella ikki. - Men fara teir at broytast, so kann fyri so vítt alt henda, stað­festir Bogi Hansen. - Tað mest sannlíka er, at teir fara at broytast. Tær flestu altjóða útrokn­ ing­arnar siga, at tann heiti streym­urin framvið okkum fer at vikna. Tey roknistykkini eru ósikkur, men Bogi Hansen er sann­førdur um, at tað fer at hava broytingar við sær. - Tað skuldi verið øgiliga løgið, um tær broytingar í vindi og streymi akkurát klára at kom­pens­era ta globalu upp­ hit­ingina og ongar aðrar broyt­ ing­ar hava við sær. Tað ber næst­an ikki til, sig­ur hann. Sambært havfrøðinginum verð­ur tað antin kaldari ella heit­ari í Føroyum orsakað av veð­ur­lagsbroytingum. Tað mest sann­líka er, at tað fer at hitna líka sum alla aðrastaðni, og tað verð­ur nokk serliga veturin, sum verð­ur heitari. Hetta kem­ ur eisini ann uppá, um vit fáa kalda luft frá Arktis, og tað er nógv, sum bendir á, at kalda luftin hevur lættari við at koma suður eftir nú, enn hon hevði fyrr. Fer at regna meira Veðurlagsmodellini vilja vera við, at tað fer at regna meira um okk­ara leiðir í framtíðini. - Alt bendir á, at avfallið verður øðrvísi. Tað fer helst at regna væl meira á landi, enn tað hevur gjørt, sigur Bogi Han­sen og greiðir frá orsøkini. - Tá sjógvurin verður heitari sunn­an fyri okkum, sendir hann meira vætu upp í luftina, enn hann ger nú. Luftin, sum hitn­ar, kann goyma meira vætu í sær sum damp. Tá tann luft­in kemur inn yvir Føroyar, so kann tann vætan jú regna niður aftur her. Tað verður eisini væntað, at veðurlagsbroytingarnar fara - Tess fyrr, vit gera nakað, tess smærri vera broytingarnar. Og um mann ikki ger okkurt ítøkiligt, so verður tað til eina ordiliga krisu, sigur Bogi Hansen, havfrøðingur, um veðurlagsbroytingarnar, sum sambært honum bera við sær broytt livilíkindi bæði á sjógvi og landi Bogi Hansen um veðurlagsbroytingarnar: LIVILÍKINDINI Í FØROYUM FARA AT BROYTAST Havfrøðingurin Bogi Hansen hevur í fleiri ár gjørt vart við avbjóðingarnar við veðurlagsbroytingum