mánadagur 25. februar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
TÍÐINDI
at ávirka stormarnar, men
akkurát hvussu, er ilt at meta
um, sambært havfrøðinginum.
Føroyingar gera mun
Føroyar kunnu ikki basa veð
urlagsbroytingar einsamallar,
men hetta er nakað, allur
heimurin má standa saman
um. Tað er tó ov seint at steðga
ávirkanini av veðurlagsbroyt
ingunum, metir Bogi Hansen.
- Hetta er ein stór avbjóðing,
sum absolutt ikki er løtt at
loysa. Men tess fyrr, vit gera
nakað við tað, tess smærri vera
broytingarnar. Og um mann
ikki ger okkurt ítøkiligt, so
verður tað til eina ordiliga
krisu, sigur hann.
Bogi Hansen er greiður yvir
leiklutin hjá Føroyum í allari
heimsmyndini, og vísir á, at
Føroyar eiga umleið ein hálv
trýssinstúsunda part av øllum
útlátinum í heiminum, sum
lutfalsliga er sera lítið. Hann
keypir ikki argumentið, at Før
oyar ikki nýtast at gera so
drastisk stig, tí vit allíkavæl
ikki gera nakran mun í heims
høpi.
- Eg eri ein hálvtrýssinstús
unda partur av øllum føroy
ingum. So um okkara útlát
ikki ger nakran mun, hví ger
mín skattur so nakran mun?
So kann ein og hvør føroying
ur siga, at hann ikki nýtist at
gjalda skatt, tí tað ikki ger
nakran mun allíkavæl. Tá
hevði ikki nógv løn verið eftir
til teir politikarar og onnur al
ment lønt, sum hava hendan
hugburðin um, at okkara útlát
ikki ger mun, sigur Bogi Han
sen.
Hann heldur, at føroyingar
eiga at taka ábyrgd fyri egnum
útláti.
- Kina letur tilsamans nógv
meira
vakstrarhúsgassir
út
enn Føroyar. Men hvør ein
stakur kinesari letur nógv
minni út enn ein miðal føroy
ingur. Vit liggja øgiliga nær
toppinum yvir útlát pr. íbúgva.
Oljuleiting er burtur
úr vón og viti
Herfyri
sendi
Landsstýrið
uppskot til hoyringar um at
seta gongd á oljuleitingina við
Føroyar og bjóða fimta olju
leitingarumfar út. Hetta held
ur Bogi Hansen vera eitt prógv
um, at føroysku politikararnir
ikki taka veðurlagið í álvara og
ikki hava vilja til at seta neyð
ugu tiltøkini í verk.
- At fara og bora eftir olju
samstundis sum mann hevur
sagt, at vit skulu taka undir við
París sáttmálanum, er burtur
úr vón og viti, sigur Bogi Han
sen.
París Sáttmálin frá 2015 sig
ur, at hitin á jørðini skal hald
ast undir 2 stig - og vit skulu
stremba eftir, at hitin ikki fer
upp um 1,5 stig.
- Jørðin er longu hitnað 1
stig, so har er eitt hálvt stig
eftir. Vit nærkast alsamt teim
um 1,5 stigunum, tí tilgongdin
hevur verið í gongd leingi, og
tað tekur tíð, áðrenn systemið
verður stabilt. Skal mann hava
nakran sum helst møguleika
at røkka hálvumøðrum stigi,
so skal útlátið í 2030 vera farið
niður í helvt globalt. Tað fer at
krevja øgiliga nógv, sigur Bogi
Hansen og vendir aftur til olju
dreymin hjá føroysku politik
arunum.
- Um vit skuldu funnið olju,
so tekur tað fleiri ár, áðrenn
mann kann fara í gongd við at
framleiða hana. Tað má fara at
nærkast 2030, og tá skal nýtsl
an av røttum vera farin niður í
helvt. Har er ikki nógvur sam
anhangur í, sigur hann.
Tað, sum politikararnir siga
og gera, samsvarar ikki í hes
um sambandi, meinar hann.
- Politikararnir hava bara
burturforkláringar
um,
hví
mann allíkavæl skal leita eftir
olju.
El-netið má útbyggjast
Bogi Hansen heldur, at landið
eigur at gera ítøkilig átøk fyri
at skunda undir grønu kósina.
- Fyri tað fyrsta skal landið
fara inn og hjálpa SEV til at
útbyggja el-netið í staðin fyri
at seta teimum forðingar í
vegin, sum politikararnir royna
at gera nú, sigur hann.
Hann heldur eisini, at tað er
ein gongd leið at gera tað lætt
ari og bíligari hjá fólki at velja
grønar loysnir sum umhvørvis
vinarligar bilar, jarðhita og
fjarhita.
A
Bogi Hansen stúrir fyri gongdini
Eg eri ein
hálvtrýss
instúsunda
partur av øllum
føroyingum. So
um okkara útlát
ikki ger nakran
mun, hví ger
mín skattur so
nakran mun?