mánadagur 25. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FIMM ÁR SÍÐANI SLÆTTABERG SIGLDI Á ÅGOT
Í dag eru fimm ár síðani Slættaberg sigldi á Ågot, sum lá við
bryggjuna við Norðborg í Klaksvík við fullari last. Eingin persónskaði
hendi. Óhappið hendi, tí at Slættaberg fekk tekniskt brek. Ågot fór
at leka illa, men tað eydnaðist at tetta lekan. Ågot og Slættaberg
blivu liggjandi, har Slættaberg hevði stevnið inni í lastini á Ågot,
men dagin eftir eydnaðist tað at fáa skipini leys av hvørjum øðrum.
23. februar í
1919 var Skipa
felagið Føroyar
stovnað
Leygardagin vóru 100 ár
liðin
síðani
Skipafelagið
Føroyar varð stovnað – og
endamálið var at taka sær
av millumlandasigling.
Uppskotið
fekk
góða
undirtøku, og Skipafelagið
Føroyar
var
stovnað.
Í
2004 var tað selt íslendska
skipafelagnum Eimskip.
Bókin
hjá
Zakariasi
Wang er um virsemið og
gongdina í Skiapfelagnum
Føroyar
Hóast
felagið
hevur veirð nógv umrøtt, er
tað, sum hent er í jsálvum
felagnum, fáum kunnugt,
sigur
Zakarias
Wang
í
innganginum til bókina.
– Eg havi roynt at viðgera
bøvuðstættirnar
í
hesi
tilgongd, soleiðis at tey,
sum nú eru uppi á døgum,
hava eitt mið at troyta, um
tey vilja fáa naað at vita um
virksemið hjá hesum felag
uog um tað samfelag, tað var
ein partur av, sigur hann.
Viðgjørt verður, hvussu
henda fyritøka kom í lag,
hvussu hon treivst, og hví
hon gavst við flutningsvirk
semi sínum.
23. februar var fundur
í
Løgtingshúsinum,
har
fólk fingu í boðið at tekna
partapening í felag, sum
kundi útvega Føroyum eitt
farmaskip – endmálið var
at savna saman 300.000 kr
í privatum partapeningi –
ein upphædd, sum í dagsins
peningi hevði svarað til eina
300 milliónir krónur.
Úrslitið var Skipafelagið,
sum privatfólk og Løgtingið
stovnaðu við 350.000 kr frá
hvørjum parti.
Zakarias Wang signeraði bøkur í kantinuni hjá Skipafelagnum í morgun
Mynd: Álvur Haraldsen
Zakarias Wang skrivað bók
um Skipafelagið í 100 ár
Johan og konan Esther
høvdu 60 ára brúdleypsdag
næstsíðsta hósdag, og vóru
tey farin suður á Tenerifa at
hátíðarhalda dagin, har hann
brádliga andaðist týsdagin.
Johan var ein kend bý
armynd í Havn. Hann vaks
upp á Áarvegnum, har pápi
hansara bygdi Hotel Hafnia.
Tað var mest sum av tilvild, at
Christian Restorff fór undir
hotelvirksemi. Hann hevði
verið tubbakshandilsmaður,
men for undir hotelvirksemi
í 1951. Johan Restorff hevur
greitt frá, at pápin bygdi
norðrara partin av Hotel
Hafnia, tá eldur kom í Hotel
Føroyar í 1950, og mangul
upp á hotelkømur í Havn tá
elvdi til, at hann fór undir
hotelvirksemi.
Johan og bróðirin M. C.
Restorff stjórnaðu hotell
inum í mong ár, til tað varð
selt fyri nøkrum árum síðani.
Johan
er
langabbasonur
fyrsta
Restorff-mannin
í
Føroyum, M. C. Restorff,
nevndur
Gamli-Restorff.
Hann kom til Føroyar í 1848
sum bakari og hevur lagt so
nógv eftir seg, bæði handils
liga og mentanarliga, eftir
komarar hansara eru eisini
fólk í Lützen-ættini og ein
langabbasonurin er heims
gitni høvundur okkara Will
iam Heinesen.
Tú sást javnan Johan og
Esther í havnargøtum hond
í hond. Johan sást dagliga á
Áarvegnum í Hafniatíðini,
har øll løgdu merki til hans
ara blídliga lyndi. Hann gav
sær altíð stundir til um ikki
annað eitt lítið prát, hann
kendi øll og visti um øll.
Vinarligur var hann móti øll
um, tí vóru øll eisini góð við
hendan mannin, sum altíð
bar tað positiva fram.
Foreldrini hjá Johan vóru
Maria, dóttir Hans Joensen,
handilsmann, og Christian
Restorff. Hann var giftur
Esther, sum er úr Fuglafirði.
Í einum stubba um dia
mantbrúðarparið í Sosial
inum næstsíðsta vikuskiftið
stóð um Johan, at hittir tú
útlending, sum kennir ein
føroying, so er tað Johan
Restorff – tí eisini útlending
ar løgdu sær í geyma hansara
blídliga lyndi.
Esther og Johan áttu fýra
børn. Christian, ið druknaði í
Nólsoyarfirði sum fimm ára
gamal 7. august í 1965, Katrin,
sum eigur fleiri kendar fót
bóltsspælarar, Jan, sum er
ímyndin av Michelin-mat
stovuni Søllerød Kro í Dan
mark, og Martin, sum er stjóri
á nýggja Hiltonhotellinum í
Havn.
Býarmyndin Johan Restoff farin
Johan Restorff doyði
brádliga á Tenerifa síðsta
týsdag
søkir eftir
journalistum
– at byrja skjótast gjørligt
í fulltíðarstarvi
UM STARVIÐ
Sum journalistur í Miðlahúsinum arbeiðir tú við at
gera tilfar til ymisku miðlar okkara, fyrst og fremst
Sosialin og in.fo. Tú dekkar tað, sum hendir og er
vakthundur í samfelagnum.
Tú verður partur av eini dynamiskari redaktión, sum
arbeiðir við tíðindum at kalla allan sólarkringin.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur journalistiska ella
aðra viðkomandi útbúgving. Tú skalt hava royndir
við tíðindaflutningi, og tú skalt tora at avdúka tað,
sum onnur vilja halda dult.
Tú skalt duga føroyskt væl og virðiliga bæði í skrift og
talu og duga at skriva lætt og livandi og gott føroyskt
mál.
Arbeiða í toymum
VIT VÆNTA:
•
at tú brennur fyri tíðindaflutningi
•
at tú hevur dirvi og áræði í tínum arbeiði.
•
at tú ert málsliga væl fyri
•
at tú hevur góðan telduførleika
•
at tú dugir og tímir at arbeiða sjálvstøðugt
•
at tú dugir at halda høvdið kalt
•
at tú hevur høgt trúvirði og góðan kritiskan sans
•
at tú dugir at arbeiða undir trýsti
•
at tú dugir at gera av, hvat er viðkomandi
tíðindaflutningur
•
at tú ert klár/ur, tá ein søga skal forteljast
VIT BJÓÐA:
•
Eitt fjølbroytt og spennandi arbeiðspláss
•
Møguleika fyri í stóran mun at skapa tín egna
arbeiðsdag
•
Góðar starvsfelagar
•
Eitt spennandi og áhugavert starv, har eingin
dagur er líka
•
Eitt starv, sum gevur tær innlit í øll viðurskifti í
føroyska samfelagnum
•
Føroya bestu plasering – í Vágsbotni í Havn.
LØN OG SETANARTREYTIR
Talan er um fulltíðarstarv. Starvið verður lønt
sambært avtalu. Hevur tú spurningar kanst tú
ringja ella skriva teldupost til Eirik Lindenskov,
ábyrgdarblaðstjóra á Sosialinum á 216409 og eirikur@
sosialurin.fo
Umsóknir skulu sendast til eirikur@sosialurin.fo
Um Miðlahúsið
Sosialurin, sum er komin út síðani 1927, kemur út tríggjar
ferðir um vikuna, mándag, mikudag og fríggjadag. Mikudag
verður Sosialurin borin í hvørt hús í landinum. Tíðindi á FM1
verða send gerandisdagar klokkan 11, 12, 15, 16 og klokkan
17. Miðlahúsið hevur eisini drúgvastu roydir við tíðindum
á internetinum, sum hevur verið ein nátúrligur partur av
redaktiónini síðani 1997. Miðlahúsið eigur tíðindaportalin
in.fo, sum telist millum Føroya størstu tíðindasíður. Í
Miðlahúsinum starvast um 25 fólk.