mánadagur 25. februar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNGA SJÁLVSTÝRI HAVT AÐALFUND OG NÝGGJ NEVND VALD
Í nýggju nevndini eru: Heri Danielsen, formaður, Olgar Nielsen, varaformaður, Petur Sjúrður Lamhauge, nevnd
arlimur, Poul Lamhauge, kassameistari, Paulina Kjeld, nevndarlimur, Tróndur J. á Høvdanum varalimur. Heri
Danielsen, nýggjur formaður. Hann sigur: – Vit gleða okkum til at koma í gongd. Tað standa nógvar stórar
avbjóðingar fyri framman fyri politisku skipanina, og tað er okkara skylda og uppgáva sum ungdómur at
koma við okkara loysnum og meiningum um tær ymsu avbjóðingarnar. Vit ynskja sostatt at vera við til at seta
sosialliberalistisku hugsjónina í miðdepilin, og viðvirka til eina bjartari framtíð fyri Føroyar og allar føroyingar.
Marius Skaale, ættaður
av Toftum, búsitandi
í Runavík, andaðist í
heiminum hósdagin 21.
februar, 80 ára gamal.
Kirstin Rasmussen,
fødd Nolsøe, andaðist
á Landssjúkrahúsinum
hósdagin 21. februar,
77 ára gomul.
Sverri Monrad Ólason
Biskopstø, ættaður
úr Klaksvík, búsitandi
í Havn, andaðist á
Landssjúkrahúsinum,
mikudagin 20. februar,
82 ára gamal.
Petra Hentze, Fuglafirði,
andaðist á Vesturstovu
21. februar, 94 ára gomul.
Leivur Hjalgrím
Hansen, ættaður úr
Funningsfirði, búsitandi
í Æðuvík, andaðist á
Landssjúkrahúsinum
mikudagin 20. februar,
85 ára gamal.
Jónhild Joensen, fødd
Jacobsen, ættað úr
Norðragøtu, búsitandi
í Klaksvík, andaðist á
Heiminum við Vágna
mikudagin 20. februar,
76 ára gomul.
Kirstin Rasmussen,
fødd Nolsøe, andaðist á
Landssjúkrahúsinum 21.
Februar, 77 ára gomul.
Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Paula Joensen,
Tórshavn, ættað
av Bø í Haldórsvík,
andaðist týsdagin á
Landssjúkrahúsinum,
85 ára gomul.
Bernhard Jacobsen,
ættaður úr Tórshavn,
búsitandi í Danmark
andaðist 25. januar
61 ára gamal
John Bunyan Midjord,
vanliga nevndur
Bunyan, Vágur,
andaðist í nátt á
Suðuroyar sjúkrahúsið,
86 ára gamal.
Johan Restorff, vanliga
nevndur Johan á Hafnia,
andaðist týsdagin
19.februar, 79 ára gamal.
Jarðarferðin verður
lýst seinni.
Thyra Marianne
Thorsteinsson,
andaðist á Suðuroyar
sjúkrahúsið, sunnudagin
17. februar, 69 ára gomul.
Jarle Edvin Arntsen,
fyrr búsitandi í
Mikladali, andaðist í
heiminum á Frøya í
Norra, 73 ára gamal.
Sofía Grønagarð fødd
Bjartalíð vanliga nevnd
Fía, ættað úr Klaksvík,
búsitandi í Havn,
andaðist á Eysturoyar
Ellis- og Røktarheimið
í Runavík leygardagin
2.februar, 78 ára gomul.
ANDLÁT
NØVN
Send hugskot, myndir, greinar
ella annað til novn@sos.fo
Fríggjadagin var
móttøka fyri
nýggju lands
stýriskvinnuni
í skúla- og út
búgvingarmálum
– Hyggja vit eftir profilinum
hjá Honnu Jensen, so pass
ar málsøkið »skúli og út
búgving« sum fótur í hosu
til hennara. Hon er m.a. í
føroyskum og fronskum og
hevur starvast á Miðnámi
á Kambsdali sum lærara og
sum skúlavegleiðari.
Tað segði Aksel V. Jo
hannesen, løgmaður, á há
tíðarløtu í Tinganesi fríggja
morgunin í sambandi við, at
Hanna Jensen í síðstu viku
varð tilnevnd landsstýris
kvinna í útbúgving- og skúla
málum. Hann vísti eisini á, at
Hanna Jensen í arbeiðinum í
Løgtinginum hevði brent
nógv fyri økinum mentan og
útbúgving, og at hon hevur
verið forkvinna í mentanar
nevndini.
Løgmaður greiddi frá til
gongdini um at seta nýtt
landsstýrissfólk, eftir at Rig
mor Dam legði frá sær, og
frá býtinum av málsøkinum
millum Framsókn og Tjóð
veldi – at Høgni Hoydal tekur
yvir metnamál.
– Eg havi álit á – hóast tíð
in er stutt, at Hanna Jensen
fær avrikað nakað væl á øki
num, tí hetta eru mál, sum
hon kennir væl og er væl
inni í.
Hanna Jensen takkaði
fyri álitið.
– Tað er ein stór æra at
sleppa at umsita júst hetta
økið, alt sum hevur við skúla
at gera, ja heilt niður til
dagstovnaøkið, upplýsandi
læru, fólkaskúla, og alt, sum
kemur beint eftir fólkaskúl
an – miðnám, yrkisútbúgv
ingar
og
førleikagevandi
skeið og fyri ikki at tosa
um
Fróðskaparsetrið
og
alt granskingarumhvørvið,
sum vit hava og alt, sum
vit kunnu fáa afturat, segði
Hanna Jensen.
– Og eg fari at leggja
nógva orku í at vita, um
vit kunnu flyta fleiri av
málunum, sum eru næstan
klár innan øll hesi útbúgv
ingarstigini, segði Hanna
Jensen
millum
annað
í
takkarrøðu síni í Skansa
pakkhúsinum í Tinganesi í
morgun.
Hátíðarløta var fyri Honnu Jensen í Tinganesi
fríggjamorgunin
Mynd: Álvur Haraldsen
Hetta starvið passar sum
fótur í hosu til Honnu
VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN
19. februar 2019, fingu Asta Armonaviciute
og Hans Allan Niclasen ein son, 52 cm,
3830 gr. Systkin eru Paula og Elias.
Teatur Grugg í Sjón
leikarhúsinum í Havn
Í løtuni sýnir »Teatur Grugg«
leikin 24 Miseydnaðir Føroy
ingar í Sjónleikarhúsinum í
Havn.
Hetta er sermerktur leik
ur, skrivaður av norska rit
høvundanum Jesper Halle.
Ístaðin fyri at fáa eina dram
atiska søgugongd, fáa vit 24
ymiskar »smærri« søgur. 24
ymisk fólk trýna á pallin, og
siga frá lívi sínum.
Eitt nú gamla gentan, sum
ikki fekk hann hon elskaði -
hann, sum tú gekk í flokki
við í fólkaskúlanum, men
sum tú ikki minnist annað
um, enn at hann einaferð
pissaði í vaskið – hon, sum
er langtíðarsjúkrameldað, tí
hon er ovbyrjað av sínum ar
beiði í Heilsuverkinum – hon,
sum hevur perfektar loysnir
og vegleiðingar til allar sínar
lívsstøður – hon, sum hevur
alt, men ikki fekk sítt dreym
astarv og fleiri onnur.
Felags fyri øll hesi er, at
tey onkusvegna kenna seg
miseydnað,
vælferðarsam
felagið hevur givið teimum
ymiskar møguleikar, men
lívið er komið í vegin fyri
teirra dreymum og ynskjum.
Søgurnar kenna vit øll aftur
í okkum sjálvum og okkara
næstum, søgur um teg og
meg og okkum øll.
Leikurin fær láturin at
runga eina løtu, og næstu
løtu situr tú við klumpi í
hálsinum og turkar eitt tár
úr eygnakrókinum.
Tríggir leikarar framføra
allar leiklutirnar á pallinum,
umframt at vit síggja trý
ungfólk framføra í trimum
filmsbrotum.
Frumframførsla var leyg
arkvøldið 16. februar, og
spælt hevur verið fyri nær
um fullsettum Sjónleikar
húsi síðani.
Tað er íslendski leikstjórin
Guðjón Pedersen, ið hevur
leikstjórnað.
Leikarar á palli eru Petur
Meinhard Ellebye Andersen,
Súsanna Tórgarð og Ria Tór
garð. Leikarar á filmi eru Rói
Helmsdal Clothier, Ásla Ol
sen og Bjørk Búadóttir.
Gilli Brend í Hoyvík, hev
ur tikið upp og klipt films
brotini.
Komandi sýningar vera í
kvøld klokkan 20. Týsdagin
26. februar klokkan 20 og
hósdagin 28. februar klokkan
20.
24 miseydnaðir føroyingar
í Sjóneikarhúsinum