mánadagur 25. februar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Leygardagin var 100 ára
føðingardagur hjá Norðoya
Sparikassa hildin í
Mentanarhúsinum í
Fuglafirði, har eitt nú Siloa-
kórið undirhelt við sangi.
Várgróðurin seinkaður
tá kuldin liggur leingi
- Tað er hitin í luftini,
sum er avgerandi. Jú,
seinni hitin kemur, jú
seinni byrjar gróðurin
og umvent, siga tey á
Havstovuni, sum vísa
til nýggja vísundaliga
grein um fyribrigdið
Vilmund Jacobsen
Ymiskt er, nær várgróðurin
byrjar á føroyska landgrunn
inum, og henda “timing” hevur
avgerðandi týdning fyri vist
skipanina á grunninum.
Í nýggjari vísindaligari grein
verður greitt frá, hví gróðurin
byrjar seinni, tá kalt er í veðr
inum um várið.
Á Havstovuni vita tey at
siga, at landgrunnurin kann
býtast upp í altíð vælblandaða
“innara landgrunn” og “ytra
landgrunn”, sum verður lag
býttur um várið og summarið,
sum tey rópa tað.
- Nýggja vísindaliga greinin
lýsir, hvussu sjóvarfalsfront
urin, sum skilmarkar nevndu
øki, flytir seg eftir árstíðini, og
greinin lýsir eisini, hvussu
hetta ávirkar gróðurin á inn
ara landgrunni.
Á Havstovuni vísa tey á, at
um veturin er fronturin lut
falsliga langt úr landi, men um
várið, tá hiti kemur í luftina,
og ytri landgrunnur verður
lagbýttur,
finnur
gróðurin
eina aðra legu nærri landi.
- Ástøðið í vísindaligu grein
ini lýsir, hvussu øking í plantu
æti er treytað av nóg nógvum
ljósi, og hvussu hetta, at sjóv
arfalsfronturin
flytur
seg
nærri landi, broytir lívfrøðiligu
umstøðurnar á innara land
grunni, soleiðis at líkindini hjá
plantuæti at veksa, gerast
betri, og gróðurin kann byrja.
Sagt verður, at tað, at sjóv
arfalsfronturin flytir seg nærri
landi, merkir, at rúmdin av
sjógvi í innara landgrunni
minkar, og at miðalnøgdin av
ljósi í hesum øki økist, og so
statt kann gróðurin rættiliga
koma fyri seg.
- Av tí, at tað er hitin í luftini,
sum er avgerandi fyri, nær
hetta hendir, er greitt, at jú
seinni hitin kemur, jú seinni
byrjar gróðurin og umvent,
siga tey á Havstovuni.
Vísundagreinin viðger bara
byrjanina á gróðrinum. Hon
viðgerð ikki tøðevnistrot, sum
skjótt kemur í, eftir at gongd
er komin á gróðurin.
Lagt verður aftrat, at grein
in, sum er skrivað av Sólvá
Káradóttir Eliasen, Hjálmari
Hátún, Karin Margrethu H.
Larsen, Helgu Báru Mohr Vang
og Till Andreas Soya Rasmus
sen, hevur heitið ”The Faroe
shelf spring bloom onset ex
plained by a Critical Volume
Hypothesis, og hon er prentað
í
tíðarritinum
Journal
of
Marine Systems”.
Skúli
verður
10 ár
Vilmund Jacobsen
Í samband við, at Sands
skúli verður 10 ár, verður
hósdagin 28. februar frá
klokkan 17 til 19 skipað fyri
hátíðarhaldi.
Henda dagin verður for
vitnislig framsýning við
myndum, filmum og øðr
um frá hesum 10 árunum.
Tað
eru
lærarar
og
næmingar, sum seta upp
framsýningina.
Sands kommuna fer at
bjóða ein drekkamunn.
- Tiltakið er alment, og
øll eru hjartaliga vælkom
in, siga tey í Sands komm
unu.
FØSTULÁVINT: Týskvøldið 26. februar
klokkan 19 skipar Hvalvíkar Bókasavn
fyri forvitnisligum kvøldi, har Jóan
Pauli Joensen, fólkalívsfrøðingur, fer
at hugleiða um grýlur og fastalávint.
Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin.
Bert 1500 metrar eftir at spreingja
Vilmund Jacobsen
Í síðstu viku vórðu sprongdir
144 metrar í Eysturoyartunl
inum tilsamans. Tað merkir,
at nú eru sprongdir tilsam
ans 9.741 metrar av samlaðu
longdini á 11.250 metrar.
Soleiðis eru nú einans
1509 metrar eftir at bora og
spreingja í øllum Eysturoy
artunlinum.
Í seinastu viku vórðu 52
metrar sprongdir Hvítanes-
megin, 38 metrar frá rund
koyringini undir Skálafirði
og móti Hvítanesi – og 54
metrar frá rundkoyringini
og móti Rókini í Saltnesi.
- Ástøðið í vísindaligu greinini lýsir, hvussu øking í plantuæti
er treytað av nóg nógvum ljósi, soleiðis at líkindini hjá
plantuæti at veksa, gerast betri, og gróðurin kann byrja