mánadagur 25. februar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Arbeiðsfólkini fingu
møguleikan at flyta
við út á Strendur
- Vit tóku eina linju niður á virkinum á Eiði og
settu hana upp aftur á Strondum, soleiðis at
rúm var fyri øllum arbeiðsfólkunum á virkinum á
Strondum, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari
og annar av eigarunum av Vaðhorn Seafood
Vilmund Jacobsen
Tá leiðslan á Vaðhorn
Seafood fyri ársskiftið
gjørdi av at selja virkið á
Eiði, fluttu tey eina fram
leiðslulinju av Eiði og út
á Strendur, soleiðis at tey
kundu bjóða øllum teim
um 25-30 fólkunum, sum
arbeiddu á Eiði, at fylgja
við út á Strendur.
- Vit settu eina linju
aftrat upp á Vaðhorn
Seafood á Strondum, og
øll arbeiðsfólkini fingu
møguleikan
at
halda
fram
á
virkinum
á
Strondum. Longu hin 6.
januar stóð linjan klár at
taka í brúk á Strondum,
og soleiðis kostaði flyt
ingin ikki arbeiðsfólkin
um nakran mistan dag
av hesi orsøk.
Tað sigur Jens Martin
Knudsen, virkisleiðari og
annar av eigarunum av
Vaðhorn Seafood. Hin
eigarin, Jógvan Greger
sen, er stjóri á virkinum.
Vaðhorn Seafood fram
leiðir umleið 4000 tons
av lidnum saltfisavørum
um árið, harav nógv tann
størsti parturin er vát
saltað fløk, sum telja eini
90 prosent av framleiðsl
uni.
Tað vátsaltaða verður
ikki fryst.
Í tíðini, meðan Vað
horn Seafood átti og rak
virkið á Eiði, fingust tey
serliga við fullsaltað, men
um ársskiftið gjørdu eig
ararnir av at selja virkið
á Eiði, sum nú ætlandi
skal brúkast til uppsjóv
arfisk. Tað eru tey, sum
standa aftan fyri Sjógæti,
ið hava keypt virkið á
Eiði.
- Vaðhorn Seafood út
flytir fyri einar 170-180
miljónir krónur av salt
fiskavørum um árið, og
avlopið seinnu árini hev
ur ligið um nakrar milj
ónir krónur um árið,
sigur Jens Martin Knud
sen.
Vaðhorn Seafood er
eitt kent ”brand” úti á ev
ropeiska saltfiskamarkn
aðinum, og tað er einki at
taka seg aftur í, at fyri
tøkan er í heimsflokki á
marknaðinum fyri vát
saltað fløk.
Stóru marknaðarlond
ini eru Italia og Spania,
har Vaðhorn Seafood eru
rættiliga dominerandi á
italska
marknaðinum.
Tað eru ikki minst mat
stovur í hesum báðum
londum, sum keypa salt
fiskavørur av Strondum,
umframt at privatkunda
marknaðurin er stórur.
Á virkinum hjá Vað
horn Seafood á Strond
um arbeiða eini 90 fólk,
og tað eru fleiri, sum
hava starvast fyri felagið
í nógv ár.
- Saman eru øll hesi
gull verd fyri okkara virk
semi, sigur virkisleiðarin,
Jens Martin Knudsen.
Gongd er komin á
at nýgera niðara part
av Skálavegnum í Vági,
har kantar eru stoyptir,
frárensl løgd, og
vegurin fær lyktapelar
og led-ljós.
Handilsvinna hittist
á heimleiðistiltaki
Handilsvinnufelagið hevur í
hyggju javnan at skipa fyri
heimleiðistiltøkum fyri limunum
Vilmund Jacobsen
Seinasta mikudag var til
tak, rópt heimleiðistiltak
í Handilsvinnufelagnum.
Evnini vóru Amazon
og ”branding” av handils
vinnuni í mun til rekrut
ering av lærlingum.
Í Vinnuhúsinum vita
tey at siga, at fitt av fólki
var og lýddi á, tá Rúnar
Reistrup
og
Niels
A.
Galán høvdu fyrilestrar.
- Evnið var ávikavist
Amazon,
nú
risastóra
amerikanska
fyritøkan
fer at satsa upp á norð
urlond - og brandingar
átakið hjá Handilsvinnu
felagnum, hvørs endamál
er at vekja áhugan hjá
teimum ungu at fara í
handilslæru.
Vinnuhúsið veit eisini
at siga, at Handilsvinnu
felagið hevur í hyggju
javnan at skipa fyri slík
um
heimleiðistiltøkum
fyri limunum.
Nú sær
betri út
við upsa
Vilmund Jacobsen
Á Fiskamarknaði Føroya
vistu tey fríggjadagin at
siga, at trý ísfiskalínuskip
nýliga eru byrjaði túr, og
tí er ivasamt, um nakað
av skipunum kemur inn
at landa hesa vikuna.
- Nú fer streymurin at
batna aftur, og veðrið
sær heldur betri út fyri
framman. Tí vænta
vit, at fleiri línuskip
fara út aftur í næstum.
Skipini fiska mest av
toski, hýsu og longu.
Útlitini til útróður
eru vorðin betri, nú
streymurin batnar, og
veðrið sær út til at fara
at roynast frægari.
- Jú, vit rokna við onkrum
útróðrardøgum teir
næstu dagarnar, siga tey
á Fiskamarknaði Føroya.
Fríggjadagin vóru
allir partrolararnir til
fiskiskap, og væntandi
koma teir flestu inn
at landa, sum henda
vikan gongur.
- Nú er fiskiskapurin
eftir upsa heldur frægari,
enn hann hevur verið,
verður lagt aftrat.
Sum skilst, fáa
partrolararnir eisini
nakað av toski og
longu sum hjáveiði.
Fíggjadagin vóru tveir
djúpvatnstrolarar
nýliga byrjaðir túr. Teir
fiska upsa. Restin av
djúpvatnstrolarunum
lógu við bryggju.
Veðrið var meira illsligt
í endanum av síðstu
viku, og fríggjadagin
var ein av teimum smáu
trolbátunum til fiskiskap.
- Men, bátarnir fara út
aftur, tá veðrið batnar.
Trý garnaskip fiska
svartkalva, men
fiskiskapurin er
vánalligur. Væntandi
koma øll garnaskipini
inn at landa hesa vikuna,
eru vónirnar, sum tey á
Fiskamarknaði Føroya
hava um hesa vikuna.
NATA: Nú er aftur
møguleiki at søkja
um stuðul frá NATA,
sum kann veita stuðul
til verkætlanir innan
ferðavinnumenning,
marknaðarføring
og um ferðastuðul.
Umsóknarfreistin
er mikudagin 27.
februar 2019.
- Okkara dugnaligu starvsfólk eru gull verd fyri okkara virksemi, sigur Jens Martin
Knudsen, virkisleiðari, sum eigur Vaðhorn Seafood saman við Jógvani Gregersen