Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-25, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23 TÍÐINDI Ymiskir flokkar hvørja ferð Síðani FMA byrjaði er talið av flokkum, sum tilnevningar verða latnar í, broytt frá ári til ár. Orsøkin er, at fyri at hava nóg breitt úrval av útgávum og tónlistarligum avrikum annars at velja í, er neyðugt, at ein ávís nøgd er útkomin innan tær ymisku sjangrurnar. Nevndin í FMA á hvørjum ári støðu til, hvussu nógvar flokkar skulu vera – alt eftir, hvussu nógvar útgávur og avrik annars eru komnar út innan ymsu sjangrurnar. Tí hevur okkurt ári til dømis verið ein flokking, har blues, country og jazz tónleikur er fyri seg, meðan tað onnur ár ikki er grundarlag fyri tí. FMA upptakt FMA hevur hvørt ár vundið upp á seg, og í ár er einki undantak. Vikuna uppundir FMA er spæl føroysk vika í Kringvarpinum. Somuleiðis eru nógvar konsertir kring landið á skránni hesa vikuna, so at føroyingar allir kunnu uppliva nógvan tónleik hesa vikuna. Fylg við á in.fo í vikuni fyri at síggja, hvørji tiltøk tú kanst fara til í samband við FMA. FMA dregur útlendingar til Føroya Seinastu árini hevur FMA bjóðað útlendskum fólkum, sum starvast við tónleiki, til Føroya at uppliva FMA og aðrar konsertir í hesum sambandi. Hetta eru fólk, sum starvast innan fjølmiðlar og fáast við at miðla tónleik. Hetta eru eisini fólk, sum hava til uppgávu at fáa bóka bólkar og solistar til ymisk tónleikatiltøk kring knøttin. Soleiðis verður eisini í ár, og hesaferð koma um 15 fólk til Føroya at uppliva FMA. NDU ERU... Ársins kompositión: FSOvertura - Sunleif Rasmussen The Last Kingdom - Eivør & John Lunn Kantina Magica - Unn Patursson Ársins útgáva ella konsert: Sálmar í nýggjum hami – Konsert í Norðurlandahúsinum The Last Kingdom - Eivør & John Lunn Voyage - Óli Jógvansson Ársins bólkur ella kór: Føroya Symfoniorkester Yggdrasil Tarira Ársins sangari ella einleikari: Eivør Pálsdóttir Rólant av Reyni Kristian Blak OPIN FLOKKUR