Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-25, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23 TÍÐINDI Fyrst í januar handaði MT Højgaard Landssjúkrahúsinum fyrsta arbeiðsstigið av nýggja H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum. Danjal av Rana Bygningurin er nú reistur og liðugt stoyptur. Talan er um 14.500 fermetrar í fimm hæddum. Gunnar Gregoriussen, deildarleiðari hjá MT Højgaard, vísti Sosialinum runt í nýggja bygninginum. Hann greiðir frá, at fyrsta byggistig var at seta skrokkin upp, og nú verður farið undir at loka hann. - Bygningurin er avhendaður fýra mánaðir áðrenn tíð og vit vóna, at vit kunnu handa annað byggistig eisini áðrenn tíð, sigur Gunnar Grækarisson. Hann viðgongur tó, at veður og vindur má sær ráða, og higartil í ár hava teir longu mist 18 arbeiðsdagar. - Annað byggistig skal eftir ætlan vera liðugt um ársskiftið, men vit vóna at verða lidnir tíðliga í heyst, sigur hann. Nýggi H-bygningurin skal hýsa føðideildini, psykiatriska deplinum, køk­inum og seingjardeildum. Rønt­gen­ deild­in, skurðstovur og serlæknar verð­ ur alt verandi í hinum bygn­ing­un­um. Øll seingjarplássini vera í eina­stov­um við baði og vesi. Á niðastu hædd í H-bygninginum er parkeringskjallari gjørdur. - Hann var ikki við í upprunaligu tekn­ ingunum, so vit vóru byrjaðir at stoypa, áðrenn farið var undir at gera lendið klárt, her sum p-kjallarin nú er. Vit máttu tí samskipa arbeiði, soleiðis at vit skiftivís stoyptu og sprongdu, fyri at ristingarnar frá spronginini ikki skuldu oyðileggja stoypingina. Tað var torført, men arbeiðsfólkini loystu upp­gávuna til fulnar, sigur Gunnar Græk­arisson. Bygningurin er 25 metrar høgur. Til­ samans er talan um 4.600 rúmmetrar ella 100.000 tons av betongi. Á tveimum hæddum verða gamli og nýggi bygn­ ing­urin knýttir saman. Verandi inn­ gongd og forhøll verður framhaldandi høvuðs­inngongdin í nýggja Lands­ sjúkra­húsið. Eitt nýbrot, sum ikki er brúkt higar­ til í Føroyum, og kanska ikki í Norð­ur­ londum, sambært Gunnari Græk­aris­ son, er ein seingjalyfta. - Hon er í høvuðsheitum automatisk. Tað vil siga, at tá starvsfólkini seta eina skitna song inn í hana, verður hon koyrd niður í vaksikjallaran, har hon verður vaskað, og síðani koyrd inn í Hóast bygningurin er 25 metrar høgur og tí næstan líka høgur sum sokallaði sukurmolin, grøni bygningurin, fyllir hann ikki nógv í lendinum, tí hann liggur so lágt. Forgarðurin verður partur av psykiatriska deplinum. Trø og plantur skulu plantast í hesum økinum og benkur setast upp, so at sjúklingarnir hava eitt uttandura frístað. tons av betongi handað Landssjúrahúsinum 100.000