Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-25, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23 TÍÐINDI næstu lyftu. Tað vil siga, at í aðrari lyft­ uni stendur alla tíðina ein rein song til reiðar hjá starvsfólkunum at taka, greiðir Gunnar Grækarisson frá. Játtanin til H-bygningin er 507,9 milliónir krónur og Gunnar Grækaris­ son sigur, at hetta fyrsta arbeiðsstigið er fullført innan fyri játtanina og uttan nakran mangul. - Tað er serliga Landsverki og FAER­ PORT II, arkitektunum, at takka, at arbeiðið hevur gingið so væl. Eyðun Petersen, byggileiðari hjá Landsverki, hevur prógvað, at hann er í serflokki á hesum økinum, og ymisku partarnir í FAERPORT-samtakinum hava eisini prógvað sítt virði, sigur Gunnar Græk­ aris­son. FAERPORT II eru somu partar, sum teknaðu terminalin á flogvøllinum. Tað eru Selmar Nielsen arkitektur (SNA), Landsbyggifelagið (LBF) og Sof­ us M. Jacobsen (SMJ). Árni Winther Arkit­ektar var partur av samtakinum inn­til SNA keypti felagið. Nýggi bygningurin skal eftir ætlan vera liðugur í 2021. Nógv stór vindeygu verða í bygninginum, so útsýni verður gott norðureftir, eystureftir og suðureftir Bygningurin verður opin í miðjuni, eins og vit kenna tað frá nýggja bygninginum hjá BankNordik og Glasi. Psykiatriski depilin er á fyrstu hædd, omanfyri eru føðideildin og seingjadeildirnar. Rúm verður fyri 50 bilum í parkeringskjallaranum. Bygningurin verður hitaður við Sjóhita og Fjarhita. Allar installatiónirnar eru gjørdar, so klárt er at seta til, tá sjóhitabygningurin er liðugur og fjarhitarørini eru komin út til Landssjúkrahúsið.