mánadagur 25. februar 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
TÍÐINDI
Tingmenn ósamdir
um uppstillingina
Formaðurin í Sjálvstýri heldur, at flokkurin skal stilla upp til
fólkatingsvalið – hin tinglimurin hjá flokkinum mælir frá
Árni Gregersen
Tingmennirnir báðir hjá Sjálv
stýri, Jógvan Skorhgeim, for
maður, og Kári P. Højgaard,
hava hvør sína meining um,
hvørt flokkurin skal stilla upp
til komandi fólkatingsval.
Kári P. Højgaard hevur sent
eit skriv til landsnevnd og
floksformannin,
har
hann
mælir frá, at flokkurin stillar
upp.
Hann grundgevur við, at
føroyska parlamentið er Løg
tingið og har verða lógir og
ríkislógartilmælir samtykt.
Harumframt sigur hann, at
í stevnuskrá floksins stendur,
at fólkatingssessirnir skulu
takast av. Flokkurin hevur eis
ini lagt uppskot fram um
hetta, men uppskotið vann
ikki frama.
Káti P. Højgaard sigur, at
hann øll árini, hann hevur
verið floksformaður og ting
maður fyri flokkin, hevur
hann arbeitt ímóti, at flokkur
in stillar upp til danska Fólka
tingið.
Landsnevndin tekur avgerð
Jógvan Skorheim er formaður
floksins. Hann sigur, at endalig
støða til uppstilling er ikki
tikin enn. Fundur verður um
malið og í seinasta enda er tað
landsnevndin, sum avger, hvat
flokkurin ger.
-Men tað er onki dulasmál,
at eg haldi at flokkurin eigur
at stilla upp, eisini til komandi
fólkatingsval,
sigur
Jógvan
Skorheim, formaður.
Alt bendir á, at allir teir før
oysku flokkarnir, sum hava
umboð í Løgtinginum, fara at
stilla upp til fólkatingsvalið.
Vanliga uppfatanin er, at tá
ið fólkatingsval og løgtingsval,
eru so tætt uppat hvørjum
øðrum, so er neyðugt hjá flokk
unum at stilla upp til fólka
tingsval, annars kunnu flokk
arnir missa atkvøður.
Fólkatingsval verður í sein
asta lagi 18. juni í ár og løg
tingsval í seinasta lagi 31.aug
ust.
Fáa pengar fyri at stilla
upp til fólkatingsvalið
Føroysku flokkarnir,
sum fáa meira enn
1000 atkvøður til
fólkatingsvalið, fáa
góðar 30 krónur
fyri hvørja atkvøðu
Árni Gregersen
Tey, sum stilla upp til fólka
tingsval í Føroyum, fáa peng
ar fyri hvørja atkvøðu, tey
fáa.
Tað
stendur
í
einari
danskari lóg frá 2006, at
flokkar ella einstaklignar,
sum hava luttikið í einum
fólkatingsvalið
og
hava
fingið
fleiri
enn
1000
atkvøður, fáa eftirfylgjandi
30,75
krónur
fyri
hvørja
atkvøðu.
Fyri at fáa pengarnar er
neyðugt at senda eina um
sókn til danska innanríkis
ráðið
Kravt verður, at ein frá
greiðing eisini verður send
við um, hvussu nógvan pen
ing flokkurin hevur brúkt til
politiskt arbeiðið í hesum
sambandi.
Kári P. Højgaard, tingmaður
fyri Sjálvstýri, spurdi fyri
tviemum árum síðani ríkis
umboðið um, hvussu hendan
skipanin virkar.
Undir orðaskiftinum í sam
band við svarið, segði Kári P.
Højgaard, at Sjálvstýrisflokk
urin hevur ikki havt møgu
leika ofta at søkja um hendan
stuðulin, tí flokkurin hevur
oftast fingið færri enn 1000
atkvøður.
Kortini fekk flokkurin eitt
ár góðar 19.000 krónur í stuðli.
-Hetta er ímóti tí, sum eg
haldi, so vit hava goldið pen
ingin innaftur. Tað eri eg ótrú
liga glaður fyri at kunna boða
frá, segði Kári P. Højgaard,
undir orðaskiftinum.
Teir fýra størru flokkarnir
á tingi hava fingið fleiri
100.000 krónur í stuðli í árun
um frá 2002 til 2015 – Mið
flokkurin
tó
bert
175.000
krónur.
Kári P. Højgaard, heldur, at Sjálvstýrisflokkurin als ikki eigur at stilla up til fólkatingsval.
Jógvan Skorheim, formaður fyri Sjálvstýri, mælir til, at
Salvstýri luttekur í komabndi fólkatingsvalið
Føroysku flokkarnir kunnu søkja og fáa góðar 30 krónur fyri hvørja
atkvøða, treytað av, at teir fáa meira enn 1000 atkvøður til fólkatingsvalið.