Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-25, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Gilli Rólantsson skeyt eitt av málunum, tá ið Brann leygar­ dagin vann 3-1 í venjingardysti ímóti Kristian­sund BK, sum hevði Meinhard E. Olsen við í seinna hálvleiki. Gilli Rólants­ son skeyt 2-1-málið, sum varð vakurt sett inn eftir eitt inn­ legg úr vinstru. Støðan í hálv­ leiks­steðginum var 1-0 til Kristiansund BK. Viljormur Davidsen byrjaði á bonkinum, tá ið Vejle leygardagin tapti 3-1 á heimavølli fyri FC Nord­ sjælland. Viljormur varð tó inn­skiftur smáar 20 minuttir fyri leiklok og átti uppleggið til pyntandi 3-1-málið, sum ís­ lendski Kjartan Finnbogason setti í netið. Vejle er næstaftast í Superliguni. Hallur Hansson varð rikin av vølli eftir tvey gul kort, tá ið AC Horsens heima á CASA Arena í gjár tapti 2-1 fyri OB. Hallur fekk sítt seinna gula góð­ar 10 minuttir inn í seinna hálv­leik, tá ið dómarin, Michael Tyk­gaard metti, at hann gjørdi sjón­leik. Hetta var tó ógvuliga iva­samt, og hetta kom tíverri at kosta, tí eftir at støðan tá var 1-1, megnaði OB sum kunnugt at fáa mál og vann 2-1. AC Hors­ ens er nummar níggju í Super­ liguni, tó einans eitt stig frá enda­spælsgevandi topp 6. Lionel Messi skeyt sítt hat­ trikk nummar 50 ár yrkis­ leið­ini, tá hann við einum hat­trikki leygardagin var høvuðs­maðurin í 4-2-útisigri hjá FC Barcelona ímóti Sevilla. 44 av sínum hattrikkum hevur hann skotið fyri FC Barcelona, meðan hann hevur skotið hini seks fyri Argentina. FLOGBÓLTUR Meistaradeildin hjá kvinnum hevur fingið nýtt oddalið. Tað er greitt eftir at SÍ í gjár heima í Sørvági vann sannførandi 3-0-sigur í oddabrakinum ímóti Fleyr. Settúrslitini vóru 25-16, 25-13, 25-16. Dysturin var sam­stundis ein forsmakkur til steypa­finaluna, sum verður ímillum somu lið leygardagin kl.16.00. Ein annar dystur var hetta vikuskiftið. Hann var longu fríggjakvøldið, tá Mjølnir á vitjanini hjá TB í Trongis­vági vann 3-1 í settum. Nevnast kann, at TB hevði fýra settbóltar at leggja seg á odda 2-1 í settum. Úrslitini hetta vikuskiftið bera við sær, at SÍ hevur tikið oddasessin frá Fleyr. Eitt stig skilir hesi bæði lið­ini, ið stevna beint ímóti FM- finalunum. Í meistaradeildini hjá monn­ um vóru eisini tveir dystir hetta vikuskiftið. Við teprum 3-2-sigri á SÍ megnaði Fleyr júst at halda frástøðuna til SÍ og ÍF, sum bæði bjóða av í kappingini um seinna FM-finaluplássið. Odda­liðið, Mjølnir, ger eingin nakað við. Mjølnir vann í gjár 3-0 á ÍF. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen og teir í Bjerringbro-Silkeborg tóku leygar­dagin eitt risa fet ímóti 1/8-finalunum í Champions League, tá ið teir vunnu heldur óvæntað á útivølli ímóti pólska Wisla Plock. Danska liðið vann dystin 26-22 og hevur skapt sær sera gott útgangsstøði undan seinna dystinum heima í Jysk Arena sunnudagin. Jóhan á Plógv Hansen skeyt trý av málunum. Bjerringbro-Silke­ borg spælir í løtuni uttan teirra størsta profil, Nikolaj Markus­ sen, sum ikki verður við aftur hetta kappingarárið vegna ein skaða í lítlutá, ið krevur skurð­ viðgerð. SVIMJING Dreingirnir hjá Havnar Svimji­ felag settu um vikuskiftið nýtt juniormet í 4x100 metra frí­ svimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim Open svumu teinin upp á 3:55:27. Ægir átti føroyska juniormetið á 3:57.26 frá FM á langgeil í fjør, sum Rókur Trygvason, Martin Sivertsen, Dennis Voropaev, Natanael Matras vunnu í Pálshøll í fjør. Teir fýra úr Havnar Svimjifelag sum tóku metið í dag vóru Jóhannis Erlendsson (2003), Johan Nónskarð Dam (2002), Jónas Lindenskov Schiller (2003) og Bartal Erlingsson Eides­gaard (2003) Svimjisamband Føroya hevur úttikið 14 svimjarar til Bergen Swim Festival, sum verður í Noregi vikuskiftið 5. til 7. apríl. Tey úttiknu eru: Bar­ bara Debes (fødd ár 2000. Ægir), Bartal E. Eidesgaard (f. 2003, HS), Birita Debes (f. 1995, FLOT), Eyðrið Mortensen (f. 2003, HS), Johan N. Dam (f. 2002, HS), Kristina í Skála (f. 2005, HS), Rebekka Trygvadóttir (f. 2004, Ægir), Rói Bech (f. 2001, SuSvim), Rókur Trygvason (f. 2000, Ægir), Róland Toftum (f. 1998, SuSvim), Sára R. Nysted (f. 2001, SuSvim), Signhild Joen­sen (f. 2000, Ægir), Sólvá A. Sigurðs­ son (f. 2002, Ægir) og Vár E. Eides­gaard (f. 2001, HS). TALV Sandavágs Talvfelag er fram­ vegis á odda í fremstu deildini í landskappingini, men havnar­ menn ota seg nú fram á odda­ liðið úr Vágum. Munurin millum tey bæði fremstu liðini stytt­ist við tveimum stigum eftir dystirnar í sjeynda um­ fari í gjár. Sandavágsmenn máttu sættast við javnleik móti øðrum liði hjá Havnar Telving­ar­felag í gjár. Brøðurnir Høgni og Rógvi Egilstoft Niel­ sen gjørdu sína skyldu og vunnu á ovaru borðunum á ávika­vist Rógva Mortensen og Heiðrik Jacobsen, men á aftaru borðunum vóru havnar­menn við yvirlutan. Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg vunnu á ávika­ vist Torkil Nielsen og Bern­hard Augustinussen. Silas Eyð­steins­ son var ikki við hjá sanda­vágs­ monnum. Fyrsta lið hjá Havn­ ini gjørdi bart í dystinum móti Klaksvík 2 og vann 4-0. Martin Poulsen, Olaf Berg, Carl Eli Samuelsen og Herluf Hansen vunnu allir. Í triðja dystinum í 1. deild í gjár vann fyrsta lið hjá Klaksvíkar Talvfelag 3½-½ á Kollafjarðar Talvfelag. Støðan í 1. deild eftir 7. umfar: Sanda­ vágur 21½, Havnin 20, Klaksvík 14½, Havnin (2) 10, Kollafjørður 9, Klaksvík (2) 9. albinus@sosialurin.fo SÍ tók oddasessin frá Fleyr Tað er stórur spenningurin í oddinum í meistaradeildini hjá kvinnum í flog­bólti, har SÍ er nýtt oddalið eftir sannførandi 3-0-sigur á Fleyr Mynd: fbf.fo