mánadagur 25. februar 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sjúrður H.Hoydal
Manshondbólturin
í
ár
hevur verið púra burturvið
at gera niðurstøður burtur
úr. Øll kunnu vinna á øll
um, men onkursvegna hevur
Neistin verið meira støðugt
enn Kyndil í ár. Men støðan í
landskappingini er eitt. Í hálv
finalunum í steypakappingini
sendu kyndilsmenn boð um,
at teir ætlaðu sær sanniliga at
at fáa sum mest burtur úr hesi
kappingini.
Málverjarnir seta seg
á dystin frá byrjan
Liðini bæði eru, eins og flestu
mansfeløgini í landinum, ser
merkt við fyrst og fremst sera
góðum verjuspælið og mál
verjum. Hetta kom sanniliga til
sjóndar fyrstu løtuna av ársins
steypafinalu.
Seinast
Føroyar
spældu
landsdyst
itu
málverjarnir
Tórður Guttesen og Nicholas
Satchwell. Málverjarnir hjá
ávikavist Kyndli og Neistanum.
Hví so er gjørdist greitt tá ið
HONDBÓLTUR
Leikarametingar RASMUS
SLÓ TIL Í
EVSTU LØTU
Í einum dysti, ið rullaði aftur og fram
sum í dyllukoppi, hevði stóra stjørnan hjá
Neistanum ein truplan dyst. Men í seinastu
sekundinum tók hann alla ábyrgd á sínar
herðar og avgjørdi eina steypafinalu, ið var
sermerkt av ótrúligum málverjuavrikum
Kyndil
TÓRÐUR SKORÐHEIM GUTTESEN
– 9
Spælir næstan fullkomna
dystin. Avrikið hjá honum er
ikki bert einastandandi orsakað
av mongu bjargingunum, men
eisini hvussu hesar vóru framdar.
Fleiri dupultbjargingar og
stórbjargingar úr fríari støðu
gera unga málverjan til dagsins
leikara. Hevði fingið eitt tíggjutal
um hann ikki tvær ferðir misnýtti
møguleikan at senda bóltin í tómt
neistamál – og tá hevði hann
helst eisini verið steypavinnari
JÓNI GUTTESEN VIDERØ – 4
Fær eina lítla løtu á vøllinum,
men ein útvísing hálar hann
niðurum miðalmetið
JANUS JAKOBSEN – 5
Verjir væl í fyrra hálvleiki, men
fær eisini tvær dýrar útvísingar
HØGNI KLEIN OLSEN – 4
Brennir meira enn hann skorar.
Millum annað eitt brotskast.
Hetta er dýrt í so teprum dysti
TUMMAS PAULI HANUSARSON
– 6
Verjir væl og fær nøkur góð mál.
Er óheppin at raka tvørtræið í
avgerandi løtu.
JOHN Í INNISTOVU – 4
Brennir tvey skot á rað, og má
seta seg á bonkin restina av
dystinum. Hevði ikki hepnið við
sær.
Hjalti Mohr Jacobsen – 6
Skorar væl og skipar spælið væl
í løtum, Fær kortini ikki tikið
ábyrgd í avgerandi løtuni
DAVID EDVARDSEN – 7
Skorar nøkur góð og
týdningarmikil mál, men vit
vænta at hann tekur ábyrgd í
truplastu støðunum.
BARTAL KLEIN OLSEN – 8
Er hann, ið megnar at seta ferð á
Kyndilsálopið í teimum løtum har
tað gongst teimum best. Fleiri
góð gjøgnumbrot og flott mál
RÓGVI DAL CHRISTIANSEN – 7
Stríðist allan dystin á tamb á
strikuni, og fær tvey mál við
sínari øgiligu styrki, men vit
vænta altíð nógv av honum.
TRÓNDUR WARDUM – 5
Hevur tað eins og hinir veingirnir
trupult. Seinasta málið tekur
hann upp á eitt fimmtal
ÓLAVUR Á FLØTUM MITTÚN – 5
Sama søga sum hjá Tróndi
Wardum. Teir tora báðir at
taka møguleikarnar í seinastu
løtunum.