mánadagur 25. februar 2019síða 19
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
b á ð i r
byrjaðu
d y s t i n
við fleiri
b j a r g i
num.
Tí var
s t ø ð a n
0-0
eftir
knappar fýra
minuttir, men
so
byrjaði
at
bragda hjá teimum
grønu.
Eftir
átta
minuttir var støðan 3-0 til
Kyndil og Neistin tók time-out.
Hetta bøtti ikki í fyrstu
atløgu, tí enn einaferð forðaði
Tórður Guttesen fyri máli. Í
hinum endanum svaraði neista
málverjin aftur, og so kundi
Neistin revsa tvær ferðir við
málum frá Karl Martini Olsen.
Hóast
kyndilsmálverjin
framdi tríggjar stórbjargingar
næstu løtuna kundi hann ikki
forðað fyri at støðan gjørdist
3-3 eftir at eitt korter var farið.
Leiðslan skiftir
Hann mundi iðra seg um at
liðfelagarnir ikki dugdu betri
at taka av hesum bjargingum,
tí munurin helt sær, eftir at
Nicholas
Satchwell
millum
annað bjargaði einum brots
kasti.
Kortini
eydnaðist
tað
Kyndli at leggja seg á odda
við tveimum, men so vaknaði
Neistin veruliga. Eftir fimm
mál á rað, var tað Neistin, ið var
á odda við tveimum, áðrenn
Bartal Klein Olsen fintaði seg
væl ígjøgnum og minkaði um
munin í evstu løtu av fyrra
hálvleiki, ið sostatt endaði 9-8
til Neistan.
Ein hálvleikur har eitt navn
var á øllum vørrum: Tórður
Guttesen. Hann mundi í fyrra
hálvleiki fremja einar sjey
bjargingar, úr støðum har ein
ikki væntar at málverjin tekur.
Nicholas Satchwell var stóri
leikarin
hinumegin,
saman
við Karl Martin Olsen á høgra
vongi, ið sanniliga tók ábyrgd.
Hinvegin hevði stóra stjørn
an og ársins leikari undanfarna
kappingarár, Rasmus Søby,
ikki fingið stórvegis burturúr.
Tórður Guttesen hevði skil á
øllum skotum frá roynda dana
num, ið einki mál fekk í fyrra
hálvleiki.
Kyndil kemur best inn
í seinna hálvleik
Rasmus
Søby
tóktist
at
hava betri skotarm í seinna
hálvleiki, tá ið hann tíðliga í
hálvleikinum sendi eitt rimmar
skot í handara málhorn, men
kyndilsmálverjin fekk fatur á
stórskjúttanum løtu seinni.
Eftir millum annað eina
brotskastsbjarging frá Tórði
Guttesen, fór Kyndil at fáa
veruligt glið á spælið hjá sær.
Støðan broyttist frá 10-9 til
Neistan til 11-14 til Kyndil.
Nicholas Satchwell lív í
Neistanum, men eftir at ein
bjarging endaði á vinstra vongi
hjá Kyndli gjørdist støðan 12-17
til Kyndil miðskeiðis í seinna
hálvleiki og Neistin mátti taka
time-out.
Neistin broytti verjuskap
og fór at spæla við 7 monnum
í
álopinum.
Eisini
mundi
Neistin hava tosað um at fáa
stórskjúttan hjá sær betri við,
men Rasmus Søby tveitti ein
býttan bólt burtur stutt eftir at
spælið var farið í gongd aftur.
Hann bøtti kortini skjótt um,
tá ið hann legði eina framúr
spæling inn á strikuna, so at
munurin minkaði niður í 15-18.
Neistin satsar
Hesin munurin helt sær eina
løtu til at einir tíggju minuttir
restaðu í. Neistin tók eina
rættiliga
váðamikla
avgerð
og setti Mikkjal Hansen inn í
málið fyri Nicholas Satchwell.
Hetta skuldi vísa seg at vera eitt
gott hugskot. Løtu seinni sendi
Kyndil bóltin á tvørtræið, og
hann stakk út á vinstra vong.
Nýggi
neistamálverjin
var
skjótur og fekk onkursvegna
hildið bóltinum frá at fara í
málið. Løtu seinni varð hetta
revsað, tá ið støðan gjørdist 19-
20 eftir eitt flott strikumál frá
Pæturi Mikkjalssyni.
Nú restaðu seks og ein hálv
ur minuttur í, og Kyndil tók
time-out.
Dysturin sum í
dyllukoppi
Hetta bøtti ikki. Eftir
brotskast gjørdist
støðan
20-20,
og so kom ein
lítil málturkur.
Bæði
liðini
tveittu bóltar
burtur, og tá ið
Kyndil royndi
at seta ferð á,
kom Tróndur
K r a g e s t e e n
ov seint og var
vístur av vølli í
tveir minuttir. Hetta
var dýrt fyri Neistan
á tveir hættir. Bæði at
Tróndur Kragesteen er ein
hin týdningarmesti leikarin
hjá Neistanum, og harafturat
vóru bert tríggir minuttir eftir
at leika.
Dysturin
koppaði
veru
liga aftur og fram, og seinastu
minuttirnir gjørdust minniligir
Kyndil spældi yvirtalsspæl
til Ólav av Fløtum Mittún,
ið legði Kyndil á odda 21-20.
Rasmus Søby setti síðani eitt
brotskast í netið til 21-21, tá ið
áleið hálvurannar minuttur
restaði í.
Í næsta álopinum rakti
Kyndil aftur tvørtræið, men
fangaði bóltin aftur, og fekk
møguleika at byggja upp av
nýggjum. Kyndilsálopið tóktist
ikki at finna røttu loysnini
móti verjuni, og Kyndil tók
time-out við 39 sekundum eftir
at leika.
Time-outið mundi ikki vera
so væl frágingið, tí beint eftir
at spælið var sett ígongd, lá
bólturin í hondini á Rasmusi
Søby, ið ikki ivaðist eina løtu.
Hann sendi bóltin út í høgru
til Karl Martin Olsen, ið skoraði
trygt til 22-21.
20 sekund restaðu í.
Nú
høvdu
Kyndilsmenn
skund. Men teir valdu eina
góða loysn og sendu Trónd
Wardum til møguleika á høgra
vongi, og so var støðan 22-22.
Rasmus tekur ábyrgd
Men framvegis restaðu eini
átta-níggju sekund í. Rasmus
Søby, ið hevði havt tað so
trupult við sínum langskotum
allan dystin, valdi at gera eina
seinastu roynd. Hann skeyt
hart úr stórari fjarstøðu og so
sat bólturin í netinum aftanfyri
Tórð Guttesen, ið mundi kenna
at hann hevði gjørt nóg mikið
til at gerast steypavinnari.
Men nei. Hann kundi bert
hyggja at neistamonnunum,
ið fegnaðust um at teir vóru
steypavinnarar 2019.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Frásøgn og myndir
frá ungdóms
steypafinalunum koma
í mikudagssosialinum
Leikarametingar
Neistin
NICHOLAS SATCHWELL – 8
Besti neistamaður í finaluni. Fær
ikki líka nógv uppmerksemi sum
kyndilsmálverjin, men er sanniliga
umráðandi við einari ørgrynnu av
flottum og týðandi bjargingum
MIKKJAL HANSEN – 8
Tað krevur stóra styrki at koma
inn fyri Føroya besta málverja,
tá ið dysturin skal avgerast. Tað
klárar hann framúr, millum annað
tá ið hann bjargar returbólt.
KARL MARTIN OLSEN – 8
Tryggasti álopsleikarin í finaluni.
Serliga ansvekjandi tá ið hugsað
verður um, at hann spælir á
’skeivum’ vongi.
PÆTUR MIKKJALSSON – 6
Brennir ov nógv skot móti Tórði
Guttesen, men missir ikki móti. Er
sterkur í verjuni.
HØGNI ZACHARIASSEN – 4
Fær ikki nógv at arbeiða við á
vinstra vongi. Brennir eisini eitt
brotskast. Er vanliga ein hin besti
vinstri vongurin í landinum, og vit
vænta altíð nógv frá honum.
DÁNJAL RAGNARSSON – 7
Blaðungi bakkurin vísur stóra
styrki við góðum gjøgnumbrotum.
Fær ikki nógva leiktíð í finaluni,
men tekur av tá ið hon kemur.
TRÓNDUR MIKKELSEN – 5
Eisini ein blaðungur og spennandi
leikari, men hann fær ikki sett sín
dám á dystin
HERBJØRN LAVA - 4
Byrjar inni í álopinum, men fær
einki at arbeiða við. Spælir ikki
leingi
TRÓNDUR KRAGESTEEN – 6
Er ikki so eyðsýndur, men skipar
spælið væl. Eydnast eisini við
innspæli og flottum málum tá
ið á stendur. Fær eina býtta
útvísing, ið kundi verið sera dýr
RASMUS SØBY – 7
Hvussu skal ein meta avrikið
hjá Rasmusi Søby? Maðurin
hevur eina ørgrynnu av brendum
skotum og eisini fleiri villur. Men
hann heldur á og tekur ábyrgd.
Sera sigandi er støðan tá ið hann
tveitir ein tápuligan bólt burtur
aftur um ryggin á sær sjálvum,
fyri síðani at gera eina framúr
spæling inn strikuna í næsta
álopinum. Avgerandi málið hálar
hann upp á sjey.
RUNE OLSEN – 7
Fær fleiri flott strikumál og
verjir væl. Brúkar sína styrki á
besta hátt, men fær eisini onkra
útvísing.