mánadagur 25. februar 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undan
steypafinaluni
hjá
kvinnum høvdu nógv fólk
roynt at spátt um hvat mundi
fara at henda leygardagin í
Høllini á Hálsi. Men eingin
dugdi – ella tordi – at geva øðr
um liðinum nakran fyrimun.
Gongdin hjá Kyndli seinastu
tveir mánaðarnar hevur verið
framúr góð, og í februar, sum
er steypamánaðin í hondbólti,
hevur onki lið staðið fyri
kyndilskvinnum. Stjørnan, H71,
StÍF og Neistin 2 máttu øll lúta
fyri kyndilsmaskinuni, ið var
svong eftir steypinum.
Í Vestmanna hevur
gongdin
sveiggjað
nakað aftur og fram
í ár, og spurnartekin
hava verið sett við,
um leikararnir eru
vorðnar
nakað
mettar eftir framúr
góðu sigrarnar í fjør.
Kortini
hevur
VÍF
staðfest
seg
greitt á fremsta plássi
í
landskappingini,
og
liðið var eisini ósigrað í
steypakappingini
undan
finaluni. H71, Neistin, Stjørn
an
og
Stjørnan
2
vóru
HONDBÓLTUR
Steypafinalan hjá kvinnum hevði so nógvar
søgur. Undanfarna kappingarár dystaðust
hesi bæði liðini í øllum kappingum,
sum VÍF vann. Í ár hevur VÍF eisini verið
sterkasta og støðugasta liðið í Føroyum.
Kortini er Kyndil vorðið sterkari fyri
hvønn dyst, og við einum øgiligum avriki
hevndu kyndilskvinnur seg inn á ráðandi
meistararnar í ársins steypafinalu
Leikarametingar
VÍF
VIVIANN PETERSEN – 6
Tað var ikki lætt hjá
landsliðsmálverjanum henda
dagin. Hon fær tó fleiri flottar
bjargingar, ið spælir VÍF inn aftur
í dystin. Orsøkin til at hon bert
fær metið, 6, er helst at vit vænta
so nógv av henni.
RAGNHILD Á HEYGUM – 5
Besti eykamálverjin í Føroyum
eydnaðist ikki við at venda
gongdini ta lítlu løtuna hon var á
vøllinum
LÍV INGDÓRSDÓTTIR – 6
Avloysir Kathe Frederiksen á
strikuni, og fær millum annað eitt
gott mál, tá ið VÍF er á veg inn í
dystin.
AGNAS OLSEN 5
Skipar spælið skilagott, men ger
ov nógvar villur í fyrra hálvleiki.
Fær fýra mál, men vit vænta altíð
nógv frá spælskiparanum.
LILJAN DJURHUUS - 5
Vaknar alt ov seint. Fær bert eitt
mál í fyrra hálvleiki, og megnar
ikki at skapa vanligu hóttanina í
aðru bylgjuni. Skjýtur fleiri mál í
seinna hálvleiki, men til fánýtis
DURITA C. JOJIC - 8
Gongur undan á VÍF-liðnum
í finaluni. Bæði tað at hon er
nógv tann størsta hóttanin og
toppskjútti, men eisini stríðsviljin
og hugburðurin lyftir hana upp á
eitt flott met.
RANDI VIRGARSDÓTTIR – 6
Kemur inn og tekur av við einum
snildum málið. Er ikki ein av
teimum sum skal taka størsta
ábyrgdina, og fellur tí ikki niður
á 5
DANIELLA JOENSEN – 5
Daniella Joensen ið røkir alskyns
uppgávur er nakað ósjónlig í
finaluni. Er ein av teimum, ið kann
gera mun, men kemur ikki í røttu
støðurnar frá vinstra vongi.
KATHE FREDERIKSEN - 6
Aftur ein profilur, ið ikki rakar
vanliga støði. Samanspælið við
bakkarnar er ikki tað vanliga, og
hon fær ikki nógv at arbeiða við.
HEIDI MARIA AKSELSEN – 5
Hon spælir á høgra vongi í dag,
og hevur tað trupult við Jovanu
Stranjanac. Endar á tveimum
málum, men VÍF hevði tørv á
fleiri. Skuldi kanska skift vong við
Daniellu Joensen.
KYNDIL
FEKK
HEVND