mánadagur 25. februar 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
eingin forðing fyri ráðandi
greipuvinnararnar, so lítil ivi
kundi vera um, at hetta vóru
tey tvey bestu liðini sum
hittust í finaluni.
Langir steðgir
Flest øll væntaðu ein javnan
dyst, men hesum vildu kyndils
kvinnur ikki taka undir við.
Tær máttu kortini bíða
nakað við at prógva hetta, tí at
tekniskir trupulleikar vóru við
hallarklokkuni, og seinkaðu
dystarbyrjanina.
Spentu
viðhaldsfólkini sótu sum á
nálum,
meðan
leikararnir
hildu seg heitan við innanhýsis
bóltspæli, og átta minuttir
ov
seint
byrjaði
dysturin
loksins til eitt varið róp frá
áskoðarafjøldini.
Kanska nervaði steðgurin
leikararnar nakað, tí dysturin
byrjaði við fleiri villum frá
báðum liðum. Eftir eina løtu
revsaði Kyndil eina slíka frá
VÍF, og legði seg á odda
1-0.
Teknisku
villurnar
hjá
liðunum
báðum
endurtóku seg, áðrenn ein
villa við hallargólvinum
steðgaði dystinum aftur.
Nakrar lýsingar høvdu
rivið seg leysar, og máttu
umvælast. Hetta førdi
aftur til ein longri steðg,
og tað var ikki hin seinasti
í dystinum.
So sleppur Kyndil at
endiliga at spæla
Tá ið dysturin fór í gongd aftur
einar seks minuttir seinni, helt
dystarmyndin fram. Tekniskar
villur vórðu framdar, og tað var
Kyndil sum eydnaðist við at
revsa tær.
Tá ið samstundis Jovana
Stranjanac í kyndilsmálinum
framdi fleiri flottar bjargingar,
gjørdist støðan 5-1 til Kyndils.
Grøna fjøldin fegnaðist meðan
gula fjøldin og tey uttanveltaðu
vóru tikin av bóli av góðu
kyndilsbyrjanini.
Jovana steingir málið
VÍF fótaði sær nakað, og
minkaði um munin niður í trý
mál miðskeiðis í fyrra hálvleiki,
men Jovana Stranjanac vísti at
hon var bert júst byrjað sítt
stórspæl. Eftir millum annað
eina framúr dupultbjarging
frá skjótálopið, kundi kyndils
álopið við Súnu Krossteig
Hansen á odda, økja um munin
aftur.
Navnið á Jovanu Stranjanac
rungaði úr grøna geiranum og
Kyndil sýndi eisini risastórt
yvirskot, tá ið ein bóltur var
spældur av høgra vongi út á
vinstra vong, har Turið Arge
Samuelsen fintaði seg ígøgnum
til vakrasta málið higartil í
dystinum.
Henda gongdin førdi til, at
Kyndil økti frá støðuni 8-11 í
9-17, ið gjørdist hálvleiksstøðan.
VÍF vaknar – ov seint
Ein risa stórur munur, ið mundi
krevja eitt undur frá VÍF at taka
aftur aftur. Fyrst og fremst
kravdist ein hugburðsbroyting,
og hon tóktist eisini at koma.
VÍF minkaði spakuliga um
munin frá byrjan av seinna
hálvleiki. Durita C. Jojic gekk
undan í málskjótingini, og
nú fekk Viviann Petersen
eisini fatur á fleiri skotum.
Tá ið støðan gjørdist 14-18 tók
Kyndil time-out, og Kyndil tók
tamarhaldið á dystinum aftur.
Kyndil fer við øllum
Kyndil
vísti
framhaldandi
yvirskotið, og tá ið Turið Arge
Samuelsen
gjørdi
støðuna
til 19-24 við einum framúr
flúgvara av vinstra vongi, hevði
eingin harta vestmenningar
fyri at farið heim. Men VÍF
stríddist enn. Durita C. Jojic
spældi seg heitan við bæði
langskotum og fríspælingum,
og munurin minkaði aftur
niður í trý mál. Men dagsins
leikari,
Jovana
Stranjanac
tímdi ikki at dysturin skuldi
gerast spennandi. Aftur tók
hon stórbjargingarnar fram,
so at munurin vaks aftur, og
hesaferð var einki hjá VÍF at
svara við.
Seinastu fimm minuttirnar
fyri leiklok sang grøna fjøld
in sigurssangir, og tá ið hallar
hornið ljóðaði, hevði Kyndil
vunnið dystin 24-31, og var
steypavinnari hjá kvinnum 2019.
Frá botninum upp
á hægsta tindin
Hetta er fyribils tindurin hjá
Kyndli, ið byrjaði kappingarárið
heilt niðri á botninum. Kyndil
tapti tríggjar teir fyrstu dyst
irnar í landskappingini, og var
millum annað fyri tveimum
stórum tapum fyri VÍF. Men
eftir styrk frá fyrst Jovanu
Stranjanac, síðani Marionnu
Geirsdóttir Eystberg og seinast
Turið
Arge
Samuelsen,
er
kyndilsliðið aftur á tindinum
á føroyskum hondbólti. Hesir
tríggir stórleikararnir hava
megnað at gjørt sínar liðfelagar
betur, og tað verður spennandi
um menningin heldur fram tá
ið landskappingin byrjar aftur.
sjurdur@sosialurin.fo
HONDBÓLTUR
Leikarar verða
mettar frá 1 til 10
Leikarametingar
Kyndil
JOVANA STRANJANAC – 10
Málið tóktist gandað. VÍF spældi
seg til møguleikar, men ferð eftir
ferð stóð serbiski málverjin fyri.
Var fullkomliga avgerandi fyri
stóra avrikið hjá Kyndli
MARIANNA GEIRSDÓTTIR EYSTBERG
– 7
Vísir aftur í dag at hon hevur
nógvar dygdir í bæði álopi og
verju hóast ungan aldur. Leggur
stórt trýst á VÍF-verjuna. Tveir
brendir møguleikar hála hana
niður á eitt sjeytal.
BÁRA KROSSTEIG HANSEN - 8
Hevur ein serligan leiklut í
Kyndilsálopinum, har ein kanska
leggur meira til merkis hennara
felagar í bakketuni. Stýrir kortini
spælinum við størsta skili og
tekur ábyrgd tá ið á stendur.
BEINTA BÁRÐARDÓTTIR – 7
Er eyðsýnd í verjuni allan dystin.
Fær forðað fyri innspølum og
steðgað gjøgnumbrotum. Fær ikki
nógvar málmøguleikar
ÁSLEYG SÚNADÓTTIR - 8
Spælir við høgru hond á høgra
vongi, og tað ger hon sera
væl. Fær trý framúr mál í fyrra
hálvleiki, og er við til at skapa
avgerandi munin.
SÚNA KROSSTEIG HANSEN – 9
Aftur eitt ansvekjandi avrik frá
18 ára gamla stjørnuskotinum
hjá Kyndli. VÍF-verjan hevur
framvegis marruna av kviku
fótfintunum. Var valdur dagsins
leikari av landsliðsvenjaranum,
og lítil ivi er um at hon var besti
útileikari á vøllinum
GUDRUN RESTORFF OLSEN – 6
Fær brádliga ein møguleika og
tekur hann. Flott.
KARIN SKYLV MIDJORD – 7
Tað er ikki lætt at koma inn í ein
sovorðnan dyst, men hon kemur
inn í seinna hálvleiki og fær tvey
flott mál.
ANNA BRIMNES – 6
Kemur inn eina lítla løtu og
skorar brotskast.
TURIÐ ARGE SAMUELSEN – 9
Hon vísir hví kyndilsfólk vóru so
fegin um at fáa hana heim. Skorar
av veinginum, eftir skjótálop og
eisini tvey tey flottastu málini í
dystinum. Ger snøgt sagt alt, ið
ger hana til Føroya besta vinstra
vong. Brennir eitt skot í seinastu
løtu, men tað hevur einki at siga.