Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-25, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. februar 2019síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Sáttmálin ímillum føroyska lands­liðs­leikaran, Hall Hans­ son, og danska felagið, AC Hors­ens, gongur út við endan á hes­um árinum, og framvegis er ikki nakar nýggjur sáttmáli undir­skrivaður. Ikki hevur verið nógv nýtt at frætta viðvíkjandi framtíðini hjá føroyska stríðsmanninum, men um vikuskiftið hevur hann givið eina viðmerking til lokala blaðið, Horsens Folke­ blad. Blaðið heldur tað vera merkis­vert, at Hallur, sum annars ikki plagar at vera ein maður av fáum orðum, er rætti­ liga fáorðaður um fram­tíðina. - Eg kann ikki siga so nógv í løtuni. Eg blívi helst skjótt klókari, sigur Hallur við blaðið óivað vísandi til, at tað skjótt verður meiri at frætta. - Men eg kann siga so mikið, at eg tosi við AC Horsens, og at eg væl kann ímynda mær at halda fram í felagnum, sigur hann víðari. Av tí at sáttmálin gongur út við endan á hesum árinum, so kann hann í summar, um nýggjur sáttmáli ikki er undir­ skrivaður til ta tíð, frítt sam­ ráðast við onnur feløg. Stóran týdning Hallur Hansson, sum er 26 ára gamal og hevur spælt í AC Horsens í hálvtriðja ár, hevur ment seg til at vera ein av avgjørdu lyklaleikarunum á liðnum, har hann í løtuni er topp­skjútti við seks Superliga- málum. Við 85 skrásettum dyst­um í skjáttuni telist hann eisini ímillum royndastu menn­ inar á liðnum, og undan hesum kappingarárinum fekk hann álitið at verða útnevndur vara­ lið­skipari saman við norska Sivert Heltne Nielsen aftanfyri vanliga liðskiparan, Mathias Nielsen. Fleiri mál Hóast Hallur framvegis er toppskjútti hjá AC Horsens við seks málum, so hevur hann ikki funnið vegin til málið fyrstu tíggjar Superliga-dyst­ir­nar í 2019, og hann sigur seg vóna, at hann aftur fær hol á mál­skjót­ ingina. - Eg droymi um røkka 10 málum. Tað hevði verið góð­ tikið fyri ein miðvallara, sigur hann við einum smíli við Hors­ ens Folkeblad. - Eg eri ikki komin fram til eina skotroynd enn, so tað er ikki tí, at eg havi misnýtt mínar møguleikar. Eg haldi fram við at renna í málfeltið, og so skulu mínir møguleikar nokk koma. Tað góða er, at vit sum lið hava skapt lutfalsliga nógvar málmøguleikar, sigur Hallur. Tað er í løtuni óhugnaliga javnt í kappingini um at sleppa við í endaspælið. Seks tey fremstu liðini sleppa við, og í løtu­ni er AC Horsens nummar níggu við 31 stigum, sum tó er sama stigatal sum nummar seks, Randers FC, hevur. Við Horsens Folkeblad sig­ ur Hallur, at hann hevur valt ikki at hugsa so nógv um topp 6, men at hann hevur sett sær sum mál at liðið røkkur 35 stig­ um – tað sama, sum AC Hors­ ens fekk í fjør – og síðani síggja hvussu langt tað røkkur. AC Horsens hevur tríggjar dystir eftir at spæla í grund­ spæli­num. Næsti dystur verður leygar­dagin kl.15.00 á útivølli ímóti Esbjerg. albinus@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Tað er minni enn eitt ár eftir av sáttmálanum ímillum Hall Hansson og AC Horsens, og skjótt kann hann frítt samrøðast við onnur feløg. Hann sigur tað tó vera ein møguleika fyri, at hann heldur fram í AC Horsens Hallur viðmerkir framtíðina: SÁTTMÁLIN VIÐ AC HORSENS GONGUR ÚT Hallur Hansson í dysti ímóti OB í gjár