mánadagur 25. februar 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 25. februar 2019 · Nr. 23
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddbjørn Joensen var fríggjadagin
gestur í Fótbóltspanelinum, sum
er sending á útvarpsstøðini FM1.
Hann var biðið um at meta um
Betri deildina hjá monnum 2019.
Fyrilit skal sjálvandi takast fyri, at
enn kunnu feløgini leggja afturat
hópinum.
Klaksvíkingurin,
sum
hevur
vunnið FM sum bæði spælari og
venjari í HB, tippar HB at vinna
FM. –Tað verður ikki eins stórur
munur á, sum í fjør, men eg havi
HB sum favoritt, sigur Oddbjørn
Joensen.
Hann væntar eisini, at EB/
Streymur og TB fáa eitt torført ár.
– EB/Streymur hevur ikki nógvar
royndir eftir í hópinum, meðan
hópurin hjá TB er tunnur. Tað er eitt
langt kappingarár, so tað kann blíva
avgerandi, sigur Oddbjørn Joensen.
Fótbóltspanelið er á FM1 hvønn
fríggjadag frá klokkan 16 til 17.
Komandi fríggjadag verður dómar
in, Petur Reinert, gestur.
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Høllin
dumpaði
aftur
Tað er einki eg ynski meir, enn at føroyskur
ítróttur og tey rundanum hava góðar
umstøður. Eg unni øllum teimum, sum hava
fingið ágóðan av útbyggingini av høllini
á Hálsi. Ein heilan vøll at venja á afturat,
góðar umstøður viðvíkjandi skiftirúmum
og tiltøkum meðan dystur er, og eina hædd
til boksing, judo og borðtennis.
Við hasum fyrilitinum fari eg enn eina ferð
at staðfesta, at stórhøllin á Hálsi dumpaði
til “showpiece”dystirnar leygardagin.
Tey flestu hava skilt, at eg haldi lítið um
útbyggingina, sjálvt um eg skilji ávísar lutir,
sum eg eisini havi víst á í innganginum.
Eitt er at okkara lítla, men drúgva,
útvarpsstøð endaði á einum palli, har hegni
skuldi til, fyri at klatra upp í einum stiga,
sum ikki stóð serliga tryggur – sum so eisini
gjørdi tað ógjørlit hjá frásøgufólkinum at
fara á gólvið eftir dystin.
Eitt annað er, at hinumegin stóð útgerð
fyri fleiri milliónir og filmaði dystin, men
fekk bara ein part av vøllinum við, tí
upptøkutólini standa so tætt at vøllinum, at
tað ber ikki til at filma vengurnar, ið spæla
nærmast við. Hartil er kameravinkulin
beint yvir á 3-4 rekkjur av áskoðarum, men
annars bara ein vegg – og um tú tímdi at
hyggja væl – á pallin hjá FM1.
Mær dámar væl drive’ið hjá
Hondbóltssambandinum í løtuni. Í
torførum umstøðum stríðast tey við at
fáa landsliðshondbólt upp á beinini, men
her er ongin hjálp at heinta frá altjóða
sambandinum. Nakað sum fótbólturin fær í
stóran mun frá FIFA og UEFA.
Tó mugu vit ásanna, at trupulleikarnir
við bæði klokkuni í høllini og ikki minst
vøllinum ikki mugu koma fyri í eini finalu.
Hetta er ein nøs til tey, sum hava vøllin
og lýsingarnar á vøllinum um hendi. Tað
var eisini lítið hugaligt at síggja so nógv
tóm setur til eina steypafinalu. Serliga til
finaluna hjá kvinnum manglaði eitt sindur
av stemningi.
Alt var betri fyrr, verður onkuntíð sagt, tá
onkur gremur seg um okkurt nýtt. Eg haldi
ikki at alt var betri fyrr, tá áskoðarar ikki
sloppu inn, meðan aðrir stóðu á øl-kassum.
Men eg haldi, at hondbólturin hevur
uppiborið eina høll/arena, sum vit øll kunnu
gleðast um. Spælarar, venjarar, áskoðarar,
fyriskiparar, miðlar og hyggjarar.
trondur@sosialurin.fo
Víkingur vinnari
í Klaksvík
1: HB
2: B36
3: NSÍ
4: KÍ
5: Víkingur
6: Skála
7: AB
8: ÍF
9: EB/Streym
10: TB
Oddbjørn Joensen tippar:
Klaksvíkskappingin hevur verið
um vikuskiftið. Í gjár var finalan
millum Víking og NSÍ. Her vann
Víkingur 2-0. Norðlýsið skrivar, at
Gunnar Vatnhamar skoraði bæði
málini fyri vinnandi liðið.
Fyrr um dagin vann KÍ heili
8-2 á B36, sum í leygardagin eisini
tapti 5-1 móti Víkingi. Sum skilst, so
var talan um ein ungt B36-lið, har
meginparturin spælir við næst
besta liðnum.
HB hevur ikki luttikið í Klaks
víkskappingini, hóast liðið vann
FM í fjør. HB er í løtuni í Turkalandi
á
venjingarlegu.
Sunnukvøldið
verður Stórsteypadysturin á Tórs
vølli, har meistararnir úr HB spæla
móti steypavinnarunum úr B36.
FM1 sigur frá dystinum.
trondur@sosialurin.fo
Oddbjørn tippar
HB at vinna