týsdagur 26. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ein slóðbrót
andi ferja
í Føroyum
Tænastan
fer at
verða betri
Nýggja ferjan, sum
Strandferðslan nú fær,
er slóðbrótandi í Før
oyum, tí talan er um
fyrsta skip av sínum
slagi í Føroyum.
Ferjan er gjørd úr
koltrevjum, sum er
lætt, men sterkt tilfar
og hon er bygt eftir
ásetingunum
um
skjóttgangandi ferjur.
Hetta er framtíðin, tí
koltrevjaskip eru nógv
lættari enn stálskip, og
tað merkir samstundis,
at tað brúkar nógv
ferðir minni orku, sigur
Hilmar Eliasen, stjóri á
Strandferðsluni.
Hann vísir á, at al
tjóða krøv, sum eru
sett í gildi til skip, og
sum eru í ferð við at
sett í gildi, seta so hørð
krøv til skip, at tað ber
ikki til at lúka tey við
stálskipum.
Eitt skip úr kol
trevjum
er
nógv
lættari enn eitt stál
skip, og sostatt brúkar
tað eisini nógv minni
orku, og tað er ein stór
sparing í rakstrinum.
Samstundis hevur
nýggja ferjan battarí,
sum ger, at hon kann
partvís sigla við elorku.
Tað er áður upplýst, at
skipið kann sigla í tveir
tímar upp á battarí.
Tað merkir so eisini,
at hon kann sigla púra
ljóðleyst, bæði oman
sjóvar og undirsjóvar,
og sostatt kann hon
sigla
undir
fugla
bjørgum, og annars
undir landi við serliga
viðkvomum fuglalívið,
uttan at órógva fugla
lívið tað allarminsta.
Tað verður um eitt
gott ár, ella tann 1. mai
næsta ár, at Strand
ferðslan
fær
sína
fyrstu nýggju ferju,
síðani Smyril kom í
2005.
L e y g a r d a g i n
skrivaði Hilmar Elia
sen, stjóri á Strand
ferðsluni, undir sátt
mála
við
norsku
skipasmiðjuna,
GS
Marine
Produksion,
um at byggja ferjuna,
sum tekur 96 ferðafólk
og tríggjar persónbilar,
ella ein stóran bil.
Ferjan siglur heili 20
míl við ferðafólki og
hon kostar 33,7 millión
ir.
Hilmar
Eliasen
sigur, at nú Strand
ferðslan fær hendan
bátin
afturat,
fer
Strandferðslan at vera
før fyri at veita eina
betri tænastu, bæði
viðvíkjandi
túratali,
trygd, umstøðum hjá
ferðafólki, og grønum
rakstri.
Ein eykaferja hevur
staðið ovast á ynski
listanum hjá Strand
ferðsluni í nógv ár,
og
hendan
nýggja
ferjan kann røkja allar
ruturnar hjá Strand
ferðsluni, uttan suður
oyarsiglingina.
Tað
fer
at
gera
Strandferðsluni heilt
aðrar møguleikar, tá ið
tað er neyðugt at taka
skip úr sigling, og tá ið
skip skulu til eftirlit.
Samstundis
siglur
hann so skjótt, at tað
er bara ein løta at flyta
tað úr einum parti í
landinum í ein annan.
– Eg eri púra sannførdur
um, at hetta verður eitt
frálíkt skip, sum øll fara
at vera glað fyri.
Tað
sigur
Hilmar
Eliasen, stjóri á Strand
ferðsluni, nú hann hevur
skrivað undir sáttmála
við eina norska skipa
smiðju um at byggja
eitt nýtt skip til Strand
ferðsluna.
Talan
er
um
eina
tríkilju, sum er góðar 26
metrar long, og tað skerst
ikki burtur, at tað hava
verið harðar atfinningar
ímóti skipinum.
Tað skerst ikki burtur,
at atfinningar hava verið
ímóti hesum skipinum, tí
staðkend fólk hava ført
fram, at hann kann ikki
brúkast á brimplássum á
útoyggj.
Eitt nú hava Amalia
í Frammistovu, borgar
stjóri í Fugloy, og Símun
Gullaksen,
varaborgar
stjóri, sagt, at tey vænta
ikki at síggja skipið í
Fugloy meiri enn tvær
ella tríggjar ferðir um
árið, tí tað verður bara
tá ið veðrið, streymur og
sjóvarfall eru 100 prosent
til vildar, at tað kann
leggja at.
Vilja ikki av við
tað aftur
Hilmar Eliasen vísir at
finningum
aftur
og
sjálvur ivast hann ikki í,
at talan er um eitt frálíkt
skip.
Men hann ásannar, at
talan er um eitt nýtt slag
av skipi, sum fólk ikki
kenna so nógv til. Hann
heldur ikki, at tað er
nakað løgið í, at fólk ikki
eru trygg við tað ókenda
og hann ivast heldur ikki
í, at atfinningarnar botna
í ókunnleika til skipið.
Í eini roynd at sissa tey,
sum stúra fyri skipinum,
fer Strandferðslan tískil
í næstum at gera meiri
burtur úr at lýsa bátin, og
at greiða frá, hvat hetta í
roynd og veru er fyri ein
ferja.
Her
kann
leggjast
afturat, at tey, sum eru
komin eitt sindur til árs,
minnast, hvussu støð
an var, tá ið Smyril varð
keyptur í 1975. Tá vóru tað
mong, sum ikki ivaðist
í, at hann fór koppa í
sigling ímillum oyggjar
nar í Føroyum, tí hann
var flatbotnaður og var
bara bygdur til at sigla á
deyðavatni í Danmark.
Men síðani eru nokk
øll samd um, at tað var
eitt skip, sum royndist
avbera væl.
Summir
nólsoyingar
vóru heldur ikki fegnir, tá
ið tey fingu Ternuna, og
norðanfyri vóru tey ikki
álvulig við at fáa Rituna,
men nú er støðan broytt.
Og
Hilmar
Eliasen
ivast onga løtu í, at tað
verður sama støðan við
nýggja skipinum.
Hann sigur, at talan er
um eitt skip, sum er gjørd
við fyrimynd í bátum,
sum sigla í ringum veðri
og stórari aldu í Norð
sjónum, eitt nú til vind
myllur.
– Tað er heilt serlig
tøkni, sum verður brúkt
til tað, og til at kopla í
vindmyllurnar, ella eitt
havnarlag, og til at halda
skipinum stilt ímeðan
fólk og farmur fer í land,
og kemur umborð, sigur
Hilmar Eliasen.
– Tá ið hon hevur siglt
nakrar túrar, eri eg vísur
í, at fólk fara at siga, at
tey vilja ikki av aftur við
tað, leggur hann afturat.
HETTA ER EITT SKIP
SUM ØLL FARA AT
VERÐA GLAÐ FYRI
AVLOYSARASKIP Hóast fólk hava verið atfinningarsom,
ivast stjórin á Strandferðsluni ikki í, at nýggja skipið, tey nú
fáa, verður eitt frálíkt skip, sum eingin vil missa aftur
Lagt til rættis: Áki Bertholdsen
SLÓÐBRÓTANDI
Nýggja ferjan hjá Strandferðsluni er slóðbrótandi, og hóast atfinningar, ivast
stjórin á Strandferðsluni ikki í, at hon fer at roynast avbera væl