Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24 um aldarmótið, noyddist leiðsl­an í Skipafelagnum at taka samanum. Niðurstøðan var, at fel­ agið skuldi leggja meir dent á fremsta endamálið hjá einari og hvørjari fyritøku, nevn­iliga at varðveita og vaksa um virðið av felag­ num. Kundi hetta gerast við at halda fram við tí virk­semi, sum higartil hevði ver­ið rikið? Her var greitt, at av tí framburði, sum mill­um annað virksemi skipa­fel­ ag­s­ins hevði havt við sær í Før­oy­um, var sigling upp á Før­oyar vorðin áhugaverdari enn tá felagið var stovnað. Út­lendskir íleggjarar vóru fúsir at leggja fæ á borð­ ið fyri at sleppa upp í hesa sigling. Talan var um ov­ ur­honds upphæddir í stór nýggj skip. Hendan kapital var eingin møguleiki fyri at fáa til vega í Føroyum við tí skip­an, har var við at helvtin av jørðini lá sum deyður kapi­tal­ur hjá tí almenna. Leiðandi menn felagsins noydd­ust tí at velja um teir skuldu halda fram sum hig­ a­r­til við útliti til, at tøkniliga gongd­in fór at bera við sær, at inn­tøkurnar minkaðu, og rakstarhallið át alla ogn fel­ ags­ins upp. Tá var bert at venda sær til skiftirættin at selja rovini á uppboði til hægst­bjóðandi. Hin møguleiki var at siga, at sum var, var felagið eitt virkið felag, sum hevði dugnalig starvsfólk, trúgv viðskiftafólk og hevði meginpartin av flutn­ing­ i­num til og úr Føroyum. Fyri ein og hvønn íleggjara, sum hevði avlopsfæ, var hetta ein dreymaíløga. Við at selja meðan væl var, kom Skipafelagið at fáa ein ávísan kap­i­tal, og spurningurin var so, um nevndin dugdi at fáa nakað burtur úr hesi upp­ hædd. Greitt var, at fleiri út­ lends­kir keyparar høvdu áhuga, men nevndin vendi sær fyrst til ta føroysku fyri­tøku­na Smyril Line og bjóð­aði henni at keypa alt Skipafelagið til marknaðarprís. Smyril Line spurdi millum annað um fel­ag­ið var hugað at seta ein part av upphæddini í Smyril Line sum partapeningur. Skipa­fel­agsnevndin ­segði at tað bert kundi koma upp á tal um so var at kanningar prógv­aðu, at talan var um eina skilagóða íløgu. Tá hoyrd­ist einki aftur frá Smyril Line. Tískil kom einki burtur úr hesum sam­ ráðingum, so dreymurin um at fáa eina føroyska loysn datt niður fyri. Tá var tað, at íslendska reið­ar­íið Eimskip kom inn í myndina. Fremstu menn Skip­a­felagsins fóru til Reykja­víkar um miðjan au­ gust 2004 og gjørdu eina pricipiella semju um at selja til Eimskip. Tað tók tó nak­ að av tíð at fáa alt upp á pláss, men 20. oktober 2004 vórðu 100 milliónir før­oysk­ ar krónur fluttar inn á kontu Skipafelagsins. Har­um­ framt fekk felagið fyri 150 milliónir føroyskar krón­ur í partabrøvum í Eim­skipum. Hetta var ein íløga við miklum váða, og í fíggj­ar­ kreppuni í 2008 fór Eim­skip á heysin og øll parta­brøv­ ini, eisini tey frá 1914 mistu sítt virði. Men Eimskip fekk beinavegin nýggjar íleggj­ arar, og livir sítt fríska lív. Tær almennu Føroyar, sum í sínari tíð høvdu sett 350.000 krónur í Skipafelagið sum part­a­peningur, og sum hevði fingið útgoldið vinn­ ing­s­býti av einum fimtingi av hesi upp­hædd til parta­ brøv­ini vóru upp­skriv­aði til fult virði í 1998, og síð­ani fult vinningbýti, fekk nú 30 milliónir í skatt av søl­u­inn­ tøkuni. Hetta kom afturat tí skatti, sum felagið sjálvt og øll tey, sum høvdu arbeitt í tí hesi ár, høvdu goldið. Fyri tað almenna hevði íløgan í Skipa­felagið tí loyst seg væl. Eimskip setti eitt føroyskt parta­felag á stovn sum fekk nav­n­ið Faroe Ship, og har komu øll tey, sum høvdu ar­beitt á Skipafelagnum at arbeiða, soleiðis at við­skift­a­ fólk­ini framvegis fingu eins góða tænastu sum tey hig­ar­ til høvdu fingið. Kappingin er ikki minkað, og før­oyska handilsvinnan hevur alstórt gagn av henni, so­leiðis at tað er bíligari enn nakr­an­ tíð at flyta vørur til og úr Føroyum. Í so máta er tal­ an um eina sólskinssøgu fyri ta íløgu, sum føroyska hand­ilsvinnan gjørdi í Skip­ a­felagið fyri hundrað ár­um síðani. Tey vanligu fólki­ ni sum settu pening í, hava havt tann vinning, at vøru­ prí­s­irnir í handlunum alla tíði­na høvdu verið hægri, um vit ikki høvdu havt hesa kapp­ing um at sigla upp á Før­oyar. Í oktober 2004 skifti fel­ag nr. 3 í føroysku fel­ ags­skrásetingini navn frá at eita Skipafelagið Før­ o­yar til at eita Tjaldur. Hetta er eitt navn við søg­ u­ligum veingjasúsi. Nóls­ oy­ar Páll kallaði seg sjálvan fyri Tjaldrið, sum skuldi verja føroyingar fyri út­ lendskum yvirgangi. Mit­ens visti jú, at fyrsti mort­en­ sen­handilsmaðurin á Tvør­ oyri hevði lært handil hjá bróðursyni Nólsoyar Páls, og tá Skipafelagið fekk sítt fyrsta góða skip, fekk tað navn­ið Tjaldur. Hvussu hevur so hildnast síð­ani? Hetta verður ikki umrøtt í bók­ini, sum bert viðger tey fyrstu 85 árini av søguni hjá parta­felag nr. 3. Hóast nógv er hent í fíggj­ ar­heiminum síðan 2004 og vit hava sæð eina kreppu í 2008, tá allur heim­urin rillaði, so ber til at siga, at partafelag nr. 3 í føroysku partafelagsskránni fram­ veg­is er til! Nú virkar tað sum eitt vinnufelag. Hetta slag av feløgum setir pening í onnur feløg í vón um at henda íløgan fer at loysa seg og gevur hægri úrtøku enn aðr­ar íløgur. Hetta eru íløgur við váða. Í USA verður sagt, at av hvørjum fimm slíkum í­løg­um fara tvær á heysin, tvær klára seg so dánt, men um so er at tann fimta gevur so nógv av sær sum vónað, so kann tann samlaða íløgan í allar fimm fyritøkurnar loysa seg. Nú skuldi tað standa sína roynd, um Føroyar vóru til­ rei­ð­ar at skapa møguleikar fyri vinnulívsfyritøkum, so­leið­is at íløgur í føroyska vinnu­lív­ið loystu seg eins væl og kanska betri enn í­løg­ ur aðrastaðni. Her skal ikki verða farið út í smá­lutir, men tað er ikki av leið at nevna, at fyrsta íløg­an sum Tjaldur gjørdi, var í alivinnuna. Har hevði ver­ið arbeitt við skiftandi hepni í eini tjúgu ár, men 2004/05 var eingin áhugi fyri at gera íløgur í hesa vinnu. Hvør var so fyrsta íløgan sum Tjaldrið gjørdi? Tað var at seta 20 milliónir krónur í Bakkafrost. Tá aðrir íleggj­ arar sóu, at Tjaldrið tordi at taka so rívan til, komu teir eisini upp í við smærri upp­ hædd­um. Ikki skerst burtur, at hen­d­an íløga hevur gjørt stór­an mun í okkara sam­ felag. Tjaldrið hevur havt nevnd­ar­formannin í Bakka­ frost síðani. Eisini kom Tjaldrið við nógv­um peningi, tá teir gomluø eigararnir í Vónini ynsktu at selja fyritøkuna. Í tíð­ini meðan Tjaldrið átti Vónina meira enn fimm fald­ aðist sølan, og felagið fekk fótafesti í Norra, Danmark og Litavia. Tjaldrið hevði eisini eitt høv­uðs­lutverk tá Effo var keypt til Føroyar frá Statoil í 2007. Tjaldrið er framvegis virkið í Effo. Tjaldur setti eisini pening í JT Electric, sum trongdi til n­ý­í­løgu, um felagið skuldi halda áfram. Hetta var í 2006 og síðani hevur Tjaldur sett meira pening í felagið. Tjald­ur eigur felagið enn, og við tillaging og umlegging av drift­ini, sær nú út til, at felagið er farið at vinna pen­ ing og er eisini komið út um landoddarnar. Sama er at siga um aðrar íløg­ur, sum Tjaldrið hevur gjørt, bæði í Føroyum og utt­ an­lands. Felagið hevur goldið vinn­ing­býti, og partabrøvini hava framvegis virði. Um bókina er at siga, at listamaðurin Tróndur Pat­ urs­son hevur gjørt káp­u­ mynd­ina. Tá eg spurdi hann, segði hann, at hann var ofta biðin um at gera kápumyndir til bøk­ur, men bar hann seg vanliga undan. Men í hesum føri segði hann ja, tí at hann hevði siglt í trý ár við skipum hjá Skip­a­felagnum og har fing­ið siglingstíð. Honum dámdi so væl, at hann hevði gjørt av, at um hann fór á skúla og fekk prógv sum navi­gatørur, so fór hann at taka av tilboðnum teir góvu honum um at koma upp á brúnna. Men so helt hann, at hann kundi royna fyrst at fara á listaskúla og vita hvussu tað gekst – og res­tin ­er søga! Men hann var sera glaður fyri at gera kápu­myndina við himmali og havi og teimum báðum Tjaldr­u­num. Eitt sum eg fegnist ser­liga um í bókini er at tað eydn­ aðist at fáa gjørt eitt yv­i­r­lit yvir aðalfundirnar í fel­ag­ num. Har ber til at síggja hvør ið er valdur í nevnd og nær. Góðum fólkum fyri at takka hevur tað eisini eydn­ast at fingið myndir av hes­um fólkum, sum hava havt so stóran týdning fyri Skip­a­felagið og alt okkara sam­felag. Í so máta skal eg serliga takka løgtinginum og Birgar Johannessen fyri hjálp. Nú skal eg handa Rúna M. Hansen, nevnd­ar­for­man­ n­inum í Tjaldrinum, part­a­ fel­ag nr. 3, fyrsta eintak av bókini. fegnast og takka Zakarias Wang hevur skrivað bókina um Skipafelagið Føroyar, sum fylti 100 ár leygardagin Tað vóru altíð nógv fólk og tóku ímóti og søgdu farvæl, tá Tjaldrið kom og fór av Havnini