týsdagur 26. februar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Framløga av bók
ini “Skipafelagið
Føroyar og sam
felagið” 23. febr
uar klokkan 15
Zakarias Wang
Nú klokkan fýra eru hundrað
ár liðin síðan partafelag nr. 3 í
føroysku partafelagsskránni,
P/F Skipafelagið Føroyar, var
stovnað.
Hesi hundrað árini er
nógv broytt. Bara fyri at taka
eitt dømi. Her sum vit nú sita
var opið hav fyri hundrað
árum síðani. Skansaboðanir
brutu, og mong skip sorl
aðust í briminum her innan
fyri. Her úti var hýsa og
smáfiskur, sum havnarmenn
fiskaðu at fáa sær í pottin. At
vit nú kunnu sita fjálg her
inni er øllum tí framburði
fyri at takka, sum hevur ver
ið farnu øldina. Hesin fram
burður er eisini íkomin av
virksemi Skipafelagsins.
Fyrsta
fortreytin
fyri,
at nakað partafelag kann
stovnast, er at tað eru nøkur,
sum hava íløgufæ. Eins og nú
kundu tey tá í tíðini skvatla
hesa
uppsparing
burt
ur. Tað gjørdi nøkur, men
onnur valdu heldur at ger
ast íleggjarar. Tey komu við
váðafúsum eginkapitali og
settu avlopsfæ í hesa vinnu
lívsfyritøku.
Hetta
sýndi
dirvi. Tey vónaðu sjálvandi,
at íløgan fór at loysa seg,
soleiðis at tey fingu meir í
vinningsbýti enn tey høvdu
fingið við at sett peningin
inn í sparikassan. Men tey
vóru greið yvir, at vinnulívið
kann vera svikaligt. Sum
føroyingar vistu íleggjarar
nir, at fyri at liva var neyðugt
at fara út á tað vágvilla hav,
har vandar lúra, og mangir
menn ikki bera boð í bý. Hin
vegin vistu føroyingar, at
tað viðhvørt bar til at koma
aftur av úróðri við giltum
fongi.
Tað
eru
hesir
djørvu
íleggjarar, sum hava heiðurin
av, at vit í dag kunnu halda
100 ára dagin.
Mangan var broddurin
harður. Í veruleikanum var
tað um reppið, at felagið
kollsigli longu annað árið.
Tá var sáttmáli gjørdur um
ein nýbygning, men skipa
smiðjan fór á heysin tá skipið
var meir enn hálvliðugt.
Hetta hendi samstundis sum
ein tann stytsta og djúpasta
kreppa, sum vit hava havt
ta síðstu øldina, herjaði
allan vesturheimin. Ongin
hevði tá ráð at gjalda fyri
at fáa skipið gjørt liðugt, og
partapeningurin var niður
skrivaður til 1/5.
Men felagið fór ikki und
ir heilt. Í 1923 tók Edward
Mitens við sum nevndar
formaður, og hann útvegaði
felagnum eitt kappingarført
skip at sigla fólk og fæ Før
oya og útheimin millum.
Mitens hevði frálíkt hegni
at fáa dugnalig fólk afturat
sær. Fyrstu árini vóru tað
Andreas Ziska, Jens av Reyni
og Christian Holm sum tóku
tey tungu tøkini. Síðani tók
Zacharias Niclasen við, og
hann helt um stýrisvølin til
hann doyði i 1965. Tá kom
sonur hansara Oddur at
standa fyri til hann doyði
í 1989. Hesir fedgar høvdu
eisini sama sjáldsama hegni
at fáa gott fólk afturat sær.
Hetta gjørdi, at fyritøkan
hevði høgt tænastustøði, og
viðskiftafólkunum
dámdu
væl at nýta Skipafelagið. Tey
sum arbeiddu har kýttu seg
fyri at gera alt sum gerast
kundi fyri at hjálpa teimum,
sum høvdu tørv á teimum
tænastum, sum felagið veitti.
Hóast tann lúsing, felag
ið fekk í vøgguni, so kláraði
tað seg. Upprunaligi part
apeningurin
var
700.000,
og av hesi upphædd hevði
løgtingið helvtina og privat
fólk hina helvtina. Eftir nið
urskrivingina fekk felagið í
1925 nakað av nýggjum part
apeningi, men løgtingið setti
ikki meir í. Í 1953 fekk felagið
eitt nýtt skip, og tá vaks part
apeningurin
nakað,
men
heldur ikki tá setti løgtingið
meir í felagið. Upprunaliga
kundi bert løgtingið eiga
fleiri partabrøv enn fyri
10.000 krónur, seinni 50.000
krónur, men í 1979 góðkendi
tað almenna, at ein grunnur
til minnis um Zacharias Nicl
asen, sum Jona, einkja hans
ara hevði stovnað, kundi eiga
fyri meir enn 50.000 krónur.
Í tí miklu kreppuni fyri
aldarmótið hvurvu flestu
føroysku partafeløgini, og
partabrøvini fóru á vestfall
ið. Men øðrvísi var í Skipa
felagnum. Har settu íleggj
arar meir partapening í. Í
tí sambandinum vóru tey
gomlu
partabrøvini
upp
skrivaði til fult virði. Tey
minstu partabrøvini, sum
høvdu ljóðað upp á 25 krón
ur, og sum høvdu verið nið
urskrivaði til 5 krónur, vóru
nú aftur 25 krónur verd.
Hetta var eisini galdandi fyri
løgtingsins partabrøv, so løg
tingið er framvegis eigari av
helvtini av tí upprunaliga
partapeninginum.
Tíverri
eru tað nøkur, sum ikki hava
funnið fram gomlu parta
brøvini, men fyritøkan ger
alt fyri at hjálpa teimum hes
um viðvíkjandi.
Tann sum eigur eitt parta
bræv, eigur ein part av tí
fyritøku, sum tað stendur í.
Gongst fyritøkuni væl, verð
ur hon meira verd, og parta
brævið veksur í virði. Ofta
verður ein partur av hesum
virðisvøkstri útgoldin sum
vinningbýti
á
hvørjum
ári. Íleggjarar hyggja eftir,
hvørji partafeløg vaksa mest
í virði, og í hesar fyritøkur
loysir tað seg best at gera
íløgur. Eitt felag, ið hevur
stórt vinningsbýti, av tí at
raksturin hevur loyst seg
væl, hevur tí lætt við at fáa
íleggjarar at seta enn meira
pening í og harvið vaksa um
sítt virksemi. Tey virki, sum
ikki hava avlop, noyðast at
gevast og íleggjararnir missa
sín partapening. Aðrar fyri
tøkur eru miðalfyritøkur.
Tær hava nóg nógv avlop
til at gjalda sínar rokningar,
men orka ikki at leggja nið
urfyri til neyðugar nýíløgur.
Skipafelagið var ein av
hesum miðalfyritøkum. Tað
kláraði seg, men ikki so væl,
at tað gjørdist áhugavert
hjá íleggjarum at ogna sær
partabrøv í felagnum. Í
sekstiárunum megnaði fel
agið ikki longur at vera við
í kappingini um flutning av
ferðafólki. Heldur ikki orkaði
felagið at taka lut í flúgving
ini. Eftir var sigling við frakt.
Hetta dugdi felagið væl og
kundi standa seg í vanligari
kapping við onnur skipa
feløg.
Her var ein vansi, og tað
var samskifti við tað al
menna. Sjálvur upprunin
til Skipafelagið var tann, at
handilsmenn í Suðuroy, sum
vóru lokomotivið í føroyska
framburðinum
og
áttu
meginpartin av fiskiflota
okkara, vóru misnøgdir við
at strandferðslan var ov
vánalig. Hetta kom av tí, at
donsku embætismenninir í
Havn ikki vildu gera nakað
fyri at lætta um ræsirnar
hjá tí fría handlinum, tí har
vóru menn, sum ikki lútaðu
fyri embætismonnunum. Tá
er tað, at mortensensmenn á
Tvøroyri fáa sær ein dampara
til strandfarasigling, og frá
1895 við einum nýbygdum
skipi, tí fyrsta smyrlinum.
Embætismenninir
skuldu
góðkenna takstirnar. Hetta
gekk tó væl í fleiri ár, og
raksturin av skipinum gav
handlinum inntøku. Hetta
helt uppat í 1914, tá heims
bardagin brast á og allir
prísir fóru upp. Danski amt
maðurin vildi ikki loyva
mortensensmonnum
at
fylgja við í hesum prís
vøkstri, og nú gav raksturin
eitt árligt hall sum svaraði til
millum tíggju og tjúgu milli
ónir nútíðarkrónur.
Tá er tað, at ungi sonur
reiðaran á Tvøroyri, sum í
1923 skifti navn frá Mort
ensen til Mitens, verður
valdur á fólkating í 1915, og
hann tekur upp samvinnu
við
mótstøðumenninar
hjá
amtmanninum,
sum
legði fótonglar fyri privatu
strandferðsluna hjá suður
oyingunum.
Teir, sum vóru fyri at
knúlva privata virksemi í
føroysku
strandferðsluni,
vóru høgrumegin í donskum
politikki. Vinstrumegin vóru
javnaðarmenn og teir radi
kalu, og teir vóru sera fegnir
um at fáa ein so dugnaligan
mann sum Mitens at hjálpa
sær í bardaganum ímóti
teimum
høgrahallu,
her
undir
amtmanninum
Rytter, sum ikki var út
nevndur av tí vinstrahallu
stjórnini. Mitens fall á fólka
tingsvalinum 1918, men við
haldsmenn hansara høvdu
framvegis valdið í Danmark,
og teir vildu fegin hjálpa
Mitens at sleppa framat
aftur, og tí játtaðu teir, at
løgtingið
stuðlaði
ætlan
Skipafelagsins við at seta
350.000 krónur í felagið.
Hetta var uttan iva í vónini
um, at styrkja Sjálvstýris
flokkin og Mitens, so hann
aftur slapp inn á fólkating.
Men á páskum 1920 fall tann
stjórn, sum vildi hjálpa Mit
ens og Skipafelagnum. Í tí
høgrahallu stjórnini, sum tá
kom til, var tað sjálvur Ryt
ter, sum var ráðharri fyri
Føroyar.
Tá
Skipafelagið
kom í kløtur seinni í 1920,
kundi hesin serfíggindi Mit
ens havt játtað at hjálpa tí
felag, sum løgtingið statsins
vegna átti helvtina av. So
hevði ogn løgtingsins ver
ið bjargað. Men við at siga
nei kundi Rytter raka sín
serliga
andstøðumann
í
Føroyum, og harvið styrkja
tær høgravendu kreftirnar
í Danmark. Lítið er at siga
til at hann nýtti sítt vald til
ikki at hjálpa sjálvstýris
meirilutanum í løgtinginum
at varðveita virði av tí íløgu,
føroyingar høvdu gjørt.
At tað eydnaðist at fáa
tað fyrsta Tjaldrið í 1925 var
uttan iva eitt úrslit av tí,
at vinstraflokkarnir vóru
komnir aftur til valdið í 1924.
Forsætisráðharrin Stauning
stóð í takksemiskuld til
Mitens, og legði so til rætt
is, at stjórin í ØK fekk
Skipafelagnum
eitt
nýti
ligt skip uttan at tað sást í
nøkrum almennum rokn
skapi.
Men í 1929 slitnaði mill
um
Mitens
og
nýggju
viðhaldsmenninar
hjá
Stauning í Føroyum, javnað
armenninar. Síðani tá hevur
Skipafelagið verið noytt til
at líta á egnan mátt og megi.
Tann skipan, sum danska
stjórnin heldur uppi í Før
oyum, hevur ikki havt tann
hugburð, at tað ræður um at
leggja viðurskiftini soleiðis
til rættis, at frí kapping skal
vera millum vinnulívsfyr
itøkur. Her er tíverri ikki
ókent, at tað almenna ger
íløgur, sum eru í kapping við
privatu vinnuna.
Hetta setur stór krøv til
teirra, sum taka avgerðir í
fyritøkunum. Tá vit hava
fellisár, gerast krøvini enn
størri.
Tá kreppan hevði leikað
Hetta er ein dagur at
Fyrsta Tjaldrið frá 1925 til 1946