týsdagur 26. februar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24
TÍÐINDI
Pætur Hjalmar Evensson
Í Sosialinum mánadagin
høvdu vit eina samrøðu
við Boga Hansen, hav
frøðing, um veðurlags
broytingar. Hann vísti
á, at tað er óvist, hvussu
vit
koma
at
merkja
veðurlagsbroytingarnar
í Føroyum, men tað er í
øllum førum sikkurt, at
veðurlagið
í
Føroyum
ikki verður verandi, sum
tað er nú. Havfrøðingurin
eftirlýsti
ábyrgd
frá
politikarunum.
Katrin Kallsberg, løg
tingskvinna fyri Tjóð
veldi, heldur tað stóran
týdning, at vit í Føroyum
gera alt, vit megna, fyri
at minka um árinini av
veðurlagsbroytingunum,
eins og mál nummar 13 í
ST heimsmálunum áset
ur.
- Vit umsita jørðina fyri
komandi ættarliðini og
eiga at lata hendan arv
víðari í sama ella betri
standi. Vit mugu tora at
seta treytir og smíða tær
lógir, ið eru neyðugar
fyri at røkka málinum,
og mugu ikki falla í fátt
av, at onnur stór lond
ikki liva upp til krøvini
í teimum ymsu sáttmál
unum. Vit kunnu gera
mun í Føroyum, og sum
ein lítil tjóð mitt í stóra
havinum, eiga vit at gera
okkara til at tryggja um
hvørvið bæði á landi og
sjógvi, sigur Katrin Kalls
berg.
Lokalt og globalt
Katrin Kallsberg heldur
ikki, at tað verður gjørt
nóg nógv fyri at basa
veðurlagsbroytingunum.
- Átøkini kunnu og
mugu gerast bæði lokalt
og globalt. Heimsmálini
hjá ST, París-sáttmálin
og onnur altjóða átøk eru
sjálvandi neyðug, men tað
gongur alt ov spakuligt,
sigur hon.
Tjóðveldiskvinnan
meinar, at vit lokalt í Før
oyum eiga at gera enn
meir við at skunda undir
økt útboð av og umlegg
ing til varandi orkukeld
ur.
- Eg haldi tað vera
áhugavert
at
hugsa
meira um sólorku, sjóvar
fallsorku, vetni og vind
orkuna. Eisini átøk at
betra um bjálving av
eldri húsum, sigur Katrin
Kallsberg.
Hon vísir á átøk, sum
einsamøll ikki gera stóra
munin, men sum í stóru
myndini eru við til at gera
ein mun, sum hon heldur
vera jaligt.
- Spennandi átøk sum
Vistgrøði, har keypast
kann í smáum nøgdum
uttan plast, minkar bæði
um matspill og plast
nýtslu. Aquaponics og
Veltan, sum dyrka grøn
meti í Føroyum, eru eisini
góð átøk, sum vísa, at til
ber at gera nakað sjálvur
og lokalt, sigur hon.
Tørvur á miðvísum
átøkum
Mann kann róliga siga, at
málið hjá landsstýrinum
við Veðurpolitikki Før
oya frá 2009 um at skerja
útlátið av vakstrarhús
gassum, er farið í vaskið.
Málið var at skerja útlátið
av
vakstrarhúsgassum
við í minsta lagi 20 pro
sentum í 2020 í mun til
útlátið í 2005. Men síðan
tá er útlátið av vakstrar
húsgassum vaksið í so
stórum nøgdum, at tað
er púra vónleyst at røkka
hesum málinum, og sam
bært fyribilstølum frá
Umhvørvisstovuni vaks
tað eisini í fjør.
- Eg haldi tað vera sera
harmiligt, at tað hevur
gingið so striltið at røkka
málunum á umhvørvis
økinum. Men eg vænti, at
tey átøkini, sum eru gjørd
at eggja fólki at leggja um
til grønar orkuloysnir,
fara at gera mun saman
við krøvunum til al
mennar nýbyggingar um
orkunýtslu.
Vit
mugu
gera meira fyri at minka
um oljunýtsluna, sigur
Katrin Kallsberg.
Hon vísir á norður
lendsku
samstarvs
ætlanina fyri umhvørvi
og veðurlag 2019-2024, og
sigur, at okkara búskapir
framvegis í alt ov stóran
mun byggja á skjóta rá
vørunýtslu.
- Tað 12. málið í Agenda
2030 um burðardygga
framleiðslu
og
nýtslu
er ein avbjóðing. Her er
alneyðugt, at vit gera
okkara til at minka um
skaðiligu árinini. Fyri at
skunda undir grønu um
leggingina, sum krevst
fyri at røkka málunum,
er tørvur á miðvísum
átøkum og kappingar
førum loysnum, eitt nú
við at menna nýggja
nýskapandi og burðar
dygga tøkni. Her er inno
vatión alneyðug, og her
hava vit í Føroyum góðar
fortreytir fyri at vera við
heilt frammi, sigur Katrin
Kallsberg.
pature@sosialurin.fo
KATRIN KALLSBERG UM VEÐURLAGSBROYTINGAR:
VIT KUNNU
GERA MUN
Í FØROYUM
- Vit mugu ikki falla í fátt av, at onnur stór lond ikki
liva upp til krøvini í teimum ymsu sáttmálunum,
sigur Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi