týsdagur 26. februar 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019 · Nr. 24
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nýggj gransking gevur
fyri fyrstu ferð eina frá
greiðing
um
mekan
ismuna, sum veksur um
vandan fyri, at krabba
mein spreiðir seg í lika
minum.
Tað er Kræftens Be
kæmpelse í Danmark,
sum hevur arbeitt við
hesi gransking, og vónin
er, at nýggja vitanin kann
føra til viðgerðir, sum
meira neyvt hóska til
hvønn einstakan sjúkling,
enn viðgerðirnar gera í
dag.
Nýggja
granskingin
gevur meira vitan um tær
mekanismur, sum gera
krabbakyknur førar fyri
at spreiða seg, og hesaferð
hevur fokus verið á bróst
krabbakyknur, sum hava
eitt serliga stórt tal av so
nevndum HER2-reseptor
um – ella nervaoddum.
Knútar í bróstinum
verða altíð kannaðir fyri
HER2. Tað er nevniliga
soleiðis, at ein ov stór
mongd av HER2-reseptor
um veksur um vandan
fyri,
at
krabbasjúkan
kemur aftur.
Við at dyrka krabba
kyknur við høgum tali
av HER2 í serligum trí
dimensjonellum
gelé
á
royndarstovu
hava
granskarar nú fyri fyrstu
ferð fingið innlit í tær
mekanismur
í
innaru
kyknunum,
sum
eru
orsøkin
til
áleypandi
vøksturin.
Betri viðgerð
Frágreiðingin
finst
í
proteininum, sum kallast
MZF1, har ein einstak
ur bólkur av kemiska
evninum fosfor er av
gerandi fyri, um krabba
kyknurnar gerast áleyp
andi og spreiða seg ella ei.
Um
fosfor-hópurin
situr
á
MZF1,
setir
hetta gongd á eina røð
av signalum, sum gera
krabbakyknurnar áleyp
andi. Situr fosfor-hóp
urin ikki á MZF1, spreiða
krabbakyknurnar
seg
ikki.
Við grundarlagi í hesi
gransking á royndarstovu
vóna
granskarar,
at
nýggja vitanin kann geva
kvinnum við bróstkrabba
eina betri viðgerð.
- Jú, meira vitan vit
hava um, hvat hendir
inni í krabbakyknunum,
jú betri kunnu vit viðgera
sjúkuna. Okkara vón er,
at vit upp á longri sikt
kunnu brúka hesa vitan
til at peika út teir sjúk
lingar, sum eru í ser
ligum vanda fyri at fáa
afturstig. Síðan verður
viðgerðin,
sum
hesir
sjúklingar fáa, málrættað
tilsvarandi, soleiðis at
vandin fyri afturstigum
verður minni.
Tað sigur bólkaleiðarin,
Tuula Kallunki, sum hevur
luttikið
í
granskingini
vegna
Kræftens
Be
kæmpelses
Center
for
Kræftforskning.
Við sjúklingum
Nýggju úrslitini stava frá
royndum, sum eru gjørd
á
royndarstovu,
men
granskarar fara at halda
fram við kanningunum
við at kanna veruligar
krabbaknútar hjá bróst
krabbasjúklingum.
Tuula Kallunki sigur,
at við at kanna, um
MZF1 í krabbaknútunum
hevur í sær fosfor ella ei
og samanbera úrslitini
við, hvussu sjúkan hevur
ment seg hjá sjúklingum,
kunnu granskarar fáa
eina mynd av, hvønn
týdning
mekanisman
hevur í likaminum – eitt
nú í mun til spreiðing og
afturstig í sjúkuni.
Í dag verða sjúklingar
við
HER2-positivum
bróstkrabba vanliga við
gjørdir við heilivági, sum
rakar HER2.
- Men, um komandi
gransking staðfestir, at
fosfor-bólkurin hevur ein
sentralan týdning, kann
granskingin
møguliga
lata upp fyri fleiri møgu
leikum fyri viðgerð. Talan
kundi eitt nú verið um
viðgerðir, sum blokera
fosfor-bólkin, sigur Tuula
Kallunki.
Fleiri møguleikar
Bólkaleiðarin heldur, at
nýggjar viðgerðir partvís
kunnu
geva
læknum
fleiri møguleikar fyri við
gerð til sjúklingar, har
krabbakyknurnar
eru
vorðnar mótstøðuførar
yvirfyri viðgerðum, sum
finnast í dag.
- Hugsandi er eisini, at
nýggjar viðgerðir kunnu
vísa seg at gerast meira
effektivar enn tær, vit
kenna í dag, leggur Tuula
Kallunki, aftrat.
Kelda: www.cancer.dk
vilmund@sosialurin.fo
Lagt til rættis: Vilmund Jacobsen
NÝGGJ VÓN TIL
KVINNUR VIÐ BRÓST
KRABBASJÚKU
Granskarar hava nú hugt inn í bróstkrabbakyknur og hava fingið
nýggja vitan um orsøkir til spreiðing. Hetta kann verða við til at
geva sjúklingum við bróstkrabba fleiri viðgerðarmøguleikar
Vandin fyri bróstkrabba
tykist hava nakað við
lívsstílin í vestara parti
av heiminum at gera, tá
vandin eisini økist, um
fólk flyta úr eitt nú Asia
til USA.
Broyttu vanarnir hjá
kvinnum seinastu ár
tíggjuni í okkara parti
av heiminum benda á,
at vandin fyri menning
av bróstkrabba er øktur.
Samlaða
nøgdin
av østrogeni, sum ein
kvinna kemur út fyri í
lívinum, hevur týdning
fyri, um hon mennir
bróstkrabba.
Østrogen
er
sum
kunnugt eitt kvinnuligt
kynshormon.
Tess meira østrogen -
jú, størri verður vandin.
Økta nøgdin kann við
virka til, at vanligar
kyknur
í
bróstinum
verða
umgjørdar
til
krabbakyknur.
Allar kvinnur fram
leiða østrogen, og hetta
er náttúrligt og eisini
neyðugt fyri, at likamið
kann fungera.
Men, ymiskir tættir,
sum hava við vestur
lendskan lívsstíl at gera,
kunnu ávirka nøgdina
av østrogeni í blóðinum
á negativan hátt.
Menning av krabba
meini hevur tó altíð
eina osøk í fleiri ymisk
um tættum, sum hava
við arvaeginleikar, lívs
stíl og umhvørvi at gera.
Kvinnur, sum drekka
alkohol, eru í øktum
vanda fyri at menna
bróstkrabba
saman
borið við kvinnur, sum
ikki drekka.
Vandin
veksur
so hvørt, sum meira
alkohol verður drukkið,
og vandin er hin sami,
antin talan er um øl, vín
ella brennivín.
Flestu
kanningar
vísa, at vandin veksur
fyri hvønn lítlan, sum
drukkin verður, og ein
lítil svarar í hesum føri
til eitt glas av víni, eina
vanliga øl - ella 4 cl. av
brennivíni.
Fyri kvinnur, sum
ikki
eru
komnar
í
skiftisárini,
veksur
vandin við fimm pro
sentum
fyri
hvønn
lítlan - og fyri kvinnur
eftir skiftisárini veksur
vandin við níggju pro
sentum
fyri
hvønn
lítlan.
Hetta
merkir
eitt
nú, at ein kvinna eftir
skiftisárini, sum drekk
ur eitt glas av víni
hvønn dag, er í níggju
prosent størri vanda
fyri at menna bróst
krabba samanborið við
kvinnu í sama aldri, sum
ikki drekkur.
Tað er av fleiri orsøk
um, at alkohol veksur
um
vandan
fyri
at
menna bróstkrabba.
Alkohol veksur um
nøgdina av østrogeni
í blóðinum hjá øllum
kvinnum, og ein veks
andi nøgd av østrogeni
setir kvinnur í ein størri
vanda fyri at menna
bróstkrabba.
Haraftrat er alkohol
flokkað
sum
eitt
krabbameinselvandi
evnið.
Granskarar
halda,
at alkohol er orsøk til
trý prosent av øllum
bróstkrabbatilburðum
í Evropa.
Kelda: www.cancer.dk
vilmund@sosialurin.fo
Lívsstílur
kann verða
ein orsøk
Títtleikin av bróstkrabba er
munandi størri í USA, Kanada og
Norðurevropa enn í Asiu og Afrika
- Jú, meira vitan vit hava
um, hvat hendir inni í
krabbakyknunum, jú
betri kunnu vit viðgera
sjúkuna, sigur bókaleiðarin,
Tuula Kallunki
Granskarar hava nú fingið innlit í tær mekanismur í innaru kyknunum,
sum eru orsøkin til áleypandi bróstkrabbavøkstur