týsdagur 30. november 2004síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 229 - 30. november 2004
39
Fróðskaparsetrið hevur nú
gjørt av, at hava enn eitt
føroyamálsskeið
fyri
útlendingum.
Í summar skipaði Før-
oyamálsdeildin á Fróðskap-
arsetrinum nevniliga fyrstu
ferð fyri summarskeiði í
føroyskum máli og mentan
fyri útlendskum studentum
og undirtøkan var sera góð.
So gott sum fullteknað var
til skeiðini. Tilsamans vóru
omanfyri 30 studentar úr
fleiri enn 10 londum við á
skeiðnum.
Tey, sum vóru við á sein-
asta
skeiðnum,
høvdu
nógvar ymiskar orsøkir at
koma til Føroya, summi
vildu sleppa til eitt fjar-
skotið land og læra seg eitt,
í teirra verð, eksotiskt mál.
Onnur komu til Føroya, tí
tey høvdu røtur í Føroyum
ella í øðrum Norðurlandi,
og hetta hildu tey vera gott
høvi hjá teimum at leita
aftur til uppruna sín.
Tað skeiðið eydnaðist
avbera væl, og skoðsmálini
frá studentunum vóru so
mikið góð, at føroyamáls-
deildin á fróðskaparsetr-
inum nú hevur gjørt av at
skipa fyri nýggjum skeiði
komandi summar.
Skeiðið verður í døgun-
um frá 1. til 20. august
2005.
Á tílíkum skeiðum verð-
ur høvuðsdenturin lagdur á
mál og mentan.
Undirvísingin er fyri tað
mesta á enskum, men
studentarnir sleppa eisini at
royna seg á føroyskum. Tað
er lagamanni at undirvísa á
enskum um føroyskt mál og
mállæru, tí Fróðskapar-fe-
lagið gav í summar út bók-
ina : Faroese - An Overview
and Reference Grammar.
Høvundar av bókini eru
Höskuldur
Þráinsson,
Hjalmar P. Petersen, Jógvan
í Lon Jacobsen og Zakaris
Svabo Hansen.
eys
Týsdagin
30.11. kl. 2045
Mikudagin
01.12. kl. 2045
Hósdagin
02.12. kl. 2045
Týsdagin
30.11. kl. 1830
Týsdagin
30.11. kl. 2200
Mikudagin
01.12. kl. 1830
Mikudagin
01.12. kl. 2200
Hósdagin
02.12. kl. 1830
Hósdagin
02.12. kl. 2200
HAVNAR BIO
✰
Tlf. 3119 56
✰
www.bio.fo
Týsdagin
30.11. kl. 1930
Mikudagin
01.12. kl. 1930
Hósdagin
02.12. kl. 1930
KOMANDI FILMAR
Týsdagin
30.11. kl. 1600
Mikudagin
01.12. kl. 1600
Hósdagin
02.12. kl. 1600
– Seinasta sýning
Frumsýning fríggjadagin 03.12. – Billettprísur 55,- kr.
Frumsýning fríggjadagin 03.12.
Stórt úrval av DVD-filmum til sølu
Føroyaskeið fyri útlendingum á Setrinum
Leygardagin 4. og sunnu-
dagin 5. desember, skipar
Føroya
Symfoniorkestur
fyri
forvitnisligum
og
øðrvísi familjutiltaki. Talan
er um konsertir serliga
ætlaðar børnum og ungum.
Tiltakið verður hildið bæði
í Havn og í Runavík
Talan er ikki um nakra
vanliga konsert hjá Sym-
foniorkestrinum, men eina
barna-,
ungdóms-
og
familjukonsert. At tiltakið
serliga er ætlað børninum
og teimum ungu, sæst
eisini aftur í skránni.
Skráin
Tónleikurin verður ikki
vanligi symfoniskur tón-
leikur, men fjølbroyttur,
lættur og undirhaldandi við
joladámi.
Eisini ein søga verður at
hoyra, tá ævintýrsøgan og
tónleikaverkið »Kavamað-
urin«
verður
framførd.
Tónleikurin verður berandi
parturin av søguni, og
orkestrið er mannað av
ungdómum úr ymsikum
pørtum av landinum. Frá-
søgumaður verður Eyðun
Johannessen og 13 ára
gamla Konni Kass Jacob-
sen, sum vann kappingina
um ársins songrødd 2003,
fer at syngja solopartin í
frásøguni
um
»Kava-
mannin«, við hjálp frá stóra
orkestrinum.
Eisini verður eitt barna-
kór við 150 børnum úr
Fuglafirði, Leirvík, Toftum
of Tórshavn, sum fara at
syngja.
Ungi Heini Andreasen
fer at spæla »A Trumpeter's
Lulaby«.
Eisini verður eitt laga-
tyssi við kendum jólaløg-
um at hoyra.
Frá Symfoniorkestrinum
frætta vit, at kendi »Sleigh
Ride« eftir Lee Roy Ander-
son eisini verður á skránni.
Ætlanin er eisini at hava
onkran felagssang.
Dirigetur verður Bern-
hard Wilkinson.
Atgongumerki
Lagt er upp til eina sera
forvitnisliga og áhugavekj-
andi konsert, sum fólk
vónandi fara at taka undir
við. Hetta er fyrstu ferð, at
ein tílík konsert verður
hildin, ið serliga er ætlað
børnum og ungum.
Kostnaðurin verður 75
krónur fyri vaksin og 50
krónur fyri børn.
Atgongumerki til kon-
sertina í Havn, sum verður í
Norðurlandahúsinum
leygardagin 04. desember
kl 16, eru at fáa í Norð-
urlandahúsinum og Kunn-
ingarstovuni í Tórshavn.
Atgongumerki til kon-
sertina í Runavík, sum
verður í ítróttarhøllini í
Runavík sunnudagin 05.
desember kl 16, fáast í
Kunningarstovuni í Runa-
vík og við dyrnar undan
konsertini.
eys
Stór og øðrvísi familjukonsert
Mikukvøldið verður bóka-
café á Hafnia Lounge í
Havn. Skráin verður fjøl-
broytt
og
spennandi.
Kvinnuligir
rithøvundar
fara at greiða frá um sínar
nýútkomnu bøkur og høvi
verður eisini at frætta um
aðrar nýggjar bøkur, sum
eru komar út í seinastuni.
Á Hafnia siga tey so-
leiðis um kvøldið:
»Kom og njót eina løtu í
hugnaligum umhvørvið, fá
íblástur til jólgávurnar og
jólastákanina,
set
teg
afturá og njót ein góðan
kaffiduss, saman við øðrum
javnsettum. Vit fara í bóka-
hýri inn í jólamánaðin og
fara hetta kvøldið at geva
kvinnunum orðið«
Á skránni verður m.a.
kunning um hvørjar bøkur
koma út til jóla, Sórún
Michelsen fer at lesa úr
egnum verkum, kunning
um bókina »Okkara Mill-
um« hjá Turið Kjølbro og
greitt verður frá hvussu ein
lesiringur verður til.
Bókacafé'in
byrjar
á
Hafnia
Lounge
kl
20
mikukvøldið 1. desember.
Øll eru vælkomin.
eys
Bókacafé á Hafnia
Lesið Sosialin - so eru tit við