týsdagur 26. februar 2019síða 40
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
8
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Á slóðini
hjá Buffett og
Musk
- Frá tí eg gekk fyrsta árið í Hoydølum og byrjaði at hyggja eftir
skúlum kring heimin, hevur Wharton School of Business verið
ein fjarur dreymur hjá mær. Við fyrimyndum sum Elon Musk og
Warren Buffett millum fyrrverandi næmingar, topp skoðsmál
á øllum listum yvir handilsskúlum ár eftir ár, og heitið sum
elsti handilsskúli á bachelor-stigi í heiminum, hevur Wharton
altíð verið ómetaliga bergtakandi í mínum huga, sigur Bjarni
Rasmussen, ið lesur í amerikanska statinum Pennsylvania
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
T
að var í landnyrðingshorninum av
USA, at grundarlagið bleiv lagt fyri
tí tjóðini, ið bara nøkur hundrað ár
seinni skuldi gerast búskaparliga, politiskt og
hernaðarliga førandi millum heimsins tjóðir.
Tað var her, at politisku stovnar sóu dags
ins ljós, frælsisyvirlýsingar blivu orðaðar,
klók høvd grundaðu yvir nýmótans stýris
skipanir og valdsbýtir og universitet sett á
stovn, ið yvir tvær øldir hava framleitt fleiri
av heimsins leiðarum.
Fleiri av hesum universitetum eru í dag
kend undir heitinum Ivy League, og sipar
tað til átta privat universitet í landnyrðings
horninum í USA. Tey eru Brown University,
Columbia University, Cornell University,
Dartmouth College, Harvard University,
the University of Pennsylvania, Princeton
University og Yale University.
Upprunaliga er Ivy League heitið á eina
ítróttarkapping millum universitetini, men
er á mannamunni vorðið eitt góðskustempul
fyri akademiskari dygdargóðsku og sum
skúlar fyri tann vælhavandi klassan.
Føroyingur í Ivy League
Tað er á einum av hesum í USA háttvirdu,
gomlum universitetum, at 21 ára gamli argja
maðurin Bjarni Rasmussen hevur sína dag
ligu gongd.
Síðan í summar hevur hann verið ein av
teimum 500 lesandi á Wharton School, ið er
búskaparskúlin á the University of Penn
sylvania, har hann lesur handils- og fíggjar
búskap við eini undirgrein í marknaðarførslu
og sálarfrøði.
Skúlin bleiv settur á stovn av Joseph
Warton í 1881 og er millum annað kendur fyri
at vera tann skúlin, ið hevur framleitt flest
milliardingar í USA. Millum fyrrverandi les
andi á skúlanum eru mætir persónar sum
ígongdsetarin Elon Musk, ið er stjóri og upp
finnari av Tesla, SpaceX, PayPal, Neuralink
og verður hann av Forbes mettur, við einum
virði á 22,8 milliardum dollarum, at vera 54.
ríkasti maður í verðini, íleggjarin Warren
Buffett, sum við sínum 84,9 milliardum
dollarum verður av Forbes mettur at vera
3. ríkasti maður í heiminum, Sundar Pichai,
stjóri í Google, og Donald J. Trump, 45. for
setin í USA.
Millum professararnar á universitetinum
eru eisini kend nøvn at síggja, harímillum Joe
Biden, ið best man vera kendur frá hansara
tíð sum varaforseti hjá Barack Obama, og
Jeb Bush, beiggi George W. Bush, ið var mill
um valevnini, ið taptu republikansku til
nevningina til forseta móti Donald J. Trump.
Á slóðini hjá fyrimyndum
Og tað var júst møguleikin at fylgja slóðina
hjá nøkrum av sínum fyrimyndum, ið var
ein av orsøkunum til, at 21 ára gamli argja
maðurin valdi at royna at koma inn á skúlan
í Philadelphia. At byrjan við var talan tó um
ein dreym, ið tóktist nærum ómøguligur fyri
ungan mannin, ið sat í Hoydølum og leitaði
eftir skúlum.
- Frá tí eg gekk fyrsta árið í Hoydølum og
byrjaði at hyggja eftir skúlum kring heimin,
hevur Wharton School of Business verið ein
fjarur dreymur hjá mær. Við fyrimyndum
sum Elon Musk og Warren Buffett millum
fyrrverandi næmingar, topp skoðsmál á
øllum listum yvir handilsskúlum ár eftir ár,
og heitið sum elsti handilsskúli á bachelor-
stigi í heiminum, hevur Wharton altíð verið
ómetaliga bergtakandi í mínum huga, greiðir
hann frá, tá hann skal lýsa hví valið fall á júst
Wharton School of Business.
Við sínari støðu sum ein Ivy League skúli
er Wharton School of Business ein av teim
um universitetum, ið mangir næmingar
kring allan heimin droyma um at ganga á og
Bjarni Rasmussen var eisini full greiður yvir,
at hann ikki var einsamallur í hesi tráan eftir
at teljast millum næmingarnar á Wharton
School of Business.
- Skúlin tekur einans umleið 500 næming
ar árliga, so eg havi altíð verið reellur við
mínum vónum og hugt at øðrum møguleik
um. Men tá eg so fekk boð um, at eg varð
sloppin inn var eingin ivi. Hetta var ein ov
gyltur møguleiki at siga nei til, sigur Bjarni
Rasmussen.
Gera lítið burturúr
Hóast universitetið kann breggja sær av
at vera klekingardepil fyri eina ørgrynnu
av leiðarum innan handilsskap, vinnulív
og politikk, so er tað ikki nakað, ið tey gera
nakað serligt burturúr, vísir hann á.
- Eg eri faktisk ovfarin yvir, hvussu lítið
tað verður gjørt burturúr á Wharton, at Elon
Musk og Warren Buffett, umframt núverandi
forsetin í USA, hava gingið á Wharton. Eingin
plakat, eingin standmynd, faktiskt einki,
sigur Bjarni Rasmussen.
Tó at eingin fysisk staðfesting er av hvørji
stórmenn áður hava búleikast og lisið á uni
versitetinum, so metir Bjarni Rasmussen, at
tað kortini hevur eina óbeinleiðis ávirkan á
gerandisdagin á skúlanum og í hugaheimin
um hjá teimum lesandi.
- Óbeinleiðis hava menn sum Warren Buff
ett og Elon Musk stóra ávirkan. Sum risar
innan hvør sína handilsgrein, tøkni og fíggj
arbúskap, eru vit sum næmingar ótrúliga
stoltir av at ganga á sama skúla sum teir
gjørdu. Eg haldi eisini, at tað at hava tveir so
væleydnaðar handilsmenn sum fyrrverandi
næmingar, ger tað, at vit sum næmingar
veruliga tora at hava ítøkiligar dreymar, um
at gera okkurt heilt stórt. Tað gevur næm
ingunum eina kenslu av dirvi, sigur hann og
nevnir ítøkiliga dømi.
- “Elon Musk managed to do it” og “If Warr
en Buffett can make $85 billion, I should at
least be able to make $1 billion” og líknandi
eru setningar, sum eg mangan hoyri.
- Skúlin tekur
einans umleið 500
næmingar árliga,
so eg havi altíð
verið reellur við
mínum vónum og
hugt at øðrum
møguleikum. Men
tá eg so fekk boð
um, at eg varð
sloppin inn var
eingin ivi. Hetta
var ein ov gyltur
møguleiki at siga
nei til