týsdagur 26. februar 2019síða 41
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 27. februar 2019
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Úr Hoydølum til USA
Aftaná at hava arbeitt og fjakka eitt ár aftaná
lokið studentsprógv frá studentaskúlanum í
Hoydølum valdi Bjarni Rasmussen at fara av
landinum at lesa. Tað er ikki óvanligt millum
føroysk ung, men har hann skilti seg frá tí
stóra skaranum var, at hann vildi sleppa
burtur úr ríkinum.
- Síðan 1.s í Hoydølum var eg avgjørdur
um, at eg ynskti útum danska kongaríkið at
lesa handilsskap, minnist hann aftur á.
Av tí sama søkti hann á skúlar ymsa
staðni kring heimin, og gjørdi seg til reiðar at
fara á ein handilsskúla í norðuritalska býn
um Milano, tá hann brádliga ein dagin fekk
boð um, at hann var sloppin inn á dreyma
útbúgvingina.
Langt av landi skotin
Men hóast tað eru yvir 5.000 kilometrar
millum Philadelpia og Føroyar, so er ein
onnur mentan og langa fjarstøðan frá heim
landinum ikki ein stórvegis trupulleiki, vísir
hann á.
- Tað eru ikki serliga nógvar avbjóðingar
við at lesa so langt burturi frá Føroyum.
Tíðarmunurin er ikki so øgiligur, so møgu
leikar eru altíð fyri at ringja heim til familju
og vinfólk. Flogseðlar til Danmarkar eru í
dýrara lagi, men nú flogseðlarnir til Føroyar
ikki eru so dýrir longur, megni at eg koma
heim einar tríggjar ferðir um árið, sigur hann.
Tvørturímóti metir ungi argjamaðurin,
at fyrimunurin eru munandi fleiri enn vans
arnir.
- Fyrst og fremst er tann amerikanska
“college” skipanin heilt serlig. Fólk lesa,
eta, sova, ballast, arbeiða og so framvegis
á kampus. Lívið hjá øllum næmingum er á
kampus, og skapar tað eitt heilt serligt lestr
arumhvørvi. Skúli og heim gerast harvið eitt
og tað sama. Tað, at øll búgva so tætt sam
an, ger eisini, at fólk bara renna ímillum
hjá hvørjum øðrum. Eitt sindur sum tættir
grannar gera har heima í Føroyum, greiðir
hann frá.
Gerandisdagurin
Tó at skúlin krevur nógv av sínum næming
um, so letur stóra lívið runt lestrinum eisini
upp fyri fleiri møguleikum at brúka ta lítlu
frítíð, ið næmingarnar hava, til alt hugsandi
virksemi.
- Hóast Ivy Legue og Wharton leggja eitt
hart akademiskt trýst á næmingar, duga vit
ótrúliga væl at hava ein “work hard, play
hard” hugburð. Endaleysir tímar verða nýttir
á bókasøvnum, men vit duga so sanniliga
eisini at at hava tað stuttligt. Viðvíkjandi tí
sosiala partinum eru nógv fólk partur av
áhugabólkum, professionellum feløgum og
øðrum. Hvønn dag eru eisini møguleikar fyri
at stuðla skúlanum í ymsum ítróttargreinum,
og um kvøldi eru tað serliga studentafeløg, ið
fylla nógv, sigur hann.
Um hugt verður eftir einum vanligum
gerandisdegi hjá Bjarna Rasmussen, er tað
kortini tað bókliga, ið fyllir nógv mest.
- Ein stórur partur av tíðini her á Wharton
fer til lesnað. Vit hava royndir næstan
hvørja viku, umframt at vit hvørt semestur
hava einar tríggjar stórar royndir í hvørjum
faki. Eg havi millum fýra og átta tímar av
undirvísing um dagin. Men til morgunmat,
døgurða og nátturða møtist eg vanliga við
ymsum vinfólk í ymsum kantinum til prát
og ein bita, sigur hann.
Ein heilt serligur próvtøkuháttur er eisini
við til at leggja trýst á næmingarnar, so at
teir halda fokus á lestrinum, meðan teir eru
á skúlanum.
- Ístaðin fyri at hava t.d. ein skala frá 1-100,
har allir næmingar kunnu fáa 100, um teir
klára seg væl, er Wharton kent fyri at hava
ein heilt serligan hátt at geva próvttal. Við
byrjan av árinum verður avgjørt, at t.d. 30%
av flokkinum fáa A, 40% fáa B, 20% fáa C og so
fær restin t.d. D og F. Hetta ger, at næmingar
eru í beinleiðis kapping móti hvørjum øðrum.
Og tá tú kappast móti nøkrum av gløggastu
handilshøvdunum í heiminum er sjálvsagt,
at man altíð noyðist at hava tunguna mitt í
munninum, sigur Bjarni Rasmussen.
Yvirlivingartúrur
Tað, sum er av frítíð, verður síðan brúkt upp
á ymiskan aktivitet, ið er á kampus, og har
er tað serliga nevaleikur, ið ungi føroyingur
brúkar sína tíð uppá.
- Eg eri limur í Boxing Club her í Wharton.
Vit venja einar tríggjar til fýra ferðir um
vikuna. Harafturat eri eg eisini partur av
ymsum klubbum og øðrum, har eg brúki ein
ar átta-tíggju tímar tilsamans um vikuna,
sigur hann.
Millum teir klubbar, ið ungi føroyingurin
er partur av, er ein ið hevur til endamáls at
menna leiðarar á ein øðrvísi hátt.
- At vera partur av hesum felagsskapi inni
ber millum annað, at vit tvær ferðir um árið
skulu ígjøgnum ein yvirlivingar- og leiðslu
menningartúr úti í náttúruni. Hetta skal
fyrireika okkum til at leiða túrar til millum
annað Suðurpólin, oyðimørkina í Utah ella
hæddina í Patagonia, har næmingar frá
Wharton kunnu melda seg til at koma á ein
8-14 dagar yvirlivingartúr. At vera partur av
hesum felagsskapi hevur longu lært meg
nøkur umráðandi ting, og eg eri vísur í, at har
er nógv afturat at læra tey næstu trý og eitt
hálvt árini, sigur Bjarni Rasmussen.
Endastøð Føroyar
Hóast eitt endaligt prógv er ítøkiliga málið
í øllum lærustovnum, so vónar ungi føroy
ingurin, at tíðin á Ivy League skúlanum fer
at geva honum nøkur tól at eydnast seinni
í lívinum.
Bjarni mynd: Bjarni Rasmussen byrjaði at lesa á Wharton í summar
- Óbeinleiðis hava menn sum Warren Buffett
og Elon Musk stóra ávirkan. Sum risar innan
hvør sína handilsgrein, tøkni og fíggjarbúskap,
eru vit sum næmingar ótrúliga stoltir av at
ganga á sama skúla sum teir gjørdu.
- Hóast Ivy Legue
og Wharton
leggja eitt hart
akademiskt trýst
á næmingar,
duga vit ótrúliga
væl at hava ein
“work hard, play
hard” hugburð.
Endaleysir tímar
verða nýttir á
bókasøvnum,
men vit duga so
sanniliga eisini
at at hava tað
stuttligt.
Framhald á síðu 10