týsdagur 26. februar 2019síða 42
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 27. februar 2019
10
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
- Eg vóni at verða so væl ílatin sum
møguligt her í skúlatíðini á Wharton, soleiðis
at tá eg fari í holt við egið virksemi ein dag,
havi eg tólini og lyndið til at fullgera tey
handilssligu mál, ið eg seti mær fyri, sigur
hann og leggur afturat ein bonus vinning frá
skúlagongdini.
- Eg veit longu nú, at eg fari at hava ein
breiðan skarða av vinfólki frá øllum heimin
um, ið øll fara at gera ótrúlig ting eftir loknan
lesnað.
Eftir ætlan verður Bjarni Rasmussen
liðugur við útbúgvingina um sløk fýra ár.
Spurdur um hvat ætlanin er at gera tá, vísir
hann á, at prógvið gevur honum fleiri møgu
leikar, men at endastøðin ivaleyst verður
Føroyar.
- Eftir loknan lestur ímyndi eg mær, at eg
fari kaga innum onkrum av teimum hurð
unum, sum eitt prógv frá Wharton opnar.
Møguliga Wall Street ella Silicon Valley. Júst
hvar er ikki heilt avgjørt enn, sigur hann og
leggur afturat.
- Men sum heimkærur føroyingur ætli
eg mær allarhelst heim til Føroya einaferð.
Eg síggi fleiri møguleikar innan føroysku
vinnuna, sum ikki eru gagnnýttir enn, so
ætlanin er at fáa mítt egna virksemi upp at
standa, sigur hann.
Við byrjan av
árinum verður
avgjørt, at t.d.
30% av flokkinum
fáa A, 40% fáa
B, 20% fáa C
og so fær restin
t.d. D og F. Hetta
ger, at næmingar
eru í beinleiðis
kapping móti
hvørjum øðrum.
Og tá tú kappast
móti nøkrum
av gløggastu
handilshøvdunum
í heiminum er
sjálvsagt, at man
altíð noyðist at
hava tunguna mitt
í munninum
- Eg veit longu nú,
at eg fari at hava
ein breiðan skarða
av vinfólki frá
øllum heiminum,
ið øll fara at gera
ótrúlig ting eftir
loknan lesnað.
in av bygningunum hjá skúlanum í amerikanska býnum
Philadelphia. Tikin av heimasíðuni hjá skúlanum
Warren Buffett telist millum ein av gomlu næmingunum á skúlanum. Mynd: Ritzau Scanpix
Áðrenn hann fann upp á Tesla gekk Elon Musk á Wharton. Mynd: Ritzau Scanpix