Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 70

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 27. februar 2019 38 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Loysnirnar verða funnar við kaffimaskinuna - Tá Hugskotið byrjaði í 2014 tók tað eitt ár at skapa eitt umhvørvi við íverksetarum, har fólk tímdu at koma inn og arbeiða. Tá var tað eisini bara pláss til sjey íverksetarar. Við nýggju hølunum varð pláss til 40 íverksetarar, men tá eg tók við starvinum í mai vóru bara 20 íverksetarar í húsinum. So vit tosa um ein ógvusligan vøkstur síðstu árini, vísir Sóley Heradóttir Hammer, leiðari í Hugskotinum, á Hallur av Rana hallur@sosialurin.fo G ott tvey ár eftir, at Hugskotið flutti úr hølunum í miðbýnum í Havn og út í Sjóvinnuhúsið á Vestara bryggju, er stovnurin nú klárur at víðka um virksemið. Tað at fleiri av fyritøkunum, ið hava húsast í Hugskotinum, eru byrjaðar at vaksa, um­ framt at fleiri leggjast aftrat, ger at tørvur er á nýggjum hølum til at kunnu varðveita dýra­bara vitan í húsinum. Tað upplýsir Sóley Hera­dóttir Hammer, leiðari fyri Hugskotið. - Hugskotið er tað, ið vit kalla fyri eitt fasu 1 høli, men vit vilja øgiliga gjarna víðka virksemið til eisini at hava eitt fasu 2 høli, og eru í holt við at kanna, um tað er gjørligt. Tað merkir, at vit ynskja møguleikan at hava fyritøkur eitt sindur longri í Hugskotinum, sigur hon. Orsøkin er, at man hevur eitt ynski um, at varðveita so nógva vitan sum gjørligt í Hug­ skot­inum, tí tað verður mett at vera ein fyri­ munur fyri nýggjar íverksetarar. - Tá man byrjar eina fyritøku, fært tú nógv­an vitan og eitt stórt netverk. Vit vilja øgi­liga gjarna gera okkum dælt av hesi vitan og tí ynskja vit ikki, at fólk flyta ov tíðliga út, men at tey í sama umhvørvi fáa møguleikan at leiga hølir, ið eru eitt sindur dýrari at leiga, greið­ir hon frá. Ógvusligur vøkstur Í løtuni eru tað áleið 40 fólk, ið hava sína dag­ liga gongd í Hugskotinum. Tað er tó ikki so langt síðan, at undirtøkan fyri Hugskotinum var munandi minni. - Tá Hugskotið byrjaði í 2014 tók tað eitt ár at skapa eitt umhvørvi við íverksetarum, har fólk tímdu at koma inn og arbeiða. Tá var tað eisini bara pláss til sjey íverksetarar. Við nýggju hølunum varð pláss til 40 íverk­set­ar­ ar, men tá eg tók við starvinum í mai vóru bara 20 íverksetarar í húsinum. So vit tosa um ein ógvusligan vøkstur síðstu árini, vísir leið­arin á. Tað kostar einum íverksetara 1.000 krónur um mánaðin at fáa innivist í Hugskotinum. Afturfyri fær viðkomandi eitt borð og ein stól í einum opnum skrivstovulandslagi við 39 øðrum fólkum, umframt kaffi og atgongd til internet og ein printara. Deila vitan og netverk Tað, sum leigar tó ikki rindar fyri, men sum leigarin fær ókeypis, er eitt netverk við sam­ sintum sálum, ið arbeiða við nýhugsan og netverkan. - Vit ganga høgt upp í vitunardeiling og netverksdeiling. Tað verður gjørt gjøgnum ymisk innanhýsis tiltøk í húsinum, so sum felags frokost- ella morgunmatarfundir, har tey skifta um at leggja fram fyri hvørjum øðrum, men vit síggja eisini at øgiliga nógv av netverks- og vitunardeilingini fer fram uttanfyri tað skipaða. Tí tá man er í einum slíkum umhvørvi fellir man natúrliga í prát við onnur í somu støðu, sigur hon. Tað sum tey í Hugskotinum nú eftirlýsa er, at tær fyritøkur, ið hava fingið fótin fyri seg, víðka um virksemið og hava tørv á nýggj­ um umstøðum, ikki nýtast at fara aðra­staðni alt fyri eitt. - Tá fyritøkur vaksa eitt sindur fáa tær natúrliga ein tørv á øðrum hølum, tí tað av­ markar virksemi at sita á einari skrivstovu við 39 øðrum persónum. Tað er tá vit ynskja at bjóða hølir, har tey rinda eitt sindur meira hvønn mánað, men afturfyri fáa betri sømdir, sig­ur Sóley Heradóttir Hammer. Í løtuni eru tó eingin hølir tøk í Sjó­vinnu­ hús­inum og enn er eingin avgerð tikin um hvat skal gerast við grannabygningin. Men Hug­skotið hevur vent sær á rætta stað við ynsk­inum. - Vit hava gjørt Tórshavnar kommunu og Tórshavnar havn greitt, at vit eru áhugað í einum fasu 2 hølum. So um nakar av nú­ ver­andi leigarum flytur úr Sjó­vinnu­hús­in­ um, vóna vit at vera fyrst í røðini. Fyri okk­ um er tað nevniliga týdningarmikið, at alt virksemið er miðsavna í mest møguligan mun, tí tað vit síggja er, at tað er meðan man bíðar eftir, at kaffi rennur niður, at loysn­ irnar verða funnar, sigur leiðarin í Hug­skot­ in­um.