Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-26, síða 71
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 26. februar 2019síða 71

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 27. februar 2019 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Lesandi á hægri útbúgvingum og á styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingum fáa stuðul í 12 mánaðir. 12. mánaðurin fevnir eisini um lestrarlán. Endalán er til lesandi, ið hava fingið tann stuðul, ið fáast kann. Treytin fyri at fáa endalán er, at tú tekur eina hægri útbúgving, ert lestrarvirkin, og at avvarðandi útbúgvingarstovnur kann vátta, at tú ert før/ur fyri at gera útbúgvingina lidna innan 1 ár. Lesandi á miðnámi fáa stuðul í 11 mánaðir. Einsamallir uppihaldarar á miðnámi fáa stuðul í 12 mánaðir. 12. mánaðurin fevnir eisini um lestrarlán hjá einsamøllum uppihaldarum. Lesandi, ið fáa serliga barnaískoytið frá Almannaverkinum, fáa harafturat studning sum einsamallir uppihaldarar í 12 mánaðir. Lesandi á miðnámi, undir 18 ár og eldri, ið eru uppihaldarar, t.v.s. antin eru gift, eiga børn ella hús, fáa hægra miðnámsskúlastudningin. Lesandi á miðnámi, ið eru 18 ár og eldri, og búgva til leigu við ávísum treytum, fáa hægra miðnámsskúlastudningin. Øll onnur, 18 ár og eldri, fáa lægra miðnámsskúlastudningin. Studningurin fæst mánaðin eftir at tann lesandi verður 18 ár. Tey, ið eiga børn, fáa harafturat barnastudningsupphæddina fyri hvørt heimabúgvandi barnið, sum er undir 18 ár. Øll lesandi, ið eru 18 ár og eldri, hava møguleika at taka lán. Tey, ið eru undir 18 ár, fáa bókastudningin fyrst í skúlaárinum. Vistarhaldsstudningurin verður latin teimum, ið eru undir 18 ár og noyðast at flyta til útbúgvingarstaðið. Barnsburðarfarloyvisstudningurin verður veittur í sambandi við barnsburð og ættleiðing. Studningurin er tann sami, sum tann lesandi vanliga fær. Bæði foreldrini kunnu ikki samstundis fáa barnsburðarfarloyvisstudningin. Skúlagjald kann verða goldið til hægri útbúgvingar uttan fyri Norðurlond, tó í mesta lagi kr. 80.000 um árið. Um skúlagjaldið er hægri, kann tann lesandi læna upp til kr. 80.000 um árið frá Studna. Í ávísum førum er møguligt at veita henda stuðul í Norðurlondum. Verkætlanarstudningur er ein ferðastudningur til verkætlanir til lesandi á hægri útbúgvingarstovnum í Føroyum og uttanlands í sambandi við størri verkætlanir, ið skulu gerast í øðrum landi enn í lestrarlandinum. Ferðastudningur innanoyggja. Ókeypis ferðaseðil við bussi aftur og fram í skúla hvønn dag. Søk Strandfaraskip Landsins. Málsligt fyrireikingarskeið er ein skipan, ið veitir stuðul til málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar í ikki enskt-talandi londum, og er ætlað teimum, ið hava ætlanir um at lesa hægri lestur í hesum londum. Ferðastudningur er til lesandi, ið leita sær til onnur lond í útbúgvingarørindum. Lesandi og børn teirra hava møguleika at koma heim til Føroya eina ferð um árið. STUÐULSMØGULEIKAR: • Studningur til hægri og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar:................. 4.362 kr. pr. mðr. í 12. mðr. • Lægri studningur á miðnámi: ......................................................................... 1.858 kr. pr. mðr. í 11 mðr. • Hægri studningur á miðnámi:.......................................................................... 3.857 kr. pr. mðr. í 11 mðr. • Lán til hægri og styttri vinnuførleikagevandi útbúgvingar: ........................ 2.446 kr. pr. mðr. í 12 mðr. • Lán á miðnámi:................................................................................................. 2.446 kr. pr. mðr. í 11/12 mðr. • Endalán:............................................................................................................. 6.808 kr. pr. mðr. í 11 mðr. • Bókastudningur:............................................................................................... 3.682 kr. fyrst í skúlaárinum • Vistarhaldsstudningur:.................................................................................... 2.572 kr. pr. mðr. í 11 mðr. • Barnastudningur:.............................................................................................. 1.011 kr. pr. mðr. í 11/12 mðr. • Studningur til einsamallar uppihaldarar:....................................................... 1.549 kr. pr. mðr. í 12 mðr. • Barnsburðarfarloyvisstudningur:.................................................................... 3.857 kr. ella 4.362 kr. í 11 mðr. • Verkætlanarstudningur:.................................................................................. sí upphæddir til ferðastudning • Skúlagjald: ....................................................................................................... í mesta lagi 80.000 kr. um árið • Lán til skúlagjald: ............................................................................................ í mesta lagi 80.000 kr. um árið • Málsligt fyrireikingarskeið:............................................................................. sí heimasíðu Ferðastudningur: • Danmark:........................................................................................................... 1.500 kr. • Evropa:............................................................................................................... 3.100 kr. • Aðrastaðni:........................................................................................................ 4.100 kr. • Ferðastudningur til børn hjá lesandi.............................................................. ymiskt Sí nærri kunning um freistir v.m. á heimasíðuni www.studni.fo