Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 4 Vikan ið fór Sæð á Facebook: Green Book bleiv kosin ársins besti filmur á Oscar-handanini sunnukvøldið. Kristni rokk-bókurin I Am slepti nýggjum lag mánadagin. Evald Kjølbro er settur í starv hjá MT Højgaard, sum deildarleiðari fyri Føroyar. Bank Nordik hevði 262 milliónir í avlopi í fjør. Rigmor Dam fer á Fólkating á fyrsta sinni, nú Sjúrður Skaale fer í farloyvi. Strandferðslan hevur nú undirskrivað sáttmálan um nýtt avloysaraskip. Lillian Jacobsen er sett í starv sum tekniskur leiðari í Sunda kommunu. Veðurlagsverkfall MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt prosent av teimum ungu millum 16 og 24 ár eru skrásett sum arbeiðsleys. 1 VEÐURLAG (veðurfr.) tað hvussu veðrið er á einum øki í eitt langt tíðarskeið VERKFALL Tað at arbeiðsfólk í felag leggur niður arbeiði sum mótmæli Síðani desembur hava ung skipað fyri veðurlagsverkfalli uttanfyri Løgtingið í Havn hvønn fríggjadag. Flestu politisku ungmannafeløgini, Amnesty og Reyði Krossur stuðla átakinum. Tey mótmæla, at Løgtingið eingi fet tekur á umhvørvisvinaligari kós. Tað var 15 ára gamla Greta Thunberg í Svøríki, sum byrjaði við veðurlagsverkfallinum, sum síðani hevur spreitt seg um allan heimin. FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR Georg L. Petersen skipar fyri gólvuppboðssølu av bókum í kvøld. Gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, um kvøldið minkar hann vindin av vestri og um náttina eitt lítið lot ella gul, undir 5 m/s, sum frá líður av norðri. Skýggjað og regn av og á, út á náttina klárar møguliga í, hóast okkurt æl. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 8 stig.   Gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sum øtlar í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 20 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið um 5 stig. Hann frískar vindin av landnyrðingi ella eystri, gul til stívt andøvsgul, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 12 m/s. Um náttina gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn, um kvøldið samregn. Hitin alt samdøgrið millum 3 og 7 stig. 5-10 m/s 5-10 m/s Tað er ikki óvanligt, at vit kjakast nógv um berghol í Føroyum. Tað er heldur onki løgið í tí. Men at hettat kjak fer upp í so nógvar umdreyningar sum nú, er ikki so ofta. Nú er kapping um bæði smærru og størru tunlarnar. Samgongan – og tað vil siga meirlutin í samgonguni – hevur gjørt sínar raðfestingar og tað mugu hini so rætta inn eftir. Soleiðis eisini hendan dagin, tingið viðgjørdi eitt uppskot frá andstøðuni um at gera tunnil til Fámjins áðrenn tann til Dals. Politiskt var hetta sjálvandi fyri at arga samgonguna og noyða fráfarna landsstýrismannin við samferðslumálum, Henrik Old, at atkvøða fyri málinum, tí hann hevur fleiri ferðir sagt, at tunnil til Fámjins skal gerast fyrst av teimum smáu. Men samongan fekk sín vilja. Boð komu til samgognufólk, at vann uppskotið hjá andstøðuni frama, so varð val útskrivað beinanvegin. Boðini vóru so greið, at hvørki Henrik Old ella Magni Laksáfoss tóku undir við uppskotinum, tá ið avtornaði. Ája! Valini bæði nærkast. Fólkatingval verður í vár og løgtingsval í seinasta lagi 31.august, Retorikkurin gerst heldur skarpari og tingfólk eru nervøs, hvørja ferð tey frætta um onkra veljarakannig, sum er á veg. Broytingar kunnu eisini henda í politisku samansetingini við komandi valum. Serliga val til Løgtingið hevur áhuga í Føroyum. Mong teirra, sum manna sessirnar í tingsalinum eru ikki sjálvi vald, men umboða onnur, sum hava valt aðrar politiskar leiklutir. Tey ivast sjálvandi í, hvar tey standa í politiska landslagnum. Viðvíkjandi fólkatingsvali er støðan eitt sindur øðrvísi. Har eru tað tríggir- fýra av teimum stóru flokkunum, sum kunna vinna ein av teimum báðum sessunum vit eiga. Um tað hevur stóran týdning, hvør vinnur sessirnar? Neyvan, men fyri flokkarnar og kappingina teirra millum, hevur tað alt at siga. So kæri lesar – ger tær bert greitt hvar krossurin skal setast. Ája! Millum mentafólkini hevur orðaskifti tikið seg upp, tí nevndin, sum ger bókmentainnstillingarnar til Norðurlandaráðið, í ár hevur valt ikki at innstilla nakra bók. Skal ikki gera meg klókan uppá, hvat er rætt og hvat er skeivt, men hevur man valt eina nevnd at taka sær av hesum, so mugu vit hava virðing fyri avgerðini. Men sjálvandi kunnu vit kjakast um slíka avgerð eins og vit kjakast um allar møguligar avgerðir. Munurin er bert um vit kjakast fyri at sleppa víðari fram á leið, - ella um kjakið tekur seg upp tí onkur kennir seg forbígingnan. At nevndin kemur til eina niðurstøðu um, at í ár verður ongin innstillaðujr, tað má í útgangsstøðinum siga, at ikki alt er nóg gott til at kappast um so stórar virðislønir. Ája! Árni Gregersen, journalistur, skrivar Ája! Visti tú? Við árslok í 2018 vóru 363 arbeiðsleys í Føroyum. Arbeiðsloysið minkaði mest í Suðuroy í fjør. 5-10 m/s