hósdagur 28. februar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019
SOSIALURIN 25
5
Sjúklingafylgjari til øll!
Nógvir føroyingar munnu hava upplivað kensluna, bráddliga at standa á
útlendsk um sjúkrahúsi og kenna seg hjálparleysan, sleptan upp á fjall. Fyrst sjúk
an og alt, sum við henni fylgdi, síðani vónloysið, tá boðini komu, at neyð ugt var
at fara av landinum at fáa heilsubót. Omaná alt vónbrotið um ongan fylgj ara at
fáa.
Bráddliga fíggjarliga byrðan, flogferð, uppihald og møguligan inntøkumiss, kann
lættliga gerast ov stór, ein byrða, sum, saman við sjúkuni, gerst ov tung at bera.
Rættur hins einstaka til sjúkraviðgerð í Føroyum er grundleggjandi! Harnæst, at
verður hin sjúki sendur av landinum, so má persónligur fylgari við, eisini um
heilsustarvsfólk fer við. Men sum er fáa bert umleið 60% av teimum, ið verða
send av landinum, familjufylgjara við sær.
Í løtuni verður uppskot Miðfloksins um fylgjara viðgjørt á Løgtingi. Í sam bandi við
líknandi uppskot fyri góðum ári síðani høvdu umboð fyri krabba meins felagið
beinleiðis áheitan um, sum skjótast at fáa uppskotið sam tykt og sett í verk. Tey
vístu á stóra tørvin, nevndu m.a., at hjálpargrunnurin hjá felagn um næstan bert
verður brúktur at rinda fyri fylgjarar, ið ikki fáa al menna játtan.
Beinleiðis spurd, um allir sjúklingar áttu at fingið fylgjara játtaðan, var svar teirra
eitt greitt ja. Tey søgdu frá gleði teirra um uppskotið.
Tey vístu á týdningin av at hava onkran av sínum kæru hjá sær í fremmanda
umhvørvinum, tá mangan harðast leikar á, bæði likamliga og sálarliga. Onkr an at
luta sítt einsemi, sín ótta, sínar hugsanir við. Onkran at leita sær stuðul og ugga
hjá, vakin oyru at minnast rætt, tá skelkurin av álvarsligum boðum køva vit og
skil. At hava onkran at lurta, tá málsliga fremmand heilsustarvsfólk bera boðini,
onkran, sum tá kann bera røttu boðini til tey har heima. Týdn ing in av at hava ein
at lofta sær, tá illa gongst, ein at gleðast við, tá tað gongur væl.
Hugsan Miðfloksins er avgjørd, eitt av heimsins ríkasta londum hevur bæði ráð til
heilsurøkt her heima og fylgjara í tí fremmanda. Hevur samgongan trupulleikar
við at finna pening í landskassanum, vísa vit fegin á tær ørandi upphæddir, sum
verða fyltur í búskapargrunnin. Alt
gott um at leggja niðurfyri í
góðum tíðum, men tað kann als
ikki
rættvísgerast,
at
hetta
gongur út yvir vælferð og heilsu
teirra, sum her og nú búgva í
Føroyum.
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Navn: Anna Margretha Otthamar
Bústaður: Hoyvík
Yrki: Toymisleiðari, Fyrisitingartoymið
á SEV
Útbúgving: Fíggjarakademisk
útbúgving
Hví Miðflokkurin? Tí kristna
lívsáskoðanin er besta grundarlagið
fyri einstaklingin og samfelagið, og
vit hava bestu loysnirnar
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
SITAT
Rúsdrekka er høvuðsorsøkin
til harðskap, umsorganarsvík og
misnýtslu av børnum (WHO)
Vangamynd
Hjartamál
•
Skúlamál
•
At skipa pensjónsøkið á ein faldan og gjøgnumskygdan hátt
•
Liviligari umstøður fyri okkara eldru
•
Góðar og tryggar karmar fyri vinnuna
•
Burðardyggar orkuloysnir
•
Lægri avgjøld og eykaskattir, so sum kringvarpsgjald og vegskatt
•
At fáa prístalsjavnan inn aftur í sáttmálarnar
Nú fer Rigmor Dam
á Fólkating
Nú fer Rigmor Dam at umboða Javnað
arflokkin á Fólkatingi í nakrar dagar.
Sjúrður Skaale fer í farloyvi og nú hevur
Fólkatingið gókent, at Rigmor Dam tekur
sæti á Fólkatingið fyri hann hesa næstu
vikuna.
Hetta er fyrstu ferð, hon er á Fólkatingi,
men Rigmor Dam hevur drúgvar roynd
ir í føroyskum politikki bæði sum løg
tingskvinna og landsstýriskvinna. Hon
varð fyrstu ferð vald inn á ting í 2011. Eitt
mál, Rigmor Dam skal vera við at viðgera,
er uppskotið um lógarkravdar upplýsingar
í sambandi við peningaflytingar í banka
stovnum í morgin, fríggjadagin, umframt
at hon skal fund um sama mál í Føroya- og
Grønlands-nevndini.
Heimasíða skal kunna
útlendingar um
føroyskar fiskavørur
Í dag er heimasíðan www.FaroeseSeafood.
com almannakunngjørd. Heimasíðan er
ein kunningarsíða um føroyskan sjómat og
Føroyar sum fiski- og alivinnutjóð, og ein
pallur fyri marknaðarføring og branding
av føroyskum fiskaútflutningi.
Heimasíðan er eitt samstarv millum
Uttanríkis- og vinnumálaráðið, Ráfiska
keyparafelagið, Reiðarafelagið, Ráfiskaselj
arafelagið og Fiskimálaráðið. Harumframt
er Visit Faroe Islands við í verkætlanini.
Verkætlanin er stuðlað við játtan frá Fiski
vinnuroyndum í 2018.
Sum partur av verkætlanini eru átta
stuttfilmar gjørdir saman við Gutta Winth
er, har Gutti ger mat við føroyskum fiski.
Filmarnir verða lagdir á heimasíðuna og á
eina YouTube-rás. Filmarnir eru framleiddir
í samstarvi við Visit Faroe Islands, ið eisini
fer at nýta filmarnar á teirra sosialu miðla
pallum.
Fiskivinnuroyndir hevur í 2019 játtað
stuðul til at framleiða fýra nýggjar filmar.
Fyrsti filmurin sæst omanfyri greinina.
Á heimasíðuni er eitt sonevnt Exporter
Directory, ið er eitt yvirlit yvir útflytarar
av føroyskum fiskavørum, har fyritøkur
kunnu skráseta seg. Endamálið við Export
er Directory er, at tað skal vera lætt hjá
áhugaðum keyparum at finna fram til
føroyskar fiskaútflytarar, eitt nú umvegis
Google.
Freistin at bjóða upp á
Bygdaleiðir er útsett
Freistin at lata tilboð inn til at røkja Bygda
leiðir er útsett til 1. juni 2019. Hesum boðar
Samferðslumálaráðið frá í dag.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður í
samferðslumálum, hevur avgjørt at leggja
uppskotið um broyting í løgtingslóg um
fólka- og farmaflutning fyri Løgtingið, so
leiðis at raksturin av bygdaleiðum kann
bjóðast út í eitt 7 ára skeið.
Samstundis hevur landsstýrismaðurin
biðið Strandfaraskip Landsins um at útseta
freistina fyri at lata tilboð inn til 1. juni 2019.
Hetta inniber, at eingi tilboð verða latin upp
fríggjadagin 1. mars 2019.
Orsøkin til hetta er, at Landsstýris
maðurin metir, at størri dentur eigur at
leggjast á grønar og varandi orkuloysnir í
útbjóðingartilfarinum. Ætlanin er at nýta
hesa tíðina til at tryggja meira umhvørvis
vinarligar og grønar loysnir.