hósdagur 28. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019
SOSIALURIN 25
6
PERSÓNSØGA
- Tá eg kom út í hurðina, kastaðu tey kavabløk við steinum
í eftir okkum, og eg minnist, at eg bleiv rakt beint í høvdið,
fortelur Sólfríð Poulsen, sum bleiv happað so illa, at hon í
dag ikki hættar sær aftur til bygdina, hon vaks upp í
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
2
7 ára gamla Sólfríð Poul
sen er fødd og uppvaksin
í Føroyum, men býr í dag
í Danmark. Í barndóms
árunum bleiv hon happað so
mikið illa, at har var eingin ann
ar útvegur enn at flyta úr Før
oyum fyri at sleppa undan øll
um áganginum, sum javnaldrar
hennara útsettu hana fyri. Hon
lýsir sín barndóm sum ræðuligan,
og í dag vísa árinini av happingini
seg í vaksna lívi hennara.
- Eg minnist bara
happingina
Tá Sólfríð Poulsen var eitt hálvt
ára gomul, doyði pápi hennara í
einari arbeiðsvanlukku. Hálvt ár
seinni valdi mamma hennara at
flyta úr Havn og til Vestmannar
fyri onkursvegna at byrja til
veruna á nýggjum. Hon vildi geva
Sólfríð og systir hennara best
møguligu byrjanina uppá lívið
uttan ein pápa.
Sólfríð vaks upp og hevði nógv
ar vinir í nærumhvørvinum í
Vestmanna. Men stokkut var gleð
in, tí tá hon sum seks ára gomul
skuldi byrja í skúla, broyttist alt.
Í skúlanum varð hon frá næstan
fyrsta degi av útsett fyri happing
av grovasta slag.
Hon minnist ikki heilt, hvussu
alt byrjaði, tí ein stórur partur av
barndómsminnum hennara eru í
dag svunnin burtur.
- Tá eg hugsi um míni barnaár,
minnist eg næstan bara happing
ina. Eg havi sjálvandi nøkur góð
minni, men eg fái illa hugsað um
mín barndóm uttan at blíva mint
á tað ringa, sigur Sólfríð Poulsen.
Teknistiftir og kavabløk
við steinum í
Í skúlanum bleiv hon av hinum
børnunum hvønn einasta dag
umtalað sum “ljót”, “vemmilig”
og “tjúkk”. Orðini vóru eitt, men
gerðirnar vóru nakað heilt annað.
Børnini vóru eisini harðlig við
hana og funnu uppá alt møguligt
fyri at plága hana.
- Tey kundu finna uppá alt. Tey
løgdu millum annað teknistiftir á
stólin, sum eg sat á, við vón um at
eg skuldi seta meg á tær.
Happingin fór ikki bara fram
í skúlanum, men eisini uttan fyri
skúlatíð. Hon minnist serliga tað
eina vetrarkvøldið, tá kavin lá
tjúkkur um alla bygdina.
- Knappliga hoyrdu vit nógv
fólk á vegnum uttanfyri. Tey
róptu eftir mær. Mamma fór út
og lat úthurðina upp, og eg fór
aftaná. Tá eg so kom út í hurðina,
kastaðu tey kavabløk við steinum
í eftir okkum, og eg minnist, at eg
bleiv rakt í høvdið og fór at gráta,
fortelur Sólfríð Poulsen.
Lærarin legði einki í
Mamma hennara royndi at gera
alt, sum var í hennara makt, fyri
at Sólfríð skuldi hava tað gott,
men tað var ringt, tí happingin
fylti meira. Hon setti seg eitt nú
í samband við flokslæraran hjá
Sólfríð við vón um, at skúlin fór
at taka ábyrgd, men har var eingin
hjálp at heinta.
- Mamma bleiv nærmast vend
í hurðini og fekk bara at vita frá
lærarinnuni, at eg manglaði eina
ommu. Tað var tað einasta, sum
var galið, eftir hennara tykki.
Omma mín búði í Havn, so eg veit
ikki, hvat lærarinnan meinti við,
ella hvat tað yvirhøvur hevði við
mín trupulleika at gera – men eg
fekk í øllum førum onga hjálp.
Sólfríð Poulsen heldur tað
hava alstóran týdning, at lærarar
taka happing fyri fult, og tí heitir
hon eisini á øll børn, sum eru fyri
happing, um at boða frá.
- Lærarar skulu altíð lurta eftir,
tá foreldur og børn venda sær til
teir í sambandi við happing, sigur
hon.
MÁTTI FLYTA
LANDINUM UN
HAPPINGINI
Sólfríð Poulsen sum seks ára gomul
Happing: