Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019 SOSIALURIN 25 7 Avreageraði við herverki Ein avleiðing av happingini var, at Sólfríð royndi at mótmæla til­ veruni við at gera balladu við eitt nú at bróta inn í ymsar bygningar og gera um seg. - Tað var eingin, sum vildi hoyra uppá meg, so eg mátti jú avreagera uppá onkran máta. Mamma frætti onkuntíð um ymiskt herverk hjá mær, so tá bleiv eg sjálvsagt eisini konfronterað. Men hon trúði ikki altíð uppá tað, sum eg hevði gjørt, tí tað líktist ikki mær at gera slíkt, fortelur Sólfríð. Flutti av landinum Til endans bleiv tað ov nógv, og Sól­fríð Poulsen kláraði ikki trýstið longur. Mamma hennara tók tí stigið at flyta til Danmarkar, tá Sól­fríð var 12 ára gomul. Langt burt­ur frá Vestmanna og langt vekk frá allari happingini. Sólfríð var tá sannførd um, at hon ong­ antíð skuldi aftur til Føroya. Komin til Danmarkar byrjaði hon í nýggjum skúla í nýggjum umhvørvi í Viborg. Har var eingin, sum happaði hana. Men skaðin frá happingini í Føroyum var longu hendur, og hetta setti dám á gerandisdag hennara. - Eg var tann stilla gentan í flokk­inum. Eg tosaði ikki við nakr­ an. Sum árini gingu, byrjaði eg at trekkja meg burtur frá øll­um. Eg skulkaði úr skúlanum og helt meg burtur frá stórum manna­múgv­ um. Sum frá leið kláraði heldur ikki at fara til handils, greiðir Sólfríð frá. Angist Sólfríð Poulsen byrjaði at ganga til sálarfrøðing, og har fekk hon staðfest, at hon hevði sosiala angist, sum enn tann dag í dag kann ávirka hana. - Um eg eri saman við ov nógv­ um fólkum í senn, fái eg hjarta­ bank­an og klári ikki at anda. Eg blívi heilt fjálturstungin. Eg havi til dømis ikki fingið mær eina út­ búgving, tí eg veit, at so hevði eg aftur skulað sitið í einum skúla­ flokki saman við fleiri øðrum. Tank­in um kanska at blíva happað aftur ræðir meg. Annars hevur hon verið í bólka­viðgerð, har hon hevur lært, hvussu hon á bestan hátt kann hand­fara sína angist fyri at hava ein so vanligan gerandisdag sum gjørligt. - Men mín angist liggur enn og lúrir undir yvirflatuni, og nakrar dagar ávirkar tað meg meira enn aðrar dagar. Mín angist fer ong­antíð heilt burtur, men vit menniskju kunnu læra at góðtaka, at tað er ein partur av okkum, og uppá tann mátan kann mann dempa tað. Føroyingar slatra illa Happing er allastaðni í heiminum, men Sólfríð Poulsen heldur, at happing nørist uppá ein serligan máta í Føroyum, tí forholdini eru so smá her. - Tað er eingin loyna, at før­oy­ ingar eru nakrar slatritaskur, sum baktala illa. Viðhvørt so gongur baktalanin hjá vaksnum fólki ikki stillisliga fyri seg, og føroysk børn hoyra tí ofta meira, enn tey av røttum eiga. Hetta gevur børnunum grundarlag at fara út og happa út frá tí, tey hoyra síni foreldur og onnur vaksin tosa um, sigur Sólfríð, sum sjálv hevur persónligar upplivingar við júst hesum. - Eg minnist, at vestmenningar ikki dámdu mammu mína. Eg veit ikki ordiliga hví, men eg veit, at hon bleiv baktalað nógv millum bygdarfólkið. Vil ikki til Vestmanna aftur Í dag býr Sólfríð Poulsen í einum lítlum býi uttan fyri Viborg í Jút­landi. Hon er í praktikk sum djórapassari á einum bóndagarði hjá einum eldri hjúnum. Sólfríð Poulsen var seinast í Føroyum í 2012. - Eg havi broytt meining við­ víkj­andi ongantíð at fara til Før­ oya aftur, tí eg havi jú enn familju í Havn, sum mær leingist eftir. Men tá eg hugsi um Føroyar í dag, hugsi eg bara um happingina og Vestmanna. Handan bygdin, Vest­ manna, er ið hvussu er eitt stað, sum eg ongantíð havi hug at vitja aftur. AV NDAN Sólfríð er upprunaliga úr Havn. Hon vaks upp í Vestmanna, men hevur búð í Danmark síðan, hon var 12 ár Happingin fylti alt ov nógv í barnaárunum hjá Sólfríð. Her er hon átta ára gomul Mamma bleiv nærmast vend í hurðini og fekk bara at vita frá lærarinnuni, at eg manglaði eina ommu