hósdagur 28. februar 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
9
Kim Jong-un kravdi, at USA
skuldi taka øll revsitiltøk burtur,
sum tey hava á Norðurkorea við
víkjandi kjarnorkutilfari. Men
Donald Trump visti væl, at landið
hevur fleiri fasilitetir, sum Kim
Jong-un ikki upplýsti um. Hetta
kom sambært Trump óvart á
norðurkoreanska leiðaran.
Donald Trump segði tó á veg
til toppfundin, at hann ongan
skund hevði um at samráðast
um eina endaliga kjarnorku
avtalu við Norðurkorea. Men
amerikanarar høvdu væntað, at
onkur avtala kom í hús, og tað
hevði Trump eisini, sum ivaleyst
var skuffaður. Eygleiðarar í al
tjóða fjølmiðlum kalla tað fyri
eina fiasko, at forsetin kom tóm
hendur heim.
Fleiri fundir í framtíðini
Amerikanski forsetin boðaði
hósdagin frá, at har vera fleiri
fundir í framtíðini. Sambært
forsetanum skal Kim Jong-un
hava sagt, at hann hevur ongar
ætlanir um at royna rakettir ella
missilir ella nakað annað, sum
er knýtt at einum kjarnorku
programmi.
Donald Trump legði dent
á, at hann virðismetir norður
koreanska leiðaran, og tað hevur
týdning fyri hann, at USA og
Norðurkorea fáa eitt gott og
sterkt samband við hvønn ann
an. Tí tá mann hevur eitt gott
samband, kunnu góð ting henda,
segði Trump.
Hetta var aðru ferð, at
teir tveir nógv umrøddu
leiðararnir
hittust.
Don
ald Trump og Kim Jong-un møtti
hvørjum øðrum fyrstu ferð í
juni 2017 í Singapore. Tá komu
teir fram til eina yvirlýsing,
sum heilt stutt snúði seg um
eina kjarnorkufría koreanska
hálvoyggj. Kim Jong-un er eftir
øllum at døma eisini opin fyri at
samráðast á nýggjum.
PATURE@SOSIALURIN.FO
Eingin avtala kom í lag