Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019 SOSIALURIN 25 10 FMA - TÓNLEIKUR Í Faroese Music Awards 2019 FMA er á skránni leygarkvøldið 9. mars, og á skránni eru framførslur frá teimum fremstu innan føroyskan tónleik. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Faroese Music Awards er komið fyri at vera. Norðurlandahúsið, Kringvarpið og Miðlahúsið tóku stig til og hava fyriskipað FMA frá tí tað tað fyrstu ferð varð hildið í 2014. Við fimm árum á baki hevur FMA sostatt latið mangar virðislønir og havt nógvar framførslur á pallinum í Norðurlandahúsinum og í ár verður ikki øðrvísi í so máta, nú sætta FMA er á skránni. Tí í Norðurlandahúsinum kunnu upplivast framførslur frá fleiri av okkara fremstu tónleikarum, sum eisini hava gjørt um seg í 2018. Tey, sum framføra hesaferð eru Páll Finnur Páll, Birita Poulsen, Silvurdrongur, Marius, Ingi Poulsen, Kári Sverrisson & Hans Jákup Kollslíð, Joe & The Shitboys, Jasmin, Teitur og VSJ. Framvegis eru atgongumerki til sølu á nlh.fo. Annars ber til at stroyma FMA, tá ið tiltakið verður, eins og in.fo fylgir kvøldinum. Heiðra tey bestu innan føroyskan tónleik Hetta er sættu ferð, at FMA er á skránni, og hóast ein kundi hildið, at talið av virðislønum var tað sama á hvørjum ári, so er kortini ikki so. Orsøkin er, at á hvørjum ári tekur arbeiðsbólkurin í FMA støðu til, hvørjar bólkingar skulu gerast fyri hetta ári. Hetta verður gjørt fyri at tryggja, at FMA avspeglar føroyska tónleikaumhvørvið og at bólkingarnar eru gjørdar út frá tí, sum er komi út innan tær ymsu sjangrurnar fyri hvørt ári sær. Okkurt árið hevur til dømis country, blues, folk og jazz havt sín egna bólk og egnu virðislønir – hetta tí, at nógv kom út hetta árið innan hesar sjangrur. Men í ár eru bert bólkingarnar popp/rokk og opin flokkur, eins og tað var í fjør. Umframt virðislønir, sum verða latnar innan hvør bólkin, so eru fleiri, sum verða latnar tvørtur um báðar bólkarnar og allar sjangrur. Síðani fyrsta FMA hevur virðislønin Ársins Tónleikaheiður verið tann, sum hevur verið mest serstøk. Hetta er virðisløn, sum verður latin til onkran, sum hevur gjørt serliga nógv fyri føroyskan tónleik í gjøgnum sítt lív og yrki. Í alt vera 17 virðislønir latnar í á FMA 2019. Páll Finnur Páll Birita Poulsen  Silvurdrongur  Marius  Ingi Poulsen Kári Sverrisson & Hans Jacob Kollslíð  Joe & The Shitboys  Jasmin  Teitur  VSJ Hesi Jasmin Mote  Lea Kampmann  Guðrið Hansdóttir  Edith Dahl Jacobsen  Sissal Grækarisdóttir Magnussen  Jón Aldará  Teitur Lassen  Kári Sverrisson  Hans Marius Ziska  Janus á Húsagarði  Tá ið eg síggi teg - Ingi Poulsen  Hennara dansigólv - Byrta  Sara - Teitur  Silvurlín - Marius  Something Magical - VSJ  Marius  VSJ  Teitur  Silvurdrongur  JASMIN Marius - Portur  Teitur - I Want To Be Kind  The Crowberry Band - Good Luck To You All  Hamferð - Támsins likam  Silvurdrongur - Silvurpláta  HESI ERU TILNEVND INNAN BÓLKIN POPP/ROKK framføra: Ársins kvinnuligi sangari:  Ársins mannligi sangari: Ársins útgáva: Ársins sangur:  einstaklingur: Ársins bólkur/