Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019 SOSIALURIN 25 12 Skjót ongar rakettir, Jørgen - miss ikki svøvnin, Magni Eitt avgerandi tal í nýggjari kanning hjá spyr.fo er minst 30% við síðuna av Sjúrður Skaale "Bæði Sjúrður og Magni falla", skrivaði Portalurin í gjár. Yvirskriftin bygdi á eina veljarakanning hjá Spyr.fo um fólkatingsvalið. Hon vísti, at Fólka- og Sambandsflokkurin vinna, meðan Javnaðar- og Tjóð­ veldisflokkurin tapa. Kanningin varð tikin í so stórum álvara, at umboð fyri allar stóru flokkarnar vórðu bidnir um at gera viðmerkingar. Spyr.fo hevur - í ramasta álvara - brúkt desimalir fyri at kunna útnevna Sambandsflokkin til ann­an av vinnarunum, og Javn­ aðarflokkin til annan av tap­ar­un­ um: 22,65% til lista B - og 22,55% til lista C. Also 0,1% á muni. Tjóðveldi stendur til at fáa 20,21% av atkvøðunum, og tí ger Portalurin hesa niðurstøðu: "Hin­ vegin tykist tað sum um, at Tjóð­ veldi ikki er við í stríðnum um fólkatingssessin á hesum sinni." At spyr.fo og portal.fo gera so bombastiskar yvirskriftir og nið­urstøður úr sínum tølum, er burtur úr vón og vit. Og at fleiri politikarar tykjast taka undirhaldið í álvara, er pínligt. Grundleggjandi skeivt Spyr.fo byggir á eitt panel, har 5.000 fólk eru við. Tey hava sjálv teknað seg til. Tá so er, kemur sjálvandi ein álvarsamur feilur í. Tí tað er neyvan ein 100% um­ boð­andi partur av fólkinum, sum meldar seg til eitt slíkt panel. Hvat hesi fólkini halda kann sjálvandi geva ábendingar um eitt rák ella ein tendens. Men nakra álítandi mynd kann tað ikki geva. Tað síggja vit best við at hyggja at hesi seinastu kanningini. Har siga 2,9% av teimum spurdu, at tey ikki fara á val. Valluttøkan á næsta fólkatingsvalið verður altso 97,1%. Tað verður ikki bara rekord í Føroya søgu - tað verð­ur helst hægsta luttøka, sum nakr­antíð hevur verið á nøkrum lands­um­ fat­andi vali í øllum heiminum. Er tað álítandi? Nei. Er tað sann­líkt? Nei. Seinast var luttøkan stór. Tá vóru umleið 65% á fólkatingsvali. Næstseinast vóru 60%. Kanska hon hækkar í ár - men upp um 70% kemur hon ikki. Trúgva tey á Spyr.fo og Portal. fo veruliga, at luttøkan í ár verður 97,1%? Sjálvandi gera tey ikki tað. Tey vita, at hetta stóra og púra avgerandi talið er blóðskeivt. Og tey vita, at tá hetta stóra talið er blóðskeivt, so eru hini smáu tølini sjálvandi eisini skeiv. Kortini loyvir spyr.fo sær at siga, at "óvissan í kanningini er mill­um 0,9 og 3,8 prosentstig". Hvussu ólukkan kunnu tey siga tað, tá tey VITA, at eitt púra av­ger­ andi tal er eini 30-40% við síðuna av? Og hvussu ólukkan kann Port­ al­urin - tá hann veit hetta - siga at "Tjóðveldi ikki er við í stríðnum um fólkatingssessin á hesum sinni", og at Javnaðarflokkurin fell­ur á fólkatingsvalinum, tí hann fær 0,1% færri atkvøður enn Sam­ bands­flokkurin... Sum sagt: Spyr.fo kann brúkast til at geva ábendingar um ein tend­ens. Men at gera so greiðar niður­ støður, sum gjørt var í gjár, ber ikki til. Kanska Fólkaflokkurin vinnur ein fólkatingssess - men Jørgen skal ongar rakettir skjóta orsaka av hesi kanningini. Og Magna Arge nýtist ikki at missa svøvnin. Tað gera vit heldur ikki í Javn­ aðarflokkinum. MERKISDAGAR Yvirtøkufepur Magnus Rasmussen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Samgongan er farin í sjálvsving, tá um yvirtøkur ræður. Samgongan er ikki nøgd við “bert” at yvirtaka tey trý málsøkini, sum niðurfeld eru í samgonguskjalinum. Nei, nú skulu fleiri málsøki yvirtakast – afturat -  í ein fart, og higartil vita vit um hesi trý: • Kort- og landmátingar­ myndugleikin (uml. 8,2 mió. kr. um árið) • Lands­læknaembætið (uml. 4,9 mió. kr. um árið) • Sjóuppmerking og vitaverk (uml. 4,5 mió. kr. um árið) Landsstýrissins metta upphædd til rakstur av hesum “eyka” yvir­ tøkum er also uml. 17,6 mió. kr. um árið, hvørt ár. Tá avtornar, so koma rakstrarútreiðslurnar uttan iva at liggja millum 25 og 30 mió. kr., helst meir.   Vælferðartænastur mangla pengar Samstundis, sum yvirtikið verður við fullari ferð, so vita vit, at grundleggjandi tænastur til føroyska borgaran ikki virka, sum tær skulu. Hvør veit ikki, at á al­manna­ økinum eru stórar av­bjóð­ingar. Hvør veit ikki, at sam­ferðslu­ kervið manglar nógvar peng­ ar. Hvør veit ikki, at ov lítið av peningi er avsett til heilsu­ verkið. Eg kundi hildið fram at reksa upp.  Nei, hetta hongur ikki sam­ an. Yvirtaka og yvirtaka, og økja landskassans rakstur, men klára ikki at loysa samfelagsins av­ bjóð­ingar í dagligdegnum hjá før­oyingum. Skilji tann, ið skilja vil. Eg skilji tað so ikki.   Sláið kalt vatn í blóðið Vælsignaði gevist við hesum yvirtøkum og savnið tykkum um og loysið tær avbjóðingar, sum føroyska samfelagið stríð­ ist við,  hvønn tann einasta dag. 25 mió. til vitan um ríkisfelags­skapin – soleiðis skulu pengarnir brúkast    Javnaðarflokkurin   Forsætismálaráðharrin, løgmaður og landsstýrisformaðurin í Grøn­ landi hava gjørt avtalu um at fara undir eina røð av tiltøkum, sum m.a. fara at styrkja vitanina hjá dønum um Føroyar. 25 mió.kr. eru settar av til endamálið á donsku fíggjarlógini komandi fýra árini. Pengarnir fara millum annað til dokumentarframleiðslu, ferða­ studning til ferðir hjá donsk­ um skúlaflokkum til Før­oyar ella Grønlands, og til vinningar í sambandi við ser­rit­gerðs­kapp­ ing. Tað kemur fram í svari, sum Sjúrður Skaale hevur fingið frá danska Mentamálaráðnum, Und­irvísingarmálaráðnum og í Granskingar- og útbúgv­ingar­ mála­ráðnum. Umframt hetta varð ein fólka­ skúlaavtala gjørd í desembur, sum skal tryggja, at undirvísing um Føroyar og føroysk viðurskifti verður ein obligatoriskur partur av undirvísingini hjá donskum næm­ingum. - Eg fegnist um hetta, tí Javn­ að­arflokkurin hevur arbeitt nógv við tí á Fólkatingi, sigur Sjúrð­ ur Skaale. Tað byrjaði við eini stór­ari kanning, sum vísti, at vit­anin hjá dønum um Føroyar var avmarkað. Hetta fekk nógva um­røðu í miðlunum og síðani hevur flokkurin óteljandi ferðir á Fólkatingi eftirlýst, at danskir næmingar læra um Føroyar í skúlanum. Vit hava eisini víst á skeivleikar í tí undirvísingartilfari, sum var um Føroyar – og tað er blivið rættað.   - Hetta hevur alt skumpað undir tey stig, sum nú eru tikin. Allir partar ásanna, at skal ríkis­ felagsskapurin fungera væl, er ein fortreyt, at vit vita nakað um hvønn annan. Er tað álítandi? Nei. Er tað sann­ líkt? Nei. Yvirtaka og yvirtaka, og økja landskassans rakstur, men klára ikki at loysa samfelagsins avbjóðingar í dagligdegnum hjá føroyingum. Skilji tann, ið skilja vil. Dreymastarvið finnur tú á in.fo