hósdagur 28. februar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FERBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
13
EIRIKUR LINDENSKOV
– 2018 var eitt gott ár hjá Bank
Nordik-samtakinum, sum hó
ast avbjóðandi marknaðarum
støður stóð seg væl í Føroyum,
Danmark og Grønlandi. Úrslitið
fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. og
rakstrarúrslitið 289 mió. kr. Út
litini fyri 2019 eru góð, og bank
in væntar ein hóvligan vøkstur
í útlánum til vinnulív og privat
húsarhald.
Soleiðis skrivaði bankin í tíð
indaskrivi í gjár.
Sambært bankanum er lága
rentustøðið framhaldandi ein
avbjóðing fyri inntøkurnar hjá
bankanum. Hinvegin merkir
søguliga lága rentan, at tað er
lættari hjá viðskiftafólkum, ið
hava lán, at halda sínar láns
skyldur.
– Í løtuni ber tað enntá til at
taka lán til bústaðin og sam
stundis tryggja sær eina fasta,
lága realkredittrentu næstu
mongu árini. BankNordik hev
ur tí síðani fjør heyst gjørt vart
við henda møguleika til tess at
fyribyrgja, at ein møgulig
rentuhækking fær ov ógvisliga
ávirkan á føroyingar, ið hava
lutfalsliga stór bústaðarlán við
skiftandi rentu, skrivar bankin.
– Endamálið er at fáa fólk at
hugsa um, hvussu ein møgulig
rentuhækking kann fara at
ávirka lánsgjaldið og á tann
hátt samlaðu fíggjarligu støð
una. Tað er nú, meðan rentan
framvegis er lág, at tað er skila
gott at umhugsa lánsviðurskift
ini. Serliga tá ið talan er um ung
fólk, sum kanska hava keypt
dýrt og tí hava stór lán. Og vit
kunnu staðfesta, at nógv við
skiftafólk hava tikið boðskapin
til sín og hava valt at tosa við
okkum í hesum sambandi, sigur
Árni Ellefsen.
Bankin skrivar, at hóast 2018
var eitt gott ár hjá BankNordik-
samtakinum, gera marknaðar
umstøðurnar tað alsamt meiri
avbjóðandi at reka lønandi
bankavirksemi. Leiðsla bank
ans leggur seg framvegis mið
víst eftir at halda útreiðslunum
á einum ráðiligum støði og at
einfalda mannagondir til tess
at tryggja virkisførið. Sum liður
í hesum arbeiði eru nógvar
uppgávur, ið eru tengdar at
danska, grønlendska og før
oyska marknaðinum, fluttar úr
Danmark og savnaðar undir
somu lon í Føroyum seinastu
árini.
Føroyski starvsfólkahópurin
er harvið vaksin munandi, og í
2018 stovnaði bankin uml. 17
nýggj størv í Føroyum.
Framdu bygnaðartillagingar
nar hava við sær, at bankin í
dag er uppaftur betri og skyn
samari skipaður enn áður. Or
sakað av marknaðarumstøðu
num og lága rentustøðinum
væntar bankin kortini ikki, at
inntøkuvøksturin verður stórur
í 2019, men at rakstrarúrslitið
fer at halda sær á sama støði
sum í 2018, skrivar bankin.
– Nettoúrslitið hjá Bank
Nordik gjørdist 262 mió. kr., og
av hesum ætlar bankin at
gjalda íleggjarum til samans 70
mió. kr. í vinningsbýti. Hetta
svarar til 27% av avlopinum og
er 7 kr. fyri hvørt partabrævið.
BANKNORDIK 262
MILLIÓNIR Í AVLOPI
EIRIKUR LINDENSKOV
V
irksemið hjá dóttur
feløgum bankans
royndist væl í 2018.
Trygd hevði eitt
gott ár við hækkandi inntøk
um, meðan skaðarnir vóru á
einum miðalstøði.
Eftirspurningurin eftir bú
støðum er framhaldandi stór
ur, og tað sæst aftur í rokn
skapinum hjá Skyn, sum seldi
234 ognir í 2018 samanborið
við 189 ognir í 2017.
Umframt ognirnar á sølu
listanum avgreiddi Skyn eisini
75 privatar sølur, og alt bendir
á, at góða gongdin fer at halda
fram í 2019.
Húsameklarafelagið hjá BankNordik,
Skyn seldi 234 ognir í fjør ímóti 189
fyrraárið
Umframt ognir á skyn.fo hevur Skyn eisini avgreitt 75 privatar sølur
Gongur væl
hjá Skyn at
selja hús
FAKTA
Ársroknskapurin 2018 í stuttum
Úrslitið fyri skatt gjørdist 323 mió. kr. samanborið við 235
mió. kr. i 2017.
Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar gjørdist 179 mió. kr.
samanborið við 187 mió. kr. í 2017.
Bankin førdi aftur niðurskrivingar á útlánum fyri 111 mió.
kr. saman- borið við 60 mió. kr. í 2017.
Rakstrarúrslitið gjørdist 289 mió. kr. samanborið við 246
mió. kr. í 2017.
Útlán bankans hækkaðu úr 9,5 mia. kr. í 2017 til 10 mia. kr. í
2018.
Innlán bankans hækkaðu úr 12,6 mia. kr. í 2017 til 13,4 mia.
kr. í
2018.
Solvensurin hækkaði úr 19,7% í 2017 til 19,8% í 2018.
Bankin væntar, at rakstrarúrslitið fyri 2019 verður 160-200
mió. kr.
(2018: 179 mió. kr.), og at nettoúrslitið verður 100-150 mió. kr.
(2018: 262 mió. kr.).
262 mió
BankNordik rindar góðar 70 milliónir krónur í vinningsbýti.
Tað svarar til 7 krónur fyri hvørt partabrævið
– Tað er nú, meðan rentan framvegis er lág, at tað er skilagott at umhugsa lánsviðurskiftini, sigur Árni Ellefsen,
stjóri í BankNordik
BankNordik
rindar 27% av
úrslitinum í vinn
ingsbýti. Tað er
góðar 70 mió kr