hósdagur 28. februar 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019
SOSIALURIN 25
17
Komandi partur
Komandi partur verður um teir føroyingar, sum fórust við Hans
Hedtoft, og tey sum sluppu undan. Í hesi grein er eisini ein heilt
serstøk mynd av 15 ára gamla Ólavi á hansara seinasta degi á lívi.
Eg var í landi tann túrin, men
hvøkkurin var stórur. Vit høvdu
havt kamar saman í hálvt annað
til tvey ár, so vit kendust sera væl.
Hans Christian var ein ógvuliga
dámligur og raskur maður. Hann
las altíð í Bíbliuni á frívakt, og
hann plagdi eisini at hava orðið,
tá ið møtir vóru umborð.
Vágbingur sigldi undan vind
inum hendan dagin. Tá kundi
hann fara á liðina, so nógvur
sjógvur kom inn á dekkið, og tað
var hetta, sum hendi.
Á dekkinum vóru lemmar,
sum ikki vóru surraðir, og Hans
Christian leyp niður á dekkið at
fáa hetta gjørt. Men tá kom eitt
brot, sum tók hann fyri borð.
Tað varð beinanvegin vent.
Hans Christian fleyt i sjónum, og
hann var so nær at verða bjarg
aður, at hann var bara ein metur
frá at røkka einum longum haka,
sum varð rættur honum. Men
tá kom aftur eitt brot, og Hans
Christian hvarv.
Tað varð beinanvegin farið
inn, og Johan Dahl ringdi til mín
um at koma við aftur komandi
túrin. Tá var óhugaligt at koma
inn í kamarið til tómu koyggjuna
hjá Hans Christian.
Henda hending merkti mann
ingina í langa tíð. Tað varð nógv
tosað um, hvat ið kundi verið
gjørt øðrvísi. Men í eini slíkari
støðu hendir alt so knappligt, og
tað eru ikki stundir at umráða
seg. Tað varð kortini gjørt tað,
sum gerast kundi.
Ein øgiligur hvøkkur
Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur
fyri okkum øll. Hetta var eisini
so stutt eftir, at pápi var deyður.
Ringast var tað sjálvsagt hjá
mammu. Sárt var tað eisini, tá
ið klæðsekkurin hjá honum kom
heim. Mamma hevði bundið hon
um eina nýggja troyggju, men hon
var ikki í klæðsekkinum, so helst
hevur hann verið í troyggjuni.
Gávuríkur hevur hann eisini
verið. Tá ið hann gekk til skipara
var hann fjórði bestur av 25 næm
ingum og fekk eisini premiu.
Absalon Absalonsen úr Vági gekk
í flokki við honum. Hann minnist,
at Hans Christian var so stívur í
føroyskum. Tað hevði hann ikki
frá fremmandum.
Jákup Oluf, maður Miu, fekk
tíðindi um vanlukkuna á sínum
47 ára føðingardegi. Jógvan, sonur
teirra, minnist, hvussu fittur
mammubeiggi hann var. Honum
dámdi so væl at spæla við børnini
hjá systkjunum.
Uppkallaður eftir deyða
systkinabarninum
Ein pápabeiggi Victor var C.C.
Danielsen, kendur sum post
meistari og sparikassastjóri í
Havn. Hann var virkin í Meinig
heitshúsinum. Hann var ein
“rættur” Danielsen við ógvuliga
avg jørdum
meiningum
á
andaliga økinum.
Ein sonur hansara, Johan,
var postmeistari. Í 1929 fingu
tey ein son, sum kallaðist Hans
Christian. Tann 2. mei 1935
doyði Hans Christian av sjúku.
Ein mánað seinni fáa Rikka og
Victor ein son, sum fær navnið
Hans Christian. Tað er sannlíkt,
at hann var uppkallaður eftir tí
deyða Hans Christian. Johan og
Victor vóru systkinabørn. Teir
hava hava uttan iva kenst, ikki
minst frá tíðini, tá ið Victor gekk
á læraraskúla í Havn.
Sambandið
við Kjølbro
Sum døturnar siga, hevði Victor
nógv samband við nógv fólk,
eisini vinnulívsfólk.
Millum hesi var Jógvan Kjølbro
og sonurin Ewald. Í sambandi við
bókina um Kjølbro komu undan
kavi nøkur brøv, sum Victor
skrivaði feðgunum.
Hetta bræv skrivar Victor til
Jógvan Kjølbro 5. januar 1929:
Kæri bróður!
Eg eri vorðin kunnugur við, at
eg havi gjørt kommunustýrinum
í Klaksvík óskjal við at jarða
barnið har norðuri uttan at biðja
um loyvi til tað. Tað kann kanska
ljóða ótrúligt, men tó er tað so,
at eg eri so ókunnugur við alt,
ið viðvíkir slíkum, at eg hugsaði
bert, at kirkjugarðarnir runt um
allar Føroyar vóru eins fyri øll. Eg
havi aldri havt við nakað sovorðið
at gera. Fyri Harrans navns skuld
vildi eg ongum gingið ov nær og
viðleggi tí eitt bræv til kommunu
stýrið um hetta.
Eg veit ikki, hvør ið er for
maður, men tygum eru jú ein? Ið
hvussu er, vilja tygum gera mær
tann beina at fáa brævið til for
mannin.
Jarðarferðin, sum víst verður
til, er hjá deyðfødda soninum hjá
Rikku og Victor, sum varð føddur
22. juli 1928 í Klaksvík, har hann
eisini varð jarðaður. Onkursvegna
hevur hann eftir øllum at døma
ikki verið varur við reglur, sum
hava verið galdandi. Kjølbro var
tá limur í kommunustýrinum.
Victor heldur áfram:
Her er ógvuliga trist útvortis
hugt. Meslingarnir mugu væntast
at breiða seg um alt plássið, og
tað vil taka nógvar vikur, áðrenn
tað er yvirstaðið. Grundað uppá
ússaligan livimáta í húsinum,
síggi eg meg noyddan at skýggja
sum longst og havi eg tí onga
útsikt til at kunna halda nøkur
møti aftur her í vetur. Harrans
vilji ske! Fær hann reinsa okkum,
sum bera boðskapin fram eftir
sínum egna vilja, so vil hann eina
ferð lata upp aftur, tað veit eg. Í
míni egnu sál havi eg tað gott, og
av tí friði, Harrin hevur givið mær
í sálina henda vetur, dømi eg, at
eg eri her eftir hansara vilja, og so
koma eina ferð ráð aftaná óráð.
Alt uttan fyri hann tømir okkum
út, eina hann sjálvur kann fylla
okkum við gleði og friði.
Victor hevði eisini áhuga fyri
etiskum verðsligum spurningum,
sum tað sæst í hesum brotinum:
Tað er ein sak, sum eg gjarna
skuldi hoyrt tygara meining um,
sjálvur eri eg so stuttskygdir í
slíkum tingum. Hvat meina tygum
um hetta, sum nú verður gjørt so
ofta, at ein kona keypir húsini,
tá ið maðurin er insolventur, og
tey upprætta ektapakt. Eg meini
ikki um tygum síggja tað juridisk
rætt, men hvussu tygum betrakta
tað moralskt, sæð og gjørt innan
fyri meinigheitina. Hvat er tann
egentliga grundin til, at hetta er
komið í brúk? Hava tygum tíð,
vilja tygum so ikki senda mær
nøkur orð um hatta?
Tað sæst ikki, hvat Kjølbro
hevur svarað.
Eitt bræv frá Victor til Ewald
er frá 1946. Tað skilst, at teir báðir
hava verið saman og hava tosað
um andaligar spurningar. Victor
byrjar brævið við at siga: “Fyrst vil
eg siga, at meg mást tú ikki tosa
um. Tú veit ikki, hvussu keddur
eg eri inn á meg sjálvan, at eg ikki
skal hava dugað at tænt Harran
um betur.”
Hetta vísir, hvussu eyðmjúkur
Victor var.
Hetta er seinasti partur í hesi
áhugaverdu frásøgn. Harriet og
Victoria skula fáa stóra tøkk fyri
teirra íkast. Tað sama skal Jógvan
hjá Miu hava fyri frásøgnina hjá
mammu hansara.
Hetta kann eisini vera eitt
ískoyti til søguna um Victor, nú
tað eru liðin 125 ár síðani, at hann
var føddur.
Um tvær vikur verður ein
frásøgn prentingina av Bíbliuni,
sum kom út fyri 70 árum síðani.
Hetta var eitt søguligt prentavrik,
sum ikki verður gjørt í Føroyum
í dag.
Hans Christian, sonur Rikku og Victor, fekk eina syrgiliga lagnu.
Tann tá framkomni trolarin, Vágbingur,
bleiv lagnan hjá Hans Christiani.
Standmynd av Victor Danielsen og hansara
skrivandi hond á grundini hjá gamla Siloa