Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. februar 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019 SOSIALURIN 25 16 Óli Jacobsen Óli Jacobsen 3. partur H arriet, dóttir Victor, hevur serlig minni frá sínum barna- og ung­dóms­árum. Hon greið­ir frá nøkrum av teimum: Pápi bar yvir við mistøk Ein dagin tók eg súkkluna hjá pápa úr kjallaranum uttan at hava biðið um loyvi. Skúlafelagin, Edel Maria, dóttir Honnu og Jóan Jakku Eliasen, og eg royndu at læra okkum at súkkla. Fyrst fór eg ein túr, og síðani fór Edel Maria. Men tíverri koyrir hon út av oman av vegnum og brýtur beinið. Hetta hevði við sær, at hon mátti til Klaksvíkar á sjúkra­húsið. Eg gekk í Fuglafirði við ringari samvitsku og øgiliga kedd um vin­ kon­una, sum eg var so góð við. Ein dagin, meðan Edel Maria lá á sjúkrahúsinum, gekk hurðin á stovuni, har hon lá, og inn kom pápi mín. Hann fór beint yvir til henn­ara song. Edel Maria brestur í grát, tí hon er bangin fyri, at hann fer at harta hana, tí hon hev­ur skurslað honum súkkluna so illa. Men hann gevur henni ein pakka, og tá hon pakkar upp, er tað ein vøkur dukka. Tað, sum hevði verið sorg, bleiv til gleði. Tað varð ongantíð sagt nakað við meg um tað skeiva, ið eg hevði gjørt. Foreldrini hava ivaleyst vitað, hvussu ringt eg hevði tað. Ferðin til Róm við pápa Tað var í 1954, at Esmar Fuglø ringdi til pápa mín at bjóða hon­ um og mammu ein túr til Italia saman við sær og konuni, Ragn­ hild. Men mamma setti sær ikki føri at fara, tí hon var ikki røsk á sjónum og hevði ringt høvd, plágaðist nógv av høvuðpínu. Pápi spurdi so meg, um eg vildi koma við honum, tí honum dámdi ikki at fara einsamallur so langan veg. Eg segði, at tað vildi eg fegin. Vit fóru avstað um hálvan sept­emb­ur við Tjaldrinum. Veðrið var ringt, tá ið vit fóru avstað, nógvur stormur. Tí var eg ong­an­tíð úr koyggjuni, fyrr enn vit nærk­aðust Danmark. Pápi var tó uppi á øllum túrinum, tí hann hevði góða sjónatúr. Vit komu til Dan­markar í øllum góðum og vóru har í tveir dagar. So gekk leiðin til Róm. Vit fóru við toki allan vegin til Róm har vit komu kl. 8 á kvøldi. Í Pæturskirkjuni Í Róm vóru vit í fleiri dagar og sóu ymiskt. Vit vóru í Sankta Pæt­urs kirkjuni. Hon var sera flott og stór. Mitt á gólvinum var eitt stórt opilsi, hvar fólk stóðu og kastaðu pengar niðurí fyri at fáa syndafyrigeving. Eg minnist, hvussu synd pápi tykti í teimum, at tey skuldu vera so blind fyri evan­geliinum. Eisini vóru vit á pláss­inum framman fyri hjá páv­ an­um, men hann sóu vit ikki. Har var eisini sera flott. Vit vóru eisini í Kolosseum, har tey kristnu vóru kastað fyri vill djór. Har vóru eini 50.000 sitipláss til áskoðararnar. Vit fóru eisini at hyggja at katakombunum, har tey kristnu máttu krógva seg undan atsókn. Tær sigast at vera 900 km langar. Men har var so óhugna­ligt at vera, at vit fóru bara heilt stutt inn. Vit vóru eisini í einari aðrari kirkju, har tað var ein ógvuliga stór trappa frammanfyri. Fólk grulv­aðu upp ígjøgnum hesar trapp­ur og grótu. Trappan var so slit­in á miðjuni, at tað var stórur bug­ur í henni. Í Róm vóru vit eisini inni hjá einari trúgvandi familju. Har vóru vit við til andakt í fullari stovu av fólki. Tey vóru so hjartalig og blíð. So til Capri og Milano Vit fóru síðani úr Róm við toki suð­ur til Capri, har vit vóru í tveir dagar og sóu okkum um. Vit vóru m.a. við róðrarbáti í “Den blå grotte”. Í Capri vóru gøturnar sera trong­ar og steinbelagdar. Vit vóru eisini í gamla Pompei, sum bleiv grav­lagdur av einari vulkan, men seinni útafturgrivin. Tað var sera áhuga­vert at síggja. Vit fóru síðani norðureftir og steðgaðu í Milano, har vit steðg­ aðu ein dag. Har vitj­aðu vit ta víðagitnu hvítu mar­mor­dóm­ kirkj­una, ið hevur 130 torn. Í Mil­ ano vóru vit til gudstænastu, har eitt sera stórt kór sang ógvuliga væl. Síðani fóru vit longur norð­ ur­eftir og steðgaðu í Sveits í tveir dagar. Haðani koyrdu vit til Týsklands, har vit steðgaðu í tveir dagar í Hamburg. Vit vitjaðu ein mann, sum Esmar kendi, sum æt Herman Müller. Hann var trú­ boðari og hevði ofta vitjað í Før­ oy­um. Tey vóru so sera blíð. Eg minn­ist, at konan var so fitt, hon minti meg um Ellu Sloan, var so lívlig sum Ella. Tá vit vóru kom­ in heimaftur, frættu vit, at hon brádliga var deyð. Tað mátti vera trist hjá Hermanni. Hetta var seinna kona hansara. Í Ham­burg vóru vit á møti hjá einari brøðra­ sam­komu. Býurin var ógvuliga illa farin av krígnum. Haðani fóru vit til Danmarkar, har vit aftur steðg­aðu í tveir dagar, áðrenn vit fóru heim aftur við Tjaldrinum. Ein ógvuliga spennandi og áhuga­verdur túrur var at enda komin. Fór Victor aftur til kirkjuna? Í sambandi við hesa ferð komu tey tíðindi at ganga í Føroyum, at Victor hevði vitjað pávan og var farin at ganga í kirkju! Hetta avsannaði ein versonur í bløð­un­ um. Hann var bara í kirkju, tá ið tað var til jarðarferð. Vanlukkan við Hans Christian Hans Christian, beiggi, var eisini virkin í samkomuni. Hann hevði javn­an orðið á møtum. Hann dugdi væl at spæla harmoniku, eisini hevði hann eitt sangkór eitt skifti. Tann 22. desember1963 hendi ein ræðulig vanlukka umborð á Vágbingi, tá ið Hans Christian slerdi út og ikki varð fingin aftur. Hann var bara 28 ára gamal. Thorleif Bech úr Porkeri greiddi soleiðis frá: Tað vóru skakandi tíðindi, ættin fekk undan jólum í 1963. Hans Christian slerdi út av trolaranum Vágbingi SIÐSØGA Børnini hjá Victor: MISTU BEIGGJAN, HANS CHRISTIAN, Á SJÓNUM Esmar, Ragnhild og Victor uttan fyri Pæturskirkjuni Harriet uttan fyri Pæturskirkjuni