hósdagur 28. februar 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 1. MARS 2019
SOSIALURIN 25
15
MERKISDAGAR
Heita og spilta
”breyðið”
Kári Thomsen
Óført at dygdarvøra tikin við húki
verður seld beinleiðis til kundan í
útlondum. Har er verunliga talan
um heilsugóða føði, ið hevur øll
tey evni í sær sum okkum tørvar.
Men hvat gott er við alilaksinum,
soleiðis sum Vilmund Jacobsen
tekur til í grein á in.fo týsdagin
26.februar, lysti mær at vita.
Staðfest er allar staðir, eisini í
øðrum londum har alivinna virkar
í opnum nótum, at alilaksur er
sera dálkandi fyri sjóumhvørvið,
og næst eisini hevur lagt hald á
ogn og rættindi hjá einstaka borg
aranum at gagnnýta tað tilfeingið
okkum er givið - bæði til matna
og ikki minni sum frítíðarøki til
sálarbót.
Besta matvøran, ið hevur
kunna verið fingin til høldar í
øldir, so at siga alt árið, er nú ikki
mannaføði vegna alivinnuna.
Talan er um seiðin, ið av øllum
fiskasløgum hevur hægsta inni
hald av D-vitaminum. Henda
edeliga fisk hava føroyskir og
útlendskir spekulantar rænt frá
landsins íbúgvum - við loyvi frá
politikkarunum, og uttan at eitt
klovið oyra verður veitt sum
endurgjald.
Alilaksur, soleiðis sum vinna
virkar, hevur ikki allarminsta feril
av at vera burðardyggur. Góður
matfiskur, sum t.d. svartkjaftur,
verður grópaður upp úr sjónum
og brúktur sum fóður, ið verður
blandað við sterkt eiturfongdum
plantugróðuri sum hveiti, GMO
soya og raps. Petrokemisk litevni
verður sett til fóðuri saman við
sera vandamiklum konserverings
evni, afturat at líka so vandamikil
lúsabasingarevni eisini eru í vør
uni.
Umhvørviseiturevni
sum
dioxin, pcb´ir, hormonórógavandi
evni, tungmetallir, heiluvágsrestir
o.a. gevur, saman við nevndu
heilsuvandamiklu evnunum,
so avgjørt ikki eina matvøru, ið
føroyingar og Føroyar sum fiski
vinnutjóð skal verða errin av.
Dálking frá tonsum av koparsul
fat til impregnering av nótum
legst sum dýna á botnin, afturat
ovurstórum nøgdum at skarni
og fóðurleivdum. Og mikroplast í
nøgd millum 4 og kanska 12 tons
rennur beint út í firðirnar og
eitrar alt livandi.
ES matvørustovnurin EFSA
hevur fyri stuttum endurskoðað
sítt kosttilmæli til feitan fisk -
íroknað alilaks - og hevur mælt
til at minkað nøgdina av feitum
fiski til matna frá 1,3 kilo um
vikuna niður til góð 130 gram.
Og mælt verður samstundis til
at kvinnur við barni og smábørn
sum heild, heilt gevast at eta
feitan fisk - tí vandin fyri varandi
og álvarsomum heilsuskaðum er
ovurstórur.
Við feitan fisk er talan um
fyrst og fremst alilaks, næst
tunfisk, stóran og eldri kalva, og
øll djúpvatnsfiskasløg - tí her
mestan er talan um eldri fisk
har umhvørviseiturevni hopa
seg upp í fitini í fiskinum. Ungur
feitur fiskur sum sild, makrelur,
svartkjaftur, ansjosir og sardinir
o.a. hevur bert smávegis nøgdir av
umhvørviseiturevnum, og kann
á ongan hátt samanberast við
alilaks og eldri fisk.
Miðlar eru dag og dagligt
frammi við skelkandi forsøgnum
um støðuna í heimshøvunum.
Veðurlagsbroytingar gera sítt til
hóttanina á havumhvørvið - og
dálking frá ídnaði á landi og ikki
minni frá alivinnuni, gera sítt
til at niðurbraðing av havum
hvørvinum heldur áfram.
Eg skal loyva mær at mæla Vil
mundi - og restina av miðlafólk
unum - eisini í almenna KVF - at
taka seg saman og gera nakað við
hóttanina á framtíðina hjá teim
ungu og teirra eftirkomarum -
heldur enn blint at ganga ørindir
fyri eina ídnaðargrein sum ali
vinnuna, ið ikki tekur allar minstu
atlit til burðardygd, næst vísir full
komna líkasælu fyri vernd av hav
umhvørvinum, og víðari vísir frá
sær at gagnnýta best tøku tøkni,
ið kann fyribyrgja áhaldandi
niðurlaging á havumhvørið.
Samgongan stendur
við semjuna
Jónleif Johannesen,
Javnaðarflokkurin
Tunlarnir norður um Fjall
skulu
gerast
so
skjótt,
Hvalbiartunnilin er boraður
íg jøgnum.
Hesa
avtalu
stendur samgongan við. Heðin
Mortensen hevur nevnt, at
tað er vert at kanna óbind
andi møguleikar í samband við
Fámjinstunnilin. Hesir møgu
leikar koma ikki at síggja dags
ins ljós uttan so, at teir als ikki
órógva verandi raðfesting. At
spyrja seg fyri eigur ein lands
stýrismaður at hava loyvi til,
uttan at tað verða løgd honum
orð í munnin.
Andstøðan vil útseta
tunlarnar norður um Fjall
Hinvegin má sigast, at andstøð
an tíverri vinglar í hesum máli.
Týsdagin royndi andstøðan at
kroysta ein tunnil, ið tekur trý
ár at gera og kostar 150 mió. kr.
inn ímillum Hvalbiartunnilin og
tunlarnar norður um Fjall. Ein
samd andstøða tók undir við
hesum máli.
Andstøðan, sum í 2012 út
setti tunlarnar norður um Fjall
10 ár, sær út til at hava ilt av,
at samgongan nú hevur fram
skundað tunlarnar aftur. At
útseta tunlarnar norður um
Fjall enn einaferð má ikki eydn
ast andstøðuni! Tíbetur stóð
samgongan saman um, at ver
andi raðfesting, har tunlarnir
norður um Fjall skulu byrjast,
so skjótt sum Hvalbiartunnilin
er boraður.
Endamálið hjá andstøðuni var ongantíð Fámjinstunnilin
Bjarni Hammer,
tinglimur fyri Javnaðarflokkin
Týsdagin viðgjørdi Løgtingið eitt
uppskot frá andstøðutinglimum
um ein Famjinstunnil.
Men endamálið hjá andstøðuni
var ongantíð Famjinstunnilin.
Hetta var enn ein roynd,
neyvan hin seinasta, at forkoma
samgonguni og øllum málum, ið
eru í gongd - eisini Fámjinstunl
inum.
Enn ein miseydnað roynd at
seta samgongulimir upp ímóti
hvørjum øðrum. Guerilla-taktikk
urin riggar ikki! Eg vil tó heita á
andstøðuna um endiliga at halda
á fram við royndunum, tí at við
hesum styrknar samgongan fyri
hvørt álop!
STAÐFESTING:
Allir tunlar í Suðuroynni eru gjørd
ir ímeðan Javnaðarflokkurin hev
ur stjórnað Føroyum, og Hvalbi
artunnilin er feskasta dømið. Tað
er einans sitandi samgongu fyri
at takka - undanfarna samgonga
megnaði at forkoma nýggja berg
holinum til Hvalbiar ferð eftir
ferð.
Fámjinstunnilin hevur ong
antíð veruliga verið raðfestur
fyrr enn sitandi samgonga kom
framat. Fámjinstunnilin er nú
fyri fyrstu ferð raðfestur.
At raðfestingin bleiv broytt er
harmiligt, men Fámjinstunnilin
verður framdur í verki við okkum
við valdið, og tað verður væl
skjótari enn spillandi tungurnar
í andstøðuni vilja vera við.
Andstøðan sær
skriftina á vegginum
Føroya fólk má minnast til og
minnast á, at andstøðan sær
skriftina á vegginum.
Ágóðarnir av øllum tí góða,
sum samgongan longu hevur
framt, eru veruliga byrjaðir at
vísa seg. Onnur mál eru eisini
við at blíva avgreidd, sum fara
at styrkja um støðuna hjá sam
gonguni enn meiri og fara at gera
tað enn betur at vera føroyingur
í Føroyum. Hetta veit andstøðan!
Tí síggja vit eina vend í sein
astu veljarakanningunum til fyri
muns fyri samgonguna.
Haldið fram við tykkara oyði
markargongd – tað, tit halda
tykkum síggja fyri framman, er
ein hvørvisjón og túrurin út í
Tinganes fer at taka mong, mong
ár afturat.
Og mælt verður
samstundis
til at kvinnur
við barni og
smábørn sum
heild, heilt
gevast at eta
feitan fisk