hósdagur 28. februar 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
22
TRÓNDUR ARGE
K
appingarárið í fjør
fer í søguna, sum
eitt tað besta hjá
HB nakrantíð. Eftir
fimm ár í dvala, vaknaði HB og
vann við met-nógvum stigum.
Í einum kappingarárið, har HB
bara tvær ferðir tapti í lands
kappingini, so er svartasti plett
urin í kappingarárinum sjálv
steypafinalan.
Í grannauppgerðin móti B36
tapti HB, eftir at hava verið á
odda 2-1 líka til seinasta minutt
í vanligari leiktíð. Við níggju
monnum megnaði B36 at javna,
og eftirfylgjandi halda tætt í
longdu leiktíðini og vinna brots
sparkskappingina.
Nú møtast HB og B36 aftur.
Hesa ferð í Stórsteypadystinum,
sum er ímyndin av at landskapp
ingin byrjar aftur. Havnin hevur
takið á føroyskum fótbólti í
løtuni. HB hevur sett seg tungt á
landskappingina, har tey flestu
hava teir til favorittar - men
hevur B36 enn takið á HB?
Skaðar herja í B36
Venjarin hjá B36, Jákup á Borg,
hevur nokk at hugsa um til
dystin. Hann er uttan tíggju
spælarar, sum allir høvdu verið
við undir ávísum umstøðum.
Erlendur Magnusson, Róaldur
Jakobsen, Hugin Samuelsen,
Michal Przybylski og Hannes
Agnarsson sita allir uttanfyri.
Erlendur Magnusson er úti at
kalla alt árið við slitnum kross
bandi, meðan Róaldur Jakobsen
næstan ikki hevur spælt í eitt
ár. Hugin Samuelsen er eisini
skaddur. Knæskelin er farin úr
lið, og tað verður roknað við, at
hann ikki verður tøkur í seks til
átta vikur. Michal Przybylski
hevur somuleiðis trupulleikar
við knænum, meðan Hannes
Agnarsson verður spardur.
Hann hevur ikki spælt nógv
farna árið, men hevur verið á
vøllinum seinastu tíðina.
B36 hevur eisini innkallað
málverjan Trygva Askham, tí
Símun Rógvi Hansen, Hans
Jørgensen og Rói M. Hentze eru
skaddir.
-Hans Jørgensen kann venja
hesa vikuna, men eg vil ikki taka
nakar møguleikar
við honum. Tí vænti eg,
at Trygvi Askham stendur í mál
hesaferð, sigur Jákup á Borg.
Tveir av yngru spælarunum,
sum hava fingið møguleikan í
uppstartinum eru Tórur Hardlei
og Sveinur Lava Olsen, men teir
hava ávísar trupulleikar við
snuddum, sum gera at teir ikki
verða við.
-Hetta er meiri enn ein venj
ingardystur. Vit spæla um eitt
steyp og tað er móti HB. Vit vilja
gera nógv fyri at vinna steypið,
men sjálvandi við onkrum fyri
varni, sigur venjarin hjá B36 og
leggur afturat:
-Vit taptu greitt móti HB
í VFF-Cup. Nú er ein vika til
landskappingin byrjar og tað
sær út til, at tað er HB tú skal
máta teg við. Tí er hetta ein
góður møguleiki hjá
okkum at síggja hvar vit standa,
sigur Jákup á Borg.
Hann leggur at enda afturat,
at tað gongur ikki bara illa við
skaðum. Alex mellemgaard
hevur verið ivasamur, men
verður væntandi tøkur, meðan
Bjarni Petersen kann fáa sínar
fyrstu minuttir í eina tíð.
Heimir og HB vilja
hava steypið
Tá HB í fjør setti íslendska
Heimir Guðjónsson sum venjara,
hevði felagið ikki vunnið gull
síðani FM í 2013. Nú heldur venj
arin fyri, at HB skal venja seg við
at spæla um gull og vinna.
-Tað er týdningarmikið fyri
felagið, at vit spæla fyri at vinna
steypið. Vit
leggja nógv fyri
og spæla við besta liðnum,
sigur Heimir Guðjónsson.
Hann verður utan Trónd
Jensen, Sebastian Pingel og
Jógvan Skeel Nolsøe, meðan
ársins spælari og toppsjúttin
í fjør, Adrian Justinussen, er
ivasamur. Hetta merkir, at HB
skal finna eina nýggja saman
seting á miðvøllinum, tí Grétar
Gunnarsson er ikki longur í
felagnum. Nýggjur er Hørður
Askham, men hann er ein
meiri vejukendur spælari enn
Tróndur Jensen, sum hevur
ÍTRÓTTUR: Fótbóltur
Stórsteypadysturin:
Í einum framúr kappingarári
hjá HB var pínufullasta tapið á
Tórsvølli móti B36. Nú møtast
liðini aftur á altjóða leikvøllinum
í Stórsteypadystinum
GRANNAR
MØTAST
AFTUR Á
TÓRSVØLLI